annan tíma um dagin og havi eg sett mær nøkur mál fyri framman, um heilsan verður. Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at verða virkin? - Fyri umleið 35 árum síðan setti eg fokus á fitness/bo [...] Hvat gert tú fyri at halda teg sunnan? - Eg eri tilvitaður um matin, sum eg keypi og eti í gerandisdegnum. Mín vanligi kostur er fiskur, soltið kjøt, høsnarungi, egg og rótfruktir umframt grønmeti. Um [...] burtur frá sukri í gerandisdegnum. Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur? - Tað er sera umráðandi fyri meg at vera virkin. Eg venji styrkivenjing og cardio fleiri ferðir um vikuna. Hetta gevur mær orku
14, skrivar TV Nord. Miðaldarkirkjan, sum eitur Sankt Laurentii Kirke, liggur í sandheyggjum vestan fyri Skagen. 48 sløkkiliðsfólk eru antin komin ella eru kallað inn, segði átaksleiðarin Per Vedsted frá [...] Beredskab seint seinnapartin við Ritzau. - Vit hava ikki tamarhald á eldinum, segði hann klokkan 16:20. Ein avbjóðing er at fáa nóg mikið av vatni. Harumframt hevur tað víst seg, at eldurin er farin um [...] Vedsted. Átakið hjá sløkkiliðsmonnunum vendir móti Skagen Klitplantage, einar tíggju kilometrar sunnan fyri Skagen. Meira enn ein hektar er brent. Tilbúgvingin fevnir millum annað um sløkkiliðsfólk og útgerð
Ein 20 ára gamal fransmaður er aftur í varðhaldi hjá løgregluni, eftir at tað eydnaðist honum í síðstu viku at sleppa úr einum fongsli í Lyon í eini tasku hjá einum fanga, hann sett í sellu saman við. [...] hansara til. Søgan sigur ikki, hvussu tað eydnaðist honum at koma úr fongslinum í taskuni. Flýggjanin hjá 20 ára gamla manninum varð ikki uppdagað fyrr enn meira enn 24 tímar seinni. Maðurin varð handtikin, tá [...] nærhendis Lyon. Hann situr fleiri fongsulsrevsingar og er eisini framvegis kannaður av løgregluni fyri mál um skipað brotsverk. Løgreglan hevur illgruna um, at hann hevur verið við í einum dupultum drápi
bæði Conference League og HM fyri felagslið. Harumframt tryggjaði Chelsea sær fjórða plássið í Premier League, og sostatt luttøku í Champions League. Chelsea vann eisini HM fyri felagslið í 2021. Tó var hetta [...] Chelsea er heimsmeistari í fótbólti fyri felagslið. Paris Saint Germain hevði eina rættiliga greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum at vinna finaluna á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New [...] fyrsta stóra endaspælið við 32 liðum. Chelsea-Paris Saint Germain 3-0 (3-0) 1-0 Cole Palmer ('22 ) 2-0 Cole Palmer ('30 ) 3-0 Joao Pedro ('43 ) HER ber til at síggja hæddarpunktini frá HM-finaluni millum
Skráin fyri fjórðingsfinalurnar: Mikukvøldið klokkan 20: Noreg-Italia (Genéve) Hóskvøldið klokkan 20: Svøríki-Ongland (Zürich) Fríggjakvøldið klokkan 20: Spania-Sveis (Bern) Leygarkvøldið klokkan 20: Fra [...] fyrstu málini nakrantíð í einum EM-endaspæli. Ongland-Wales 6-1 (4-0) 1-0 Georgia Stanway, br. ('13 ) 2-0 Ella Toone ('21 ) 3-0 Lauren Hemp ('30 ) 4-0 Alessia Russo ('44 ) 5-0 Beth Mead ('72 ) 5-1 Hannah Cain [...] Frakland-Týskland (Basel) Hálvfinalurnar vera leiktar týskvøldið 22. juli, og mikukvøldið 23. juli klokkan 20. Finalan verður leikt sunnudagin 27. juli klokkan 17.
og liðfelagarnir í KA vóru í dag fyri stórtapi í botnuppgerð í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Á útivølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði tapti KA heili 0-5 fyri FH. Tá Jóan Símun kom á vøllin [...] vøllin beint eftir steðgin var støðan 2-0. KA er næstaftast í deildini við 15 stigum. Komandi leygardag hevur KA heimadyst móti Akranesi, ið liggur aftast í deildini við 12 stigum.
Bilurin kom til Føroyar tann 14. apríl 1998 og skrásettur tann 23. apríl við nummarplátunum Fø 55.300. Fyri 20 árum síðan keypti Hans Jákup Michelsen bilin frá Hans Elmari Poulsen. Bilurin er framvegis væl hildin [...] Norra tá, og var hetta hansara fyrsti bilur. Hann keypti bilin sum brúktan fyri 1.500 norskar krónur og setti hann í stand fyri umleið somu upphædd. Bilin átti hann í fimm ár og hevði bert góð minnir frá [...] verður lagt til merkis við hesum Ford Anglia er bakrúturin, ið vendir skeivan veg. Hetta er gjørt fyri at rúturin altíð skal vera reinur og útsýnið aftur eftir er gott. Anglia var ein modernaður og væl
seg at vera eitt dulnevni fyri finska forsetan, Alexander Stubb. Tað upplýsir finska tabloid-blaðið Ilta-Sanomat. Eftir at hava klárað ein tein uppá 750 metrar av svimjing, 20 kilometrar á súkklu og fimm
loysnirnar eru, og hvørjar raðfestingar skulu gerast. Marjun Debes vísir á, at barnagarðurin nærkast 20 árum, og her verður neyðugt við viðlíkahaldi, har eitt nú vindeygu skulu skiftast, og aðrar møguligar [...] høllini í nýggja partinum verður neyðugt við ábótum, tí ljóðviðurskiftini eru ikki nóg góð, hvørki fyri børn ella lærarar, sigur hon. ##med7## Frítíð og vinnulív Marjun S. Debes kundi eisini hugsað sær [...] slíka tilgongd við fleiri lendisgøtum kring í umhvørvinum. Hon heldur eisini, at vinnan hevur brúk fyri betri framtíðarkørmum í Skopun, og her kundi hon hugsað sær, at nývalda bygdarráðið saman setti út
Hvat gert tú fyri at halda teg sunna? - Ja, hvat er tað at vera sunn? Í mínum optikki er tað at halda kroppin sterkan og at vera sálarliga í balansu. Her hevur renning og at ganga í haganum heilt stóran [...] stóran týdning fyri mína sunnheit. Tað sigur Óluva Zachariasen. - Eg renni fleiri ferðir um vikuna, bæði eftir sløttum og í haganum. Elski teir longu túrarnar, sum gott kunnu vara fleiri tímar. Venji eisini [...] eisini eitt sindur av styrkivenjing, mest fyri at fyribyrgja skaðar. Hon vísir á, at tá ræður um tað, hon etur, roynir hon at hugsa um kostráðini við nógvum grønmeti, fiski og øðrum, men hon sigur, at hon