– Frá 3. til 28. februar verður Vesturkirkjan stongd vegna umvælingar í kirkjuni, har m.a. yvir 30 metra høgi Jákupsstigin skal málast (á vegginum upp til tornið). Eisini verða aðrar ábøtur gjørdar so sum vesi til rørslutarnað og betri umstøður til faddrarúmið í forkirkjuni.
Soleiðis skrivar Vesturkirkjan á Facebook síðu síni.
Fyri kirkjuna merkir tað, at gudstænastur, jarðarferðir, opin kirkja og onnur tiltøk ikki kunnu fara fram í tíðarskeiðnum, og víst verður til hinar kirkjurnar og samkomurnar í býnum.
– Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur, tá kirkjan letur upp aftur. Guds signing, skrivar kirkjan, sum samstundis upplýsir, at skrivstovan í kirkjukjallaranum kortini verður opin sum vanligt. Og at gudstænasta er í dag sum vanligt við kirkjukaffi aftaná, har øll eru vælkomin.
1. Mós 28,10-22 sigur soleiðis um Jákupsstigan:
Dreymar Jákups í Betel
v10 Jákup fór nú frá Beersjebu og helt leið síni til Káran.
v11 Men tá ið hann var komin at halgistaðinum, vildi hann verða har um náttina, av tí at sól var farin til viða; hann tók sær tá ein av steinunum, ið har vóru, og hevði hann til høvdalag og legði seg har at sova.
v12 Tá droymdi hann, at hann sá stiga, sum stóð á jørðini og røkk upp til himins; og sí, einglar Guðs gingu upp og niður eftir honum.
v13 Men uppi yvir honum stóð Harrin og segði: «Eg eri Harrin, Guð Ábrahams og Guð Ísaks, faðirs tíns. Landið, tú liggur á, gevi eg tær og avkomi tínum.
v14 Og avkom títt skal verða eins og dustið á jørð, og tú skalt breiða teg bæði í vestur og eystur, í suður og norður. Og av tær og avkomi tínum skulu allar ættir á fold fáa signing.
v15 Og sí, eg eri við tær og skal varðveita teg allar staðir, hvar ið tú fert, og føra teg aftur í hetta landið; tí at ikki vil eg fara frá tær, men evna alt tað, sum eg havi lovað tær.»
v16 Tá vaknaði hann úr svøvni sínum og mælti: «Vissuliga er Harrin á hesum staði, og eg visti tað ikki!»
v17 Og ótti kom á hann, og hann mælti: «Hvør øgiligur er hesin staður! Her er vissuliga Guðs hús og lið himinsins!»
v18 Og Jákup reis tíðliga um morgunin, tók steinin, sum hann hevði havt undir høvdinum, og reisti hann sum steinsúlu og helti olju oman yvir hann.
v19 Og hann nevndi henda stað Betel; áður hevði staðurin itið Luz.
v20 Tá strongdi Jákup hetta heiti: Verður Guð við mær, og varðveitir hann meg á hesi ferð míni, eg eri á, og gevur mær breyð til matna og klæði at fara í,
v21 og eg komi heim aftur í hús faðirs míns í øllum góðum, so skal Harrin vera Guð mín!
v22 Og hesin steinur, ið eg havi reist sum steinsúlu, skal vera Guðs hús; og av øllum, ið tú veitir mær, skal eg geva tær tíggjund.