hetta okkurt at gera við, at trúarfrælsi ikki er so høgt í metum í her. Føroyar eru jú fyrst og fremst ein kristin tjóð, og Gud hjálpi tí útvarpsstjóra, sum roynir at nøkta tørvin hjá heidnum lurtarum. [...] Hví skulu ÚF og Rás 2 so ofta senda andaligar sendingar samstundis? Her er talan um tvær rásir. Eg meini so við, tað skuldi ikki verið serliga ringt at samskipa. Kundu tær ikki tosa saman og lagt skránna [...] eg nú kundi velja millum heilar tríggjar rásir. Men gleðin var stokkut. Lindin er ein andalig rás, og sendir tí andaligt tilfar, tað er ikki nógv at siga um tað, um mær tørvar andaliga føði, so kann eg
sum innanfyri? Og hvat meina vit við, tá vit tosa um føroyingar? Eru tað fólk, sum eru fødd og uppvaksin í Føroyum og sum tosa føroyskt - ella skulu vit eisini rokna tey við, sum eru fødd og uppvaksin uttanlands [...] føroyskt? Og hvat við teimum, sum eru fødd uttan fyri Føroyar, men hava búð í Føroyum í nógv ár og eru flutt av landinum aftur kanska hava verið gift við onkrum føroyingi, tosa føroyskt, og rokna seg sjálvi [...] sum virðismeta ferða- og arbeiðsfrælsi. Vit vilja fegin keypa hús ella gera okkara íløgur, har sum tað best hóskar okkum, og hava somu rættindi frammanfyri einum dómstóli bæði niðri og í Føroyum. Vit eru
ð eitt stak spennandi og eitt sindur forkunnugt stað at fara inn og spæla eitt sindur vaksin saman við teim vaksnu. Har sótu tey, sum myndaðu Havnina, og vit hugdu og lurtaðu og sugu av fortíðini. Men [...] um alt staðið har fortíð og nútið, ung og gomul, møttust og bundust saman. Eg vóni inniliga, at til ber at finna onkra loysn, so Kondittaríið kann stuðlast og lata upp aftur - og enn vera tann nalvin Ha [...] tá fleiri og fleiri javnaldrar eisini stukku inn á gólvið, ognaðu vit okkum Kondittaríið sum okkara hugnastað eisini, og so við og við gjørdust vit eisini havnarmyndir, sum tey ungu hugdu at og lurtaðu eftir
taka fulla ábyrgd av sær sjálvum jú fyrr jú betri - og gjalda fyri seg sjálvar, fyri egin mál og egna nýtslu - og harvið vinna rættin til sjálvræði og rættin til at vera egin tjóð. Hvat skal forða føroyingum [...] eru ideologiskt og ikki minst søguliga grundaðar og tí ofta ikki serliga tíðarhóskandi. Verðin er alt ov samansett til, at hon kann trýstast inn í ideologiskar heildarloysnir. Politikkur og ideologiir eiga [...] eiga ikki at vera settar fremst eftir mínum tykki, men menniskja og trivnaður tess. Tí havi eg eisini sera ilt við at plasera meg sjálva á ein høgra-vinstra aksa. So einføld og fýrkantað er mín verð ikki
kannu av te, og sett meg væl til rættis at hyggja eftir Degi og Viku. Eg helt alt standa væl til; flokkurin, sum eg helt við, stóð sterkt í veljarakanningini, sum Fregnir júst høvdu gjørt, og valið skuldi [...] andstøðuni hevði verið stak ódámligt, og hetta var tí ikki annað enn enn eitt ódámligt og ófantaligt innslag. Eg harkaði eitt sindur, bannaði eftir sambandsflokkinum og fekk mær uppí munnin av heita drekkanum [...] einari langari reklamusending goldin av mínum sjónvarpsgjaldi. Eg hostaði og harkaði og fekk at enda drekkamunnin uppá pláss. Fyrst gjørdist eg illur, men sissaðist skjótt aftur, onkur góð frágreiðing mátti
eitt fólk illa fær snarað um húsahornið og als ikki tvey leiðandi, og ein barnavognur hevur annað hjóli kroyst upp at húsinum og hitt úti, har bilurin ótolin stendur og bíðar eftir at sleppa út. Hetta er sjálvandi [...] vogninum út á breytina (og tað gera tær sjáldan, uttan at vit steðga fyrst, tí tær stúra jú ? av røttum ? fyri lívinum hjá alvanum). Vit syrgja fyri, at andlitsbrá okkara er ótolið og trumma niður á rórið [...] í Havn. Her hava tey lagað tað so væl, at avgjørt ikki er pláss fyri einum bussi og eini súkklu millum gongubreytirnar og vøkru breiðu oyggjarnar mitt á vegnum. Harafturat er syrgt fyri, at ikki ber til
trúarfrælsi kann vera í einum ?fyrst og fremst kristnum landi?. Fyrst og fremst merkir í skúlum, í loftmiðlum og í fjølmiðlum sum heild: Kristindómur og aftur kristindómur. Hetta er ikki bara andaligar sendingar [...] siga: ?Jamen Føroyar eru fyrst og fremst eitt kristið land.? Hetta er júst trupulleikin; hvat seta vit hægri, trúarfrælsi ella Føroyar sum eitt kristið land? Eg dugi ikki at síggja, hvussu veruligt trúarfrælsi [...] andaligt sum um tað merkti kristiligt. Eg gjørdi hetta uttan at blunka og uttan at hugsa um tað. Hetta gjørdi eg, sum eri áh, so opin og upplýstur. Í mínari verð var andaligt tað sama sum kristiligt. Hetta
samfelagið og tilveruna undir sjóneykuna. Allir teir stóru heimspolitisku og eksistensiellu spurningarnir vóru enn einaferð settir, og vit blivu nærmast tvungin til at hugsa um, hvar vit vóru stødd, og hvagar [...] atgerðin 11. september fyrst og fremst hevur gjørt okkum greitt, er, at globaliseringin saman við tí ógvusligu tøknifrøðini, hevur gjørt sjálvt tey sterkastu samfeløgini viðbrekin, og ikki nógv skal til fyri [...] Tøknifrøðin skal eitast at vera útviklað fyri at gera lív okkara betri, fyri at lætta um, men fyrst og fremst fyri at nøkta okkara grommu krøv, sum ikki endiliga samsvara við nakran veruligan tørv. Tað
slúsum og niðurbrýtur mentalar forðingar. Ferðslan økist munandi og nógv onnur bond enn bara brúgvin (ella tunnilin) í sær sjálvum verða knýtt. Har sum lív, fólk og ferðsla eru, koma meira lív, fólk og ferðsla [...] hesum ferjusambandi og við teim fólkum, sum høvdu hetta sum arbeiði. Lívið hjá Vestmenningum og Vágafólki og hjá øllum okkum, sum eisini ferðast tann vegin verður ongantíð tað sama aftur. Og vit fara at leingjast [...] sambandið kom, og hvussu dýrt tað so enn hevur verið at bygt. Her hugsi eg t.d. eisini um tvær stórar brýr niðri í Danmark Stórabeltsbrúnna og Oyrasundsbrúnna. Har var ein øgiligur levind og gangur ímóti
stovnar, ið senda fólki rokningar. Talan er sjálvandi um verandi út- og sjónvarpsgjald. Eyguni í Annlis Bjarkhamar glógvaðu, tá ið hon í degi og viku spent greiddi frá, at Mentamálaráðið arbeiddi við einum uppskoti [...] fyri á einum samgongufundi fyrst, so varð lógin løgd fyri tingið. Men nei, samgongufundurin feldi uppskotið. ? Fólkafloksmenn vóru harðliga ímóti. ? Hatta er ein eykaskattur, og tað vilja vit ikki vera við [...] hevði hvør latið minni enn helvtina. Og tað er lætt at rokna út, tí tølini ganga út móti hvørjum øðrum. Vit siga, at stovnarnir báðir skulu hava 52.5 milliónir, og tá ið tað eru umleið 35.000 fólk yvir