av hesi støddini rakar jørðina. - Ringrásin hjá smástjørnuni er tætt við Ekvator, og skuldi hon rakt, er størsti møguleikin, at hon fer í havið, tí tað er meira hav enn land á jørðini. Eisini eru fleiri [...] rúmdarbólki, vísir á, at mátingar bert hava verið gjørdar í ein mánað, og tí er nakað tíðliga enn at siga, hvør ferðin hjá stjørnuni - "2024 YR4" - er. Sagt verður annars um smástjørnuna, sum kann raka jørðina [...] Oksavik, professari, sum heldur, at eingin orsøk er at missa svøvnin fyribils. Tað er www.tv2.no ið ber hesi tíðindi, sum fleiri aðrir útlendskir miðlar eisini bera.
bústaðarskyldu, effektivt og við lítlari umsiting. Hesi amboð eru: tinglýsingarskipan, bygningsskrá, fólkayvirlit og skattainnkrevjing. Við hesum veit landið, hvør eigur eini hús, um onkur býr í teimum, og um [...] ikki kunnu røkka endamálinum? Tað hevur verið serstakliga týdningarmikið, at hesi gjøld fyri tóm hús ella bústaðarskyldu ikki eru skattur. Tískil gerst innkrevjingin ein marra fyri kommunurnar. Hóast kommunurnar [...] Sí video á facebook / Youtube Tóm hús geva einki í kommunukassan, tey eru hinvegin ein útreiðsla fyri borgararnar í kommununi, sum gjalda fyri vatn, kloakk, veg og kavarudding til tóm hús. Tóm hús køva
økinum, har kirkjan skal byggjast. Alt er annars leyst og liðugt viðvíkjandi byggiloyvinum. Øll loyvir eru upp á pláss, og spakin verður settur í 5. mars. Tey sum mótmæla siga, at stór mótstøða hevur verið [...] stríðst fyri fríøkinum í fleiri ár, at tað er enn meira meinginsleyst, um vit ikki gera alt tað, vit eru ment, fyri at fora fyri at økið verður lagt undir betong og asfalt í allar ævir, skriva tey í bólkinum [...] gjár og í dag millum klokkan 12 og 14, og sambært fyrireikarunum , sum eisini bjóðaðu kaffi, stóðu fólk í dag í kø fyri at skriva undir mótmælið. Tað hevði verið nógv kjak um staðsetingina av nýggjari kirkju
Hetta er galdandi fyri val til bæði nevnd og ráð. Tí fer at verða roynt at fáa fólk at stilla upp til ráðini, har tað eru ov fá valevni á aðalfundinum. Øll valini hjá Pedagogfelagnum verða talgild. Meira [...] tí teirra valskeið nú er lokið. Fýra hava bjóðað seg fram til teir tveir nevndarsessirnir, og tey eru: Gunnvá Akraberg Hansen Hildibjarta Súnadóttir Joan Heinesen Nikkil Heinesen Tey tvey valevnini, sum [...] felagnum: Leiðararáðið, Námsfrøðingaráðið og Hjálparfólkaráðið. Í øllum ráðunum standa trý fyri vali. Hesi bjóða seg fram til ráðini: Leiðararáðið Arna Silvurstein Eyð Skúvadal Námsfrøðingaráðið Dagny Miðskarð
kortini verður opin sum vanligt. Og at gudstænasta er í dag sum vanligt við kirkjukaffi aftaná, har øll eru vælkomin. 1. Mós 28,10-22 sigur soleiðis um Jákupsstigan: Dreymar Jákups í Betel v10 Jákup fór nú frá [...] «Vissuliga er Harrin á hesum staði, og eg visti tað ikki!» v17 Og ótti kom á hann, og hann mælti: «Hvør øgiligur er hesin staður! Her er vissuliga Guðs hús og lið himinsins!» v18 Og Jákup reis tíðliga um [...] staðurin itið Luz. v20 Tá strongdi Jákup hetta heiti: Verður Guð við mær, og varðveitir hann meg á hesi ferð míni, eg eri á, og gevur mær breyð til matna og klæði at fara í, v21 og eg komi heim aftur í
burturúr endurnýtslutilfari og framleitt hondbundin pløgg saman við føroyskum bindikonum. Fólk kenna kanska hesi pløggini aftur úr handlunum Østrøm og Káta Horninum í Havn. Men við PROSJEKT BRYNJA er hon [...] PROSJEKT BRYNJA verður væntandi klár í summar. – Eg havi fingið nøkur snið upp á pláss, har tað bara eru fáar tillagingar at gera, og næsta stigið er so at fara til Litava at vitja virkið, soleiðis at vit
teimum borgarum, sum eru 67 ár og eldri, meðan landið eigur ábyrgdina av teimum, sum eru 18-66 ár. Ein avgerð, sum ikki hevur gagnað teimum, ið eru yngri enn 67 við demenssjúku. Tey eru at síggja til veruliga [...] demensætlanini eru bert fá sett í verk. Ein avvarðandi sigur soleiðis: “Er tað í lagi, at fólk, sum hevur havt demens í nógv ár, og sum hevur havt tørv á bráðfeingis búplássi í nógv ár, og hvørs hjúnafelagi [...] Nú eru 10 ár liðin, síðani demensætlanin undir heitinum “Gloymsk – men ikki gloymd” varð løgd fram, og 13 ár eru liðin, síðani álitið varð skrivað. Tó, so sær støðan framvegis út til at vera ómetaliga
gjarna heita á fólk at veruliga hugsa seg um, hvønn tey lata kettling til. Vit fáa nógvar húskettur og kettlingar í ansing, tí fólk, ið hava fingið sær kettu, kortini ikki orka kettuna ella eru før fyri at [...] og kortini ikki egnaður at ansa eftir djórum. Har eru mangar orsøkir, ið gera eitt heimalív óstøðugt og óhóskandi til kettu. Kettuverndin hevur hesi viðmæli til tey, ið lata kettlingar: (1) Spyr personin
av valnevndini. Tað hevur, sambært honum, bæði verið stuttligt og spennandi og hann hevur havt gott fólk afturat sær. Tað hevur altíð gingið sera væl og nógv hevur verið lagt fyri í fyrireikingunum. Í hesum [...] valnevndini. Tá skuldi alt umskipast og tillagast strongu krøvunum hjá heilsumyndugleikunum og eyka fólk mátti kallast inn, bæði til fyrireikingarnar og til at avgreiða sjálvt valið. Jean takkar Tvøroyrar [...] Thomsen, sáli, gavst. Tað var ein hugalig tíð, sambært Johan, har hann hitti nógv kend og áhugaverd fólk. Tey eldru lærdu frá sær og góvu víðari til tey yngru. Johan minnist serliga eina hending frá einum
læru í 2024, læra innan 45 ymiskar útbúgvingar. Verða allir virknir lærlingar taldir við, eru í dag knapt 1.000 fólk í ferð við at taka 62 ymiskar yrkisútbúgvingar í Føroyum. Aldur við byrjan Aldurin á nýggju [...] yrkini Nógv tey størstu yrkini eru tær siðbundu føroysku yrkisútbúgvingarnar innanfyri maskinsmíð, húsasmíð og elektrikara. 43% av lærlingunum í 2024 byrjaðu innanfyri hesi yrkini. Umleið 30% av øllum l [...] rnar eru søla og skrivstova við ymiskum sergreinum, sum td. fyrisiting, almenn fyrisiting, logistikk, advokatskrivari og innanfyri speditión og shipping. Fleiri hagtøl um yrkisútbúgvingarnar eru at finna