nýtist at seta mørk fyri, hvat ber til, er Jens eitt livandi dømi um. Men tað eru ikki bara kilometrarnir, úrslitini og áhaldnið, sum gera hann serligan. Tað er minst líka nógv tann gleðin og jaligi h [...] kilometrar um árið. Jens er í dag 78 ár, men ferðin er framvegis góð. So seint sum í gjár rann hann Føroya vakrasta hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágs upp á 1:51:40. Hetta var tað seinasta av seks hálvmaratonum [...] arnar á hillina og í staðin royna seg við renning. Tað var í 2006. Hann byrjaði spakuliga við 200 metrum, og haðani økti Jens stigvíst um teinin. Tað, sum byrjaði við 200 metrum, mentist við tíðini til
Ein jarðskjálvti, sum er máldur til 4,5 á Richterskalanum, hevur rakt Norðurnoreg í kvøld. Tað veit Euro-Mediterranean Seismological Centre (EMSC) at siga, og tað var Verdens Gang, sum var fyrst við tíðindunum
triðingur av kappingin er liðugur, hevur Víkingur 42 stig, og tað eru bara tvey stig fram til B71, sum er oddalið, og sjey stig eru aftur til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi. Um tvær vikur verður toppuppgerð [...] Jarnskor er eitt av heilt kendu fótbóltsnøvnunum í Gøtu, og soleiðis hevur tað verið í fleiri ættarlið. Í dag áttu Jarnskor menn trý av teimum fýra málunum í Runavík. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað 18 [...] so var tað innskifti 16 ára gamli Pauli Jarnskor, sum átta minuttir undan leikloki fyri fyrstu ferð var málskjútti í 1. deild, tá ið hann økti um munin til 3-0. Sjey minuttir eftir steðgin var tað Markus
ini í sínum egna aðalráði. – Landsstýrismaðurin er hinvegin av teirri fatan, at tað er bæði lógligt og sakligt at geva Búnaðarstovuni tænastuboð, um tað verður neyðugt, stendur í svarinum. Hann vísir millum [...] i. – Niðurstøðan er sostatt tann, at tað ikki er galdandi nøkur avmarking, sum avmarkar rættin til at geva tænastuboð, stendur í svarinum. Jacob Vestergaard heldur eisini, at einki er, sum ger tænastuboðini [...] nú. Tað veit Jacob Vestergaard ikki. Hann vísir á, at málið yvirskipað snýr seg um ognartøku eftir býarskipanarlógini og vatnlógini. Tað eru málsøki hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum. – Tað er tí
uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, at Iran er nær við at fáa eina avtalu í lag við Oman um sigling og rakstur av einari nýggjari leið gjøgnum Hormuzsundið. Men tað merkir ikki, at sundið verður latið upp [...] verður ikki latið upp aftur, fyrr enn USA hevur gingið undir øll krøvini, sum Iran setti leygardagin. Tað sigur iranska Revolutiónsverjan í dag. Mohammad Bagher Zolghadr, trygdarleiðari í Iran, legði í gjár [...] iransk ogn verður latin leys, og at álopini á sameindu hjá Iran í økinum halda uppat. – Okkara ætlan er at halda Hormuzsundið stongt, til fíggindin hevur góðtikið allar okkara treytir, sigur Revolutiónsverjan
a herinum fyri at seinka samráðingarnar millum grannalondini. Tronga farleiðin, sum Hormussundið er, er ein av heimsins týdningarmestu siglingarleiðum fyri olju-og gassútflutning. Áðrenn Donald Trump leyp [...] strategiskt týdningarmikla Hormussundið. Londini eru eisini samd um at deila inntøkurnar frá sundinum. Tað veit iranska tíðindastovan, Tasnim, at siga í dag, og tíðindastovan endurgevur talsfólk hjá iransku
statt, tá tað varð álopið. Óvist er eisini, hvussu stórir skaðarnir á tangaskipið eru, men Tasnim sigur seg vita, at eingin av manningini er deyður, eingin hevur fingið løstir, men at manningin er farin av [...] Jask. Ógreiða er eisini um smálutirnar í hesum álopinum. Ónevndar amerikanska keldur vátta yvirfyri Reuters, at USA í dag hevur lopið á fleiri iransk tangaskip, og USA sigur, at hetta er svar upp á, at [...] Iran hevur roynt at leypa á fleiri amerikansk herskip í økinum. Wall Street Journal veit at siga, at tað eydnaðist ikki iranum at raka amerikansku skipini í álopunum. Iranska kollveltingarhirðin hevur í dag
Innflutningurin úr Íslandi er vaksin 278 milliónir krónur eftir einum ári. Tað vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya fyri 12 mánaða tíðarskeiðið frá juli 2025 til juni 2026. Ísland er sostatt landið uttan fyri [...] fyri ES, haðani føroyski innflutningurin er vaksin mest. Tilsamans innfluttu Føroyar vørur fyri knappar 11,8 milliardir krónur í uppgerðarárinum. Tað eru góðar 1,2 milliardir krónur – ella 11,8 prosent – [...] og plantuoljum vaks samstundis knappar 161 milliónir krónur. Sambært Hagstovuni snýr hetta seg fyri tað mesta um rapsolju. Minni brennievni – hægri virði Virðið á innflutta brennievninum og øðrum oljuúrdráttum
Tað skrivar Dariusz Zablocki í einum uppslagi í Facebook-bólkinum Hoyvíksbólkurin í morgun. Sambært honum varð innbrotið framt í nátt, millum 26. og 27. august. Bussurin stóð parkeraður við Hoyvíkshøllina [...] eisini á foreldur, sum halda seg vita nakað um hendingina, um at taka málið upp við børn síni. Talan er um ein buss hjá Bygdaleiðum, sum sambært myndunum stóð á parkeringsøkinum við Hoyvíkshøllina.
Tað gongur fram av einum brævi, sum Fifa hevur almannakunngjørt sambært Sky News. – Vit viðurkenna, at mistøk vórðu gjørd í tilgongdini kring uppskotið um at stovna Fifa Forward Enterprise. Vit viðurkenna [...] støður ikki endurtaka seg. Úrslitið av kanningini verður lagt fyri Fifa-ráðið á næsta fundinum. Hetta er fyrsta almenna umberingin frá Infantino, síðani Fifa legði fram – og stutt eftir dró aftur – uppskotið [...] seinastu vikurnar hevur verið fyri hørðum atfinningum. Millum annað hevur Uefa boðað frá, at álitið á Fifa er burtur, og danska fótbóltssambandið DBU, føroyska fótbóltssambandið FSF og onnur hava eisini sagt,