Skipið Bandero, sum hoyrir til Captain Paul Watson Foundation, fekk fyrr í vikuni noktað loyvi at koma í havn í Faxaflóa í Íslandi. Tað skrivar mbl.is. Sambært Ásgeiri Erlendssyni, upplýsingaleiðara hjá [...] støði í einari váðameting, sum embætið hjá ríkisløgreglustjóranum hevði gjørt. – Hóast skip hava rætt til friðarliga ferð innan fyri íslendska sjómarkið, er torført at halda uppá, at ferðin hjá hesum skipinum [...] fyrireiking, tá Bandero fór undir tær atgerðirnar móti hvalveiðiskipinum Hvali 9, sum seinni førdu til, at íslendskir myndugleikar fóru umborð á skipið og tóku tamarhald á tí. Myndatekstur: Íslendska Sjóverjan
hvat hevur elvt til tilburðin, og um talan er um eitt lokalt stríð. Skottilburðurin fór fram í bústaðarøkinum Agervang í sunnara parti av Holbæk. Økið, sum áður hevur skift navn til Grønneparken, er í [...] Midt- og Vestsjællands Politi er til staðar á fleiri støðum í Holbæk eftir skottilburðin, sum varð fráboðaður umleið klokkan 15.45 lokala tíð. Løgreglan hevur váttað, at fleiri fólk eru rakt, men vil enn
sum koma til Føroya, hava góðar møguleikar at læra føroyskt og gerast ein virkin partur av føroyska samfelagnum. – Tað er tí vandi fyri, at ein miseydnaður integratiónspolitikkur kann elva til parallellsamfeløg [...] kunnu leggja okkara felags virðir, livihættir og mentan undir óneyðugt trýst, stendur í viðmerkingunum til fyrispurningin. Fyrispurningurin varð settur á Løgtingi 24. august. Jacob Vestergaard skal nú svara
stovukonsertirnar eru lidnar, savnast øll til stóru felagsløtuna, har Steintór Rasmussen og Tróndur Enni fara at spæla kendu sangirnar, sum tey flestu duga at syngja við til. Áhugin fyri Suðurljóð hevur verið [...] Brekkugili og Brekkulág karmur um eina heilt serliga tónleikauppliving. Umleið 300 fólk verða við til tiltakið, har áhoyrararnir ganga millum ymisku stovurnar og uppliva tónleikararnar heilt nær. Hvør
Sambært felagnum eru júst fingnar 50 milliónir evrur frá privatum íleggjarum. Pengarnir skulu brúkast til at menna rakettvirksemið og fyrireika næstu uppsendingarnar. Verður ætlanin hildin, kann hetta gerast [...] møguleikar Føroyar hava innan rúmdarvinnu. Hann vísir á, at Føroyar liggja landafrøðiliga væl fyri til bæði móttøkustøðir fyri fylgisveinadátur og møguligt annað rúmdarvirksemi. HyImpulse sigur, at nýggi [...] frá bæði vinnuligum, almennum og verjutengdum kundum. SaxaVord hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til nýggju kunngerðina. Kelda: Shetland News.
bestu donsku hondbóltsdeildini. Dysturin í Skansen høllini í Nørresundby endaði við stórsigri 34-21 til Keypmannahavn. Heimaliðið var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Keypmannahavn á odda 17-14 [...] útiliðið 17-7, og harvið dystin 34-21. Maria skoraði trý mál upp á fimm málroyndir. Hon legði upp til tvey mál, og vann eisini liðnum eitt brotskast. Keypmannahavn hevur fýra stig fyri tríggjar dystir [...] 26-33 (15-16) fyri Fredericia. Rannvá var noterað fyri eitt mál. Ejstrup hevur framvegis fyrsta stigið til góðar aftaná tveir dystir.
kanning er gjørd í samstarvi við Lóður. Til ber at tilmelda seg til ráðstevnuna við at senda teldupost á kris@kris.fo ella við at ringja á 448181. Eisini ber til at tekna seg á www.nlh.fo . Kostnaður fyri
enn hetta? ##med3## Livilig kor hava sent tilfar og kunning til almenna Kringvarpið um málið, til leiðaran á tíðindadeildini, journalistar og til kringvarpsstjóran sjálvan. KVF hevur havt alt tilfarið liggjandi [...] Tvøroyrar kommunu hevur einki øki skilmarkað til serliga dálkandi ídnað, og tí er spurnatekin sett við, um Tvøroyrar kommuna yvirhøvur hevur heimild at veita byggiloyvi til slíkt virksemi. Livilig kor hava gjørt [...] frá nevndarformanninum í Varðanum, at felagið einki fær gjørt uttan at bíða og vita, um byggiloyvið til protein- og lýsiverksmiðju verður givið. Í tíðindastubbanum varð greitt frá, at útbyggingin kann ikki
odds upp á dystin. Oddsini upp á heimasigur til FC Hoyvík liggja millum 9,00 og 10,50. Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,50 og 6,90. Oddsini upp á útisigur til FC Suðuroy liggja millum 1,15 og 1,19. HER
í triðja undanumfarinum í Europa League. Lech Poznan vann sostatt ein samlaðan 6-0 sigur. HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen: https://in.fo/news-detail/nu-hongur-ki-i-kloenum-europatradi [...] móti lettiska liðnum, FC Riga um rættin at kappast í deildarspælinum í Conference League. HER ber til við pólskum frásøgumanni at síggja hæddarpunktini frá dystinum KÍ-Lech Poznan 0-5 (0-1). Við eitt sindur