liðfelagarnir í Västerås SK vunnu seg í kvøld víðari úr øðrum umfarinum í svensku steypakappingini. Í útidysti móti Enköping úr triðbestu deildini eydnaðist tað Västerås at vinna 2-1. Í steðginum var støðan [...] tá 63 minuttir vóru leiktir tryggjaði Melvin Ljungqvist Västerås pláss í triðja umfarinum í steypakappingini. Mattias setti álopið í gongd, ið førdi til sigursmálið. HER ber til frá Expressen at síggja [...] ið leyp hvøkk á Västerås við at leggja seg á odda 1-0 aftaná eitt mistak í verjuni hjá Västerås. Tá vóru 27 minuttir leiktir av dystinum. Beint undan steðginum eydnaðist tað tó Abdelrahman Boudah Saidi
Festivalurin fram í dag við konsertum frá útlendskum og føroyskum høvuðsnøvnum. Rasmus Seebach verður roknaður sum høvuðsnavn á Summar Festivalinum í ár, og hann hevur konsert á Vágsbø í kvøld klokkan 22 [...] hann ætlar at seta sama stóra show upp í Føroyum, sum hann plagar at hava á donskum festivalum. Fyri mong er Dynamit eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum, og í øllum førum megna teir at savna sera [...] sera stórar fjøldir á Vágsbø og at fáa gott lív í. Dynamit spælir klokkan 01. Í kvøld spæla eisini Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe, Grandma's Basement, Aggrasoppar, Maria Fagranes, Heine Lützen, Herborg Tor
Byrætturin í Oslo avgjørdi í dag, at varðhaldsfongslingin av 29 ára gamla Marius Borg Høiby verður longd við fýra vikum. Høiby, sum er sonur norsku krúnprinsessuna Mette-Marit, hevur síðan miðjan juli [...] ákærupunkti um harðskap í nærsambondum. Áður sat Høiby í vanligum fongsli, men vegna heilsustøðuna hjá Mette-Marit fekk hann loyvi at vera frælsisskerdur á Skaugum. Krúnprinsessan fekk í juni nýggj lungu. Løgreglan [...] framvegis er vandi fyri, at Høiby fremur nýggj lógarbrot. Marius Borg Høiby er ikki formliga limur í norska kongshúsinum. Hann varð føddur, áðrenn Mette-Marit gjørdist unnusta og seinni kona Haakon krúnprins
Eitt 58 metrar langt farmaskip sigldi í morgun á bryggjuna í Os í Noregi og fólk, sum búgva nærindis, hoyrdu eitt ógvusligt brak, tá skipið stoytti. Tað veit Verdens Gang at siga fyrrapartin. Norska løgreglan [...] hevur fingið nakað av materiellum skaða. - Talan er um eitt farmaskip á 58 metrar, og Bergens Tidende veit at siga, at skipið eisini hevur eina gravmaskinu umborð. Verdens Gang hevur verið í samband við fólk [...] gjøgnum stovuvindeygað, hevði skipið siglt á bryggjuna, sigur hon. Átaksleiðarin hjá norsku løgregluni í økinum, Tore-Andre Brakstad, sigur við Verdens Gang, at tey fara at tosa við skiparan. - Eingin illgruni
at siga, at umleið 100.000 smolt vóru í nótunum og fiskurin í nótini, sum seglbáturin sigldi inn í, varð fluttur umborð í ein brunnbát. Kyst.no endurgevur Mowi í Írlandi fyri at siga, at tá kavarar kannaðu [...] sigldi tíðliga gjáramorgunin bókstaviliga inn í ein aliring hjá felagnum, Mowi í Írlandi. Hetta var í aliøkinum út fyri Clare Island við innsiglingina til Clew Bay í County Mayo, og sagt verður, at báturin hevði [...] flotini og sigldi síðan inn í alinótina, har hann varð liggjandi. - Eingin fólkaskaði var og tey, sum vóru umborð í seglbátinum, vórðu flutt av bátinum til Clare Island, meðan Mowi fór í holt við at fáa bátin
THW Kiel lendi seinnapartin í dag, og í kvøld kundu fólk fegnast um at síggja Elias Ellefsen á Skipagøtu saman við liðfeløgunum í THW Kiel spæla dyst móti liðnum hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg [...] Norðberg, Valur. Valur avrikaði væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru íslendsku meistararnir á odda 16-15. Men í seinna hálvleiki vaknaði týski risin, og liðið úr Kiel vann seinna hálvleik 19-8, og harvið [...] THW Kiel hevur tvey stig, meðan H71 og Valur einki stig hava. Dysturin millum H71 og THW Kiel bleiv av ongum ígjár. Sunnudagin klokkan 13 spæla THW Kiel og GOG. Og klokkan 15 spæla H71 og Valur. Portalurin
og toppuppgerð í Wenzel Nordic Cup er júst leikt í høllini við Tjarnir. Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu 31-27 á Óla Mittún og hansara liðfeløgum í GOG. Í fyrra hálvleiki var [...] var GOG tó omaná, og í steðginum var liðið av Fjóni á odda 18-14. Í seinna hálvleiki var tað tó Kiel, ið var greitt omaná. Seinni hálvleikur endaði 17-9 til Kiel. Kiel hevði eina líknandi gongd móti Vali [...] Vali, har teir vóru seinir í upptrekkinum í fyrra hálvleiki, men vóru flúgvandi í seinna hálvleiki. Elias skoraði seks mál fyri THW Kiel, meðan Óli skoraði fimm mál fyri GOG. Systkinabørnini løgdu eisini
Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum var í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í Vestmanna. - Hópurin vildi fegin sleppa at fiska, og tað var skjótt, at fimm [...] Vestmanna kommunu. - Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður, og fiskiskapurin var nøkunlunda. Lagt verður aftrat, at á túrinum varð eisini siglt fram við landi og inn í nakrar holur við hondbóltsliðnum [...] sagt, at tað var ein sera væl nøgdur hópur, sum kom aftur á land eftir nakrar góðar tímar á sjónum og í føroysku náttúruni. - Sum tøkk fyri túrin fingu bátaeigararnir, Jákup Martin Andreassen, Rógvi Nielsen
hevur Russland í nátt lopið á næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv. Guvernørurin í Kharkiv-økinum sigur, at 10 fólk eru dripin í russiska rakettálopinum á býin. Soleiðis, sum sagt verður í aðrari grein her [...] In.fo í morgun, hava ukrainar rakt enn eina Wildberries-goymslu í russiska høvuðsstaðnum í nátt. Síðan miðskeiðis í juli hevur tað eydnast ukrainum at raka umleið 20 Wildberries-goymslur kring um í Russlandi [...] at tvey bretsk feløg hava latið Ukraina dronur, sum eru sendar eftir málum í Russlandi. - Stórabretland hevur verið ein av størstu stuðlunum hjá Ukraina, síðan Russland leyp á landið fyri hálvum fimta
Evrima kom til Havnar í morgun og eftir ferðaætlanini skal hon fara avstað aftur klokkan 15 í dag. Hon er á eini tíggju nátta ferð, sum byrjaði í Reykjavík týsdagin 18. august. Áðrenn Føroyar hevur skipið [...] starvsfólk fyri hvørt ferðafólk umborð, og skipið er sostatt í tí heilt dýra og eksklusiva endanum av ferðamannavinnuni. Evrima fór sína fyrstu ferð í oktober 2022 og var fyrsta skipið hjá The Ritz-Carlton Yacht [...] skipið vitjað Grundarfjørð og Vestmannaoyggjar í Íslandi. Eftir vitjanina í Havn gongur leiðin víðari til Lerwick, Kirkwall og Edinburgh. Evrima er ikki eitt vanligt stórt ferðamannaskip. Ritz-Carlton nevnir