7. august. Donatus, deyður umleið 380. Drongurin Donatus misti bæði foreldrini, og undan forfylging flýddi hann til Arezzo í Italiu. Varð prestlærdur og endaði sum biskupur har á staðnum. Seinni varð hann
27. august. Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2.
7. apríl. Egesippus, deyður umleið ár 180. Jødi í Róm, sum gjørdist kristin. Jóhannes av Skarði varð føddur í Havn hendan dagin í 1911. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
31. desember. Sylvester, deyður í 335. Pávi, sum sigst at hava doypt fyrsta kristna keisaran Konstantin Mikla. Sylvester var tann pávin, sum fór undir at byggja Pæturskirkjuna. Dagurin er nýggjársaftan
7. desember. Agaton, deyður ár 250. Rómverskur hermaður, sum var kristin og varð tikin av døgum, tá ið Decius var keisari. Grikska navnið merkir góður. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta
18. november. Hesychius, deyður umleið ár 300. Hann var heryvirmaður í Antiokia, tá ið keisarin Diocletianus ráddi. Hann varð tikin av døgum fyri trúar sakir (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum
17. november. Anianus, deyður ár 453. Hann var abbati í kleystrinum Orgerils, nærhendis Orleans, har hann gjørdist biskupur og fekk húnakongin Attila at eira býnum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum
29. mai. Maximinus, deyður í 352. Biskupur í Trier í Rheinfald-Pfalz í Týsklandi, tætt við markið móti Luxemborg. Trier var týðandi býur í Rómararíkinum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2
18. juli. Arnolphus, deyður ár 641. Hann var biskupur í Metz. Eftir deyða hansara henda mong undurverk við grøv hansara, og hann varð skírdur halgimenni. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2
7. juli. Villebaldus, deyður í 787. Saman við pápa sínum Rikardi og bróðurinum Vunibaldus gjørdi hesin enski munkurin pílagrímsferð til Róm og var tann einasti, ið kom fram. Seinni gjørdist hann biskupur