hátt í nøkur ár. ?Hetta er tað einkulta hendingin, ið størst orka og flestir pengar eru nýttir til. Sjálvar fyrireikingarnar hava kostað einar 60.000 krónur, sigur Niklas. Hann sigur, at teir hava gagnnýtt [...] Ein skuldi trúð, at flogbóltur var best umtókta ítróttagreinin í Føroyum. Í øllum førum um tú hyggur eftir uppmøtingini og stemninginum í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin. Føroyskur flogbóltur hevur [...] líknandi síðani stórheitstíðina í áttatiárunum. Karmarnir rundanum dystirnar leygardagin vóru nakað av tí besta, sum hevur verið at síggja í Føroyum. Fyrireikararnir hava veruliga gjøllað fyriskipað eitt
HM-finalan í stuttleikatelving - um vit so kunnu siga - fer fram í Noregi, verður tíðliga í morginári farið undir dystirnir í níggjunda og seinasta umfari í EM-kappingini fyri landslið í talvi í Batumi í Georgia [...] kviktalvum, tá hava telvararnir fimtan minuttir í part til hvørt talvið. Til endans vera fýra snartalv, tá fimm minuttir eru í part til hvørt talvið. Í gjár og í dag høvdu telvararnir hálvan tíma í part til [...] sínum fyrsta ósigri í kappingini. Hann hevði fimm stig eftir seks dystir, men tapti í dag fyri Michael Adams, sum í nógv ár hevur verið stinnasti telvarin í Bretlandi. Toppdystirnir í morgin eru hesir:
Gevork Vartanjan sum njósnari í Miðeystri og í Vesturheiminum í meiri enn 30 ár. Hann gavst í fregnartænastuni í 1992. Tá var Sovjetsamveldið ikki til longur. Loyniligt í 57 ár Tað er ikki nakað nýtt, at [...] fundinum var landgongdin í Norðurfraklandi eitt hálvt ár seinni. Byrjaði sum 16 ára gamal Gevork Vartanjan varð borin í heim í býnum Rostov-na-Donu har suðuri í Russlandi tann 17. februar í 1924. Pápi hansara [...] stóru í sambandi við fundin í Teheran. Hetta verður millum annað lýst í franska filminum "Teheran 43". Men navnið Gevork Vartanjan var í mong, mong ár eitt væl dult loyndarmál. Tað var ikki fyrr enn í 2000
Norðoyastevnan verður 75 ár í ár og í Klaksvík eru tey farin í gongd við at fyrireika ársins fyrstu summarstevnu. Kappróðrarbátarnir í Klaksvík hava fingið nýggja atløgubryggju. Tveir stabbar eru stoyptir [...] Heimavirkið, sum liggur í grannalagnum hevur fyri stuttum fingið munandi ábøtur. Norðoyarstevnan í ár verður 4. og 5. juni. [...] Klaksvík siga tey eisini at Í næstum verður eisini ein brúgv gjørd yvirum Ósánna, so tað høgligari slepst yvir á ífylluna á Sandinum. Her verður eisini fríðkað um við millum annað parkljósum. Eisini Heimavirkið
at spæla við B36 í ár. Tað merkir, at vit nú hava tann hópin, sum vit høvdu ætlað okkum í ár, sigur Kristjan a Neystabø, stjóri í FC Tórshavn. Sum skilst, so inniber loysnin millum annað, at Sylla fær loyvi [...] segði, at tað bar illa til hja honum at spæla fótbólt í Føroyum í ár. Orsøkirnar til hetta voru personligir. Spæliloyvið hevur to alla tiðina verið í B36, og nú tykist ein loysn vera funnin á trupulleikanum [...] loyvi at ferðast til Fraklands, tá steðgur er í landskappingini av landsliðsávum ella øðrum.
Samferðsla Fyrst í komandi árið verður farið undir arbeiðið at gera nýggja ferjulegu i Trongisvági. Tað ætlar í hvussu so er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum. Men skal tað eydnast at [...] 25 milliónir av til ferjuleguna komandi ár og so verður neyðugt at seta einar 25-30 milliónir av í 2004. Heldur Trongisvág enn Vág Nú ætlanin er at gera ferjulegu í Trongisvági, er framvegis onki nýtt um [...] verið um at gera í Vági. ?Vit hava ikki fíggjarliga orku til at gera alt og tí mugu vit fyrst og fremst gera tað, sum skal gerast. Og bæði Strandferðslan, Landsverkfrøðingurin og umsitingin í Vinnumálastýrinum
rættarfundinum í Eystara Landsrætti, sum í hesum døgum er í Føroyum, kom fram, at heili 570 skjøl (biløg) vóru til skjals í málinum. Søgan er í stuttum, at ein tunesari, sum hevur búð eini 20 ár í Føroyum, og [...] at bróður høvuðsákærda fekk dóm í Føroya Rætti, misti hann starv sítt gjøgnum 12 ár í floghavnini í Kastrup. Í rættinum fríggjadagin kom fram, at bróðurin nú einki annað visti sær, enn at arbeiða fyri [...] og í mong ár hevur havt eina grillbarr, ella eitt sonevnt pizzaria, í fleiri ár fram til 2008 hevði havt hesar báðar bróður- og systirsynirnar í arbeiði hjá sær. Eftir ein túr, sum hesir tríggir høvdu
byggivirksemi rundan um í økinum. Ottar býr uppi í Sørpum, har fleiri hús eru í gerð, men eisini eru nógv hús í økinum, har fólk hava búð í longri og styttri tíð. Ottar og konan fluttu inn í mai. Tapti tólv kilo [...] Sandavágur er ein bygd í allar fagrasta blóma. Summarið er í nánd og hóast tað hevur oysregnað onkran dagin í vikuni, so hava vit havt fleiri góðveðursdagar í síðstuni. Hetta sæst eisini aftur í Sandavági, har [...] húsini. Men tað er ikki einans í havanum, at tað veksur og blómar. Byggivirksemið í Sandavági er øgiligt og eru ikki færri enn 19 hús ávegis. Tað er í niðaru útstykkingini í Sørpum, at 12 hús eru á veg,
útselt og í ár er einki undantak. Í ár hevur tó longu verið útselt í fleiri mánaðir, hóast Vobotn ikki verður fyrr enn 24. juni. Onkur eru, sum hava atgongumerki til yvirs og tí selja tey millum annað í Fac [...] Facebook-bólkinum, Rótikassin. Í gjár bleiv eitt atgongumerki selt fyri 1300 krónur, meðan eitt annað fór fyri 980 krónur. Vanligur prísur á atgongumerkinum hevur annars verið 650 krónur. Enn er altso yvir [...] enn meiri ótolin eftir at tryggja sær eitt atgongumerki til tiltakið, sum altso hevur verið útselt í fleiri mánaðir longu.
sum eru limir í Heystframsýningarbólkinum. Torbjørn Olsen málar við litum og strokum kenslur inn í sínar myndir, sum aftur í ár eru frálíkar og sum eg ummældi 8. sept. her í blaðnum. Í ár er tað Marius [...] við dygdina at gera, tí framsýningin í ár er minst líka góð sum tann í fjør, kanska betri. Erotisk arabesk Tólvmannaði listafólkabólkurin er í ár minkaður niður í 11, tí Rannvá Kunoy ikki hevur sæð seg [...] sæst best í framsýningarrúminum. Listafólkini hava í hyggju til næsta ár at seta ein beinan vegg upp soleiðis, at endaveggurin ikki er so ójavnur sum nú. Grundin til, at hann riggar sera væl í ár er upphangingin