har millum træið og tess greinar kann forkomast og missast. Og tí verður heitt á okkum at verða verandi greinar á trænum, og so sjálvandi ikki at spotta ella speireka hesa okkara gávu og lívssamband, sum [...] royta nálir og bløð av greinini í neðra fyri soleiðis at fríðka seg sjálva ? heldur enn at tær allar áttu at peika á tað træið, har tær vóru settar og í lívi og levnaði royndu at byggja upp og lívga um træið [...] sjálvsøkni og maktgirnd bara at hugsa um sjálvan seg og sína egnu grein. Eitt træ er ein heild, har allar greinarnar eiga at sleppa upp í part ? har tær allar fingu sína uppgávu at røkja, og so skuldi verið
sum av nøkrum verður nýtt sum grundgeving fyri, at bara vit trúgva og biðja nóg nógv og sterkt nokk, so er einki ómøguligt fyri okkum. Og fáa vit ikki tað vit biðja um, ja so er tað okkara trúgv tað er nakað [...] gerast galdandi okkum, at tað er hann, sum ber okkum og heldur okkum uppi. Tí verður hann eisini nevndur trúarinnar upphavsmaður og fulkomnari. Trúgvin og harvið eisini bønin eru ikki eginleikar við okkum [...] trúgva og biðja er ikki altíð at fáa tað, vit vilja, men at finna frið í tí, at eg eri við heila mær og øllum tí, sum mítt er í Guds vilja. Men tá eri eg eisini í góðum hondum. Tú best mær tørv og trongd
dimensión, ein spontanitet og eina trúgv, sum ikki er bangin fyri at dálka sína hendur av ótta fyri, hvat hini siga; serliga tey, sum hava sítt uppá tað turra, bæði andaliga og materielt. Íblásturin aftanfyri [...] annan rekamann: »Harraguð, vit eru bara menniskju«. Og hin svarar: »Sum um tað ikki er ríkiligt.« Storm P., sum alt sítt lív hevði ein serligan alsk til og ans fyri gatubørnunum, samfelagsins útskotum, var [...] spreingifarlig, tí hon kann sortera og døma. Hetta er tann trúgvin, sum vit í NT kenna undir hugtakinum fariseisma, har skriftin hevur størri týdning enn meðmenniskjað, og har meðmenniskjað tískil mangan verður
hansara í orði hansara og gera tað, hann har biður okkum, og so biðja til hansara og leggja alt okkara í hansara hendur. Lat okkum tosa við hann sum við ein góðan vin um øll viðurskifti. Og lat okkum ikki gevast [...] likams og sálar, arbeiðsloysi, trupul uppvøkstur, trupul menniskju og sorg. Men í øllum lívsins viðurskiftum okkara sigur hann: Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg [...] móttaka fyrigeving og hjálp, okkum er tørvur á. »Hann var særdur vára synda vegna«, skrivar Jesaja profetur, »og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans
livir ? og hann livir fyri teg. Hann megnar at lyfta allar steinar, sum steingja vegin til himmals fyri tær. Og hann, ið hevur hetta vald og hesa megi, er nær hjá tær. Við lið tína stendur hann og sigur: [...] land, skuldi veltast burtur. Frammanfyri hesum steini hevði ætt eftir ætt steðga í vónloysi og avmakt. Ræðsla og myrkur hevði fylt teirra tilveru. Kerúbar við glampandi logasvørði høvdu vart atgongdina til [...] sigur: Óttast ikki, eg eri tín endurloysari. Gev teg trygt yvir í mínar hendur. Einki er ov tungt og trupult fyri meg! Amen! John S. Myllhamar
í halgan okkara, koma at líkjast honum meiri og meiri, soleiðis at vit gerast betur og betur før fyri, at viðganga brek okkara og mistøk, og til at fara til rætta viðkomandi, fyri at biðja um fyrigeving [...] mangan út fyri, at mistaka okkum, bæði í orðum og verki, men tað tykist altíð so tungt, at viðganga okkara brek, og enn verri at fara til rætta viðkomandi og biðja um fyrigeving. Men Guð ynskir, at vit í [...] menniskja, sum livir í trúnni á syndanna fyrigeving, og livir av øllum tí, sum Guð eigur at geva, -tað kann trykt leggja lív sítt í Guðs hendur og biðja bønina: Verði vilji tín, sum í himli so á jørð!
Guðs fyrigevandi náði, so verður fyrigeving eisini okkara ynski og mál. Tú boyggj mítt hjarta, mildi Guð, at friður valdar sinn? og hug?, og ei eg frá tær víki; tú minn meg á tað hjartalag, tú bart so mangan [...] teirra skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í himmiríkið. Matt. 5, 20 Tað sinnalagið, sum svarar til 5. boð, er tað fyrigevandi sinnalagið. Tað, ið ikki søkir egnan rætt og æru, men heldur roynir [...] roynir at skapa frið og semju. Ógjørligt er at gera nágreiniligar reglur fyri hesum, og tað er heldur ikki tað, Jesus ger, tá ið hann í fjallatalu síni nevnir tvey dømi, sum lættliga kunnu koma fyri. Fyrst
um, at hann vil og kann taka okkara ævigu leitan í sínar hendur og føra okkum heim til sín. Við sínum deyða og uppreisn hevur Jesus Kristus slóðað vegin inn í Guds ríki. "Eg komi aftur og skal taka tykkum [...] ferð. Nógvar øldir skuldu ganga og tveir sáttmálar: Gamla og Nýggja Testamenti. Men í fylling tíðanna, kom Jesus. Í honum er Gud sjálvur komin okkum á møti í leitan og tráan okkara. Tó á tann hátt, at [...] ferðina, Gud frá upphavi beyð tey fyrstu menniskjuni um at uppfylla jørðina og leggja hana undir seg, hava menniskju nátt størri og størri málum. Hvørt stig á vísdómsleið leiðir alsamt til tað næsta. Komandi
okkum eru upplærd við at leggja lív okkara í Harrans hendur. Og hóast alt er forgongiligt, har grasið visnar, og blóman følnar, stendur eitt eftir, og tað eru orð Harrans, ið standa til ævigar tíðir. Guð [...] óansæð um illveðrið leikar í og skaddan hongur tjúkk oman yvir okkum. Tí áðrenn vit leggja frá landi fáa vit ta aldargomlu heilsanina við okkum frá ommun og abbum, foreldrum og vinum: »Jesus fylgi tær«! Hesa [...] himnastrondini og himnasandinum fyri framman. Vit liva í einum forgongiligum heimi, har alt mangan tykist meiningsleyst. Men ein meining er, tí Harrin hevur lagt ævinleikan niður í hvørt mannahjarta. Og líta vit
enn, vit liva her og nú. Og her og nú skulu vit bera Guds kærleika víðari til næstan. Menniskju vilja fáa lut í Guds náði og kærleika. Tað er onkur, sum hevur sagt, at vit eru Guds hendur í heiminum. Vit [...] at vit skulu virka her í trúskapi. Vit skulu liva her og nú og ikki gloyma foldarlív, uppgávur og skyldur okkara. Vit tæna Gudi við at tæna lívinum og næstanum. Tað er trúskap ella ótrúskap okkara í hesum [...] Uttanum lívið og næstan sleppa vit ikki. Gerningar okkara eru okkara vitnisburður. Gud krevur av okkum kristnu kærleika, tolsemi og rættvísi. Hann krevur av okkum, at vit eru trúverdug og sonn. Her og nú verður