Tutl? Í løtuni verður arbeitt við at savna tónleikin, sum er útgivin í 2022. Í hesum sambandi sóknast Tónleikasambandið eftir tónleiki, ið er útgivin í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. desember í 2022, [...] sum tað plagar – tað vil siga beinleiðis í sjónvarpinum, fullur salur í Norðurlandahúsinum og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli. Tiltakið er í ár fyri innbodnum gestum. Savnandi tiltak [...] meginfelag og landsfelag hjá tónlistafeløgunum í Føroyum og samstundis ovasti felagsskapur innan tónleikavirksemi, tað veri seg innan føroyska tónleikamentan og siðaarv í breiðastu merking, framleiðslu og framførslu
oddasessin í bestu kvinnudeildini hetta komandi kappingarárið, so spennandi verður at síggja, hvørjum henda fyrsta toppuppgerðin í ár endar við. Í fyrraárið vann KÍ sannførandi 4-1 á NSÍ í stórsteypadystinum [...] felagið Hoyr Stórsteypadysturin hjá kvinnunum leygardagin er fyriskipaður í samstarvi millum Fótbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, eins og gjørt var fyri viku síðani, tá ið KÍ og Víkingur spældu tann [...] er við í spælinum, merkir so eisini, at eitt vælgerandi endamál verður stuðlað, og hesaferð er tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá stórsteypadystunum báðum, umframt dystunum í september í fjør um
sum livir í havinum. Men karmarnir í gamla íshúsinum á Argjum eru alt ov trongir til at rúma tí stóra tørvinum á kunning um hesa veldugu og serstøku vistskipan, vit liva mitt í. Tí bað Sjósavnið í 2016, við [...] Tó vísir gransking, at samfeløgini í Norðuratlantshavi missa natúrliga og dagliga sambandið við havið. Tí er onki savn í Føroyum meira týðandi og upplagt enn eitt sjósavn. Verandi sjósavn hevur síðani [...] rúma fjølbroyttum virksemi. Tað skal vera ein altjóða vitanardepil fyri havumhvørvið í arktiska økinum. Fyrstu 25 mió í stuðli til byggingina eru fingnar til vega frá Tórshavnar Kommunu og Betri Stuðulsgrunninum
Frelsunarherurin hevur 20 pláss á Herberginum í Havn. Av teimum í alt 35 plássunum eru í dag bert tvey herbergspláss, og eru hesi á Herberginum í Havn. Við hesum átaki verður talið av herbergisplássum økt frá tveimum [...] at veturin er í nánd, og at tað er átrokandi at fáa gongd á hetta, er avgjørt at herbergisplássini vera tøk frá 1. oktobur í ár. Samstundis verður arbeitt við at gera nakrar tillagingar í bygninginum, ið [...] tríggir sjálvbodnir felagsskapir, sum í dag fáa stuðul til at veita serlig bútilboð til heimleys. Blái Krossur í Havn hevur sjey pláss, Umsorganarheimið Gloria í Klaksvík hevur átta pláss og Frelsunarherurin
skipaði fyri í Auluni í Finsen í gjárkvøldið, gekk væl og fylgdi løgdu skránni. Eini hálvthundrað fólk høvdu leitað sær inn í Auluna, hóast veðrið var illfýsið, umframt smá trýhundrað, sum fylgdu við í stroymingini [...] áhugaverda framløgu um bústaðartrotið í Føroyum, orsøkir til tess og avleiðingarnar av tí. Tað var nakað, ið gav bæði áhoyrarum í salinum, teimum, ið fylgdu við í stroymingini og pallborðsluttakarunum [...] Ólavur í Geil fyri Miðflokkin. Áhugafelagið ”Lutaíbúðir” takkar pallborðsluttakarunum og politisku flokkunum fyri at taka av okkara áheitan um at royna at loysa bústaðartrotið, tykkum, íð møttu upp í Finsen
Í meira enn trý ár hava nógv av fremstu leiklistafólkunum í Føroyum boykottað Tjóðpall Føroya. Orsøkin til boykottið var, at sami stjóri var settur aftur í mars 2020, og at tey hildu ikki, at viðurskiftini [...] Tjóðpallinum vóru nøktandi. Í dag hevur Leiklistafylkingin 2020 avblást boykottið. Tey viðurkenna, at støðan er løst fast, og at einki kemur burtur úr boykottinum. Í einari fráboðan í dag siga tey millum annað: [...] skuldi mynda leiðsluna á Tjóðpallinum í samanlagt 20 ár. Tey vístu á, at ongar veruligar eftirmetingar vóru gjørdar av Tjóðpallinum, at setanartilgongdin av stjóranum í 2020 var merkt av vantandi innliti
kappast í Special Olympics, bert at man hevur serligan tørv, ger sítt besta, og venur regluliga. Umfram at luttaka í heimsleikum, so luttaka føroyskir íðkarar javan í ymiskum smærri kappingum í Føroyum og [...] ið eru serliga íðin í sínum ítrótti. Parasport hevur havt luttakarar við í Special Olympisku summarleikunum síðani 2023, og er eisini ætlanin at verða við tá leikirnir verða í Chile í 2027. Ongi krøv eru [...] tit melda til. Møtið í ítróttarklæðum - ella havið venjingarklæðir og venjingarskógvar við. Tey, ið skulu svimja, mugu taka svimjiklæðir og handklæði við. Møguleiki er at skifta í skiftirúminum á staðnum
Í londunum rundan um okkum, hevur alivinnan ofta trupulleikar av hvalspýggjum sum kunnu koma fyri í stórum nøgdum. Í Noregi hevur hvalspýggjan Apolemia uvaria verið ein serlig avbjóðing. Høvuðsendamálið [...] har kýnsbúgvin individ av djórinum svimja í sjónum. Í heitu summarmánaðunum skjóta margføtlurnar smáar hvalspýggjur út, sum síðani kunnu búnast og nørast í stórum tali. Úrslitið er ein hvalspýggju-larva [...] serliga nú havøkið kring okkum er í broyting, men annars at kanna útbreiðslu og fjølbroytni av hvalspýggjum sum heild. Vit síggja oftast hvalspýggjurnar tá teir sveima í vatnskorpuni, sum dømi er við Apolemia
fekk als ikki fatur í kroatisku skjúttunum og gjørdu okkara nógvar villur í álopinum. Okkara spældu 7 móti 6 í álopinum, men villurnar vóru dýrar og fingu kroatar fleiri ferðir kasta í tómt mál. Føroyar [...] upp til sítt besta fyri at hótta Kroatia í dag. Fyri góðum ári síðani taptu okkara við einum málið móti teimum í EM-endaspælinum, men tað hepnaðist minni væl í dag og Føroyar taptu 22-17. Føroyar komu [...] leiðsluna. Rúnar Hammer var størsta hóttanin í føroyska álopinum í dag, og var hann eisini toppskjútti við 5 málum. Føroyar skulu nú spæla um 5. – 11. pláss í kappingini, hetta saman við Egyptalandi, Póllandi
stuðla á hendan hátt. Í ár er avtala gjørd um fígging til sjey verkætlanir, sum eru við til at styrkja føroyskt mentanarlív í breiðastu merking. Nakrar av verkætlanunum hava verið í gongd í nøkur ár, meðan aðrar [...] gjørdar við teirri treyt, at avvarðandi føroyskir myndugleikar í Føroyum taka undir við teimum. Og verða pengarnir ikki nýttir til endamálið í lógarásetta tíðarskeiðinum, falla teir aftur til statin. Jav [...] Nýggjur bygningur til Ítróttaháskúlan í Vági, ið skal vera við til at framtíðartryggja vælumtókta háskúlan. Umvæling av søguligu hølunum hjá Føroya Fólkaháskúla í Havn. Nýggj útgerð og ljóðføri til Føroya