rakna við. Tey gera nakað, sum er øðrvísi. Er tað ikki tað, ið list er millum annað, at skaka okkara vanliga hugsunarhátt ? 19. aprí vitjaði eg tað listarliga tjóðarsavnið, sum er tað størsta og vakrasta í [...] dripnir. Hettar er so víðakent og væl umtókt, at tað koma fólk kring allan knøttin at vera við til henda øra leik, sum er fra 6. til 14. juli. Steðgaðu eina løtu í býnum Zaragoza, sum er tann 5.størsti [...] støð, har vatntrot er. Tíðum stends klandur millum landspartarnar, hvaðani nú vatnið skal leiðast, og tá er tað stjórnin í Madrid, sum má siga, hvaðani vatnið skal fara. Serliga er tað á háslættanum, at
mær. Tí er tað so ringt at góðtaka, at tú ert so langt vekk og aldrin kemur aftur. So langt vekk, sum ongin av okkum røkkur her á foldum. Tí er tað so ringt at sleppa tær og góðtaka tað, ið hent er. Og tí [...] tær ein annan veg við skínandi strálu síni. Grát ei lítla vina mín. Títt ljós so bjart man skína. Eg skal biðja hestin mín bera byrðu tína. Grát ei lítla vina mín, tí myrkrið brátt man rýma og tá skalt tú [...] Eitt ár er júst farið, síðan tú fór frá okkum. Eitt ár í djúpari, endaleysari sorg og sakni. Eitt ár við gráti og svárari neyð. Eitt ár við spurningum og skuldarkenslu. Eitt ár við stúran fyri hesi løtu
Tað er so stutt síðani, hon var her heima og fylgdi beiggja sínum, sum doyði av somu sjúku, sum hon sjálv. Tá visti ongin, at hon sjálv var sjúk. Hon sá gott út, var tann Hjørdis, vit kendu. Glað og lívsfrísk [...] hanagleiv millum húsini. Vit báðar vóru sum sagt sera góðar. Vit kundu skemta saman, gleðast um tað lítla saman og tá trupulleikar av ymsum slag stungu seg upp, var gott hava hvørja aðra. Tú vart tann eg
saman í eina, vegna ov lítla tilmelding. Hinvegin, er altíð betri at fara á legu, tá ein er saman við øðrum – og serliga øðrum, sum ein kennir. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð at hon er á eini ungdómslegu [...] sita onnur ungfólk og rópa á sítt lið. Ein av hesum er 13 ára gamla Marin Petersen úr Søldarfirði. Hon situr í fótbóltsklæðum og er í gaggum, men er ikki í dysti. - Eg var nakað sein út, og tá vóru liðini [...] Nesvík: Tað er róp og skrál inni á vøllinum. Tað er skilligt, at her verður gingið upp í dystin við lív og sál. Nøkur ungfólk eru mitt í einum spennandi dysti á graslagda vøllinum niðanfyri leguhúsið.
Sæð í ljósinum av verandi samferðsluskipan um Skopunarfjørð er ikki trupult at finna stórar fyrimunir við einum komandi Sandoyartunnli. Og ikki er tað rímiligt einans at viðgera kostnaðin av Sandoyartunnlinum [...] ávíst áramál. 100 ára ætlan Líta vit hundrað ár fram í tíðina, sum í minsta lagi er livitíðin hjá einum undirsjóvartunnli, so er kostnaðurin av Sandoyartunnlinum sum kunnugt áleið 690 mió. kr ella áleið sjey [...] Yvir hundrað ár, við óbroyttum tølum, ein vinningur uppá lítla, hálva milliard krónur. Hallið hjá Teistanum Verandi rakstrarhall hjá Teistanum er áleið 10 mió kr árliga. Yvir hundrað ár gevur tað eina milliard
Folmer, vil ikki siga, hvussu nógv sjórænararnir fingu í loysigjaldi. Hann fegnast um, at manningin er latin leys. Hinvegin hevur hann ikki so nógv at fegnast um, tá tað snýr seg um sjálvt skipið, tí hann [...] tryggingarfelagnum hjá reiðarínum og uttanríkisráðnum í Keypmannahavn. Felagið hevur boðað frá, at tað er sera misnøgt við, hvussu teir ymsu partarnir hava handfarið sjóránið. Í samrøðu við DR í gjárkvøldið [...] Sjálvur helt hann, at uttanríkisráðið og reiðaríið hjá Danica White hava víst manningini ógvuliga lítla virðing seinastu næstan tríggjar mánaðarnar.
tú, at bønin er sterkasta megin, ið til er, so er ikki at isolera teg millum javnlíkar við hesari megini. Myndin av Miðflokkarfólki sum tey, ið halda seg hava patent uppá trúnna v.m., er skapt av øðrum [...] prátinum um vinstra og høgru er bundið at politiskum ideologium sum sosialismu og liberalismu. Tað er ikki nakað, ið vit lata okkum stýra av. Hjá okkum er tað Bíblian, ið er leiðandi. Tað ger tað trupult [...] stórur munur. Jenis av Rana: Tað er so mangt, sum skilur. Yvirhøvur er so nógv í amerikanskum politikki, ið vit ikki kunnu forlíka okkum við. Deyðarevsing til dømis er beinleiðis í stríð við tað, Bíblian
okkum øllum er stór og eingin verður gloymdur. Ommu- og langommubørn eru spent, tá hon tekur taskuna fram. Har er nokk okkurt gott í væntu…! Góða mamma, vit eru so hjartans takksom fyri, at tú er mamma okkara [...] Mamma er fjórða barnið av sjey børnum hjá Miu og Óla úti í Forna á Nesi Eysturoy. Mamman var ættað innan úr Gerði á Toftum og pápin var ættaður uttan úr Forna. Systkini vóru Andi, Sannebeth, Dania, mamma [...] blivu trý systkin: Oskar, Elinborg og Óli Heri. Oskar og Elinborg eru búsitandi á Toftum, og Óli Heri er búsitandi í Tórshavn. Tey fyrstu árini vit búðu á Toftum, plagdi pápi at fara til Íslands í januar
borgar fyri góðsku er alment kent. Hetta eru okkara bestu klassisku tónleikarar, og tað er við bivandi hjarta, at eg fari undir at skriva um tey. Hóast tey eru ómetaliga dugnalig, so er smakkurin ikki altíð [...] av “Du er ikke alene”, ið hann ognaði vinmanni sínum Peter Thorup, ið andaðist her fyri. Sebastian endaði framførsluna við at bjóða Aldubáruni á pallin við sær. Tey høvdu bert vant saman eina lítla løtu [...] fund í Norðurlandahúsinum við tí endamáli at vísa, hvat felagsskapirnir arbeiða við. Teirra virkisøkið er tónleikur og júst tónleikur var tað, ið var á skránni. Fjølbroytt skrá Koda og Gramex høvdu í samráð
Kommunurnar hava lítla og onga ávirkan á sosialuviðurskiftini kring um í landinum - alt er sentraliserað undir løgtinginum. Heilsuøkið - liggur næstan alt undir landinum. Vegir og Tunnlar - Tað er løgtingið, [...] avger, hvør skal hava veg til húsini og hvør má bíða. Tað er stovnur undir landinum - sum røkir alt vegasamband millum býir og bygdir í Føroyum. Tað er løgtingið, sum avger, um vegurin millum Tórshavn og Kollafjørð [...] ! Hetta er tó ein longri prosess og neyvan slepst undan, at tingið eisini í framtíðini fer at hava avgerandi orðið at siga í ávísum lokalmálum. Føroyar sum eitt valdømið - ein sápubløra Tað er altíð ein