fyri Ritzau. Flokkurin fær 7,1 prosent. Tað er vánaligasta úrslitið hjá Venstre, síðani Voxmeter byrjaði at gera kanningarnar fyri tíðindastovuna í 2001. Munurin er stórur samanborið við undirtøkuna, sum [...] segði seg hava sæð Troels Lund Poulsen sum náttúrliga leiðaran fyri bláa vongin, men legði afturat, at tað krevur, at hann tekur leiðsluna alla tíðina. Ritzau
vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini fyri næstu viku. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. [...] Teir koma inn at landa í vikuni. - Ein er júst byrjaður nýggjan túr, og ein frystitrolari er eisini til fiskiskap, verður lagt aftrat. Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa tosk
sum skrivað hevur verið um á Facebook í bólkinum Mammur í Føroyum. Tað er ein mamma, sum skrivaði soleiðis: Hey tit allar Hetta er bert ein ávaring til allar mammur. Dótturin og ein vinkona stóðu i b [...] en svartan Mercedes bil. Løgreglan er kontaktað. Vaktleiðarin á politistøðini í morgun sigur, at tey nú hava kannað málið. Hóast fleiri hava meldað slíkan tilburð, so er talan um ein einstakan tilburð, sigur
Bakkafrost hevði eitt rakstrarúrslit upp á 273 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi í ár. Tað er meira enn fýrafalt so nógv sum sama tíðarskeið í fjør, tá rakstrarúrslitið var 65 milliónir krónur. Framgongdin [...] hóast laksaprísurin fall meira enn væntað gjøgnum ársfjórðingin. Kortini er ein nýggj avbjóðing í eygsjón. – Støðan á fóðurmarknaðinum er óvanlig. Prísirnir á ávísum fóður-rávørum hækka nú meira, enn vit áður [...] fóðurvirki Bakkafrost boðar samstundis frá, at nýggja fóðurvirkið á Havsbrún er um at verða tikið í nýtslu. Sambært stjóranum fer tað at geva felagnum størri møguleikar at tillaga fóðurblandingarnar í eini
Føroya, og at tað er týdningarmikið, at tey fáa góðar møguleikar at gerast partur av samfelagnum. Samstundis skal lóggávan tryggja greiðar karmar fyri, hvør kann fáa varandi uppihald. Málið er at finna eina
á myndina niðanfyri. Møguleiki er eisini at koma á gátt í kommunuskrivstovuni eftir skránni í pappírsformi. Alt í skránni er ókeypis, undantikið har kostnaður ella søla er upplýst. Vestmannadagar_2026_skra_A4 [...] fram til sunnudagin 6. september við alskyns tiltøkum fyri bæði stór og smá. Bakkavegur verður fyri tað mesta karmur um Vestmannadagarnar, har m.a. konsertir, framsýningar, kappingar og framløgur verða á [...] siðvenjuni, har vinnan og aðrir aktørar, sum halda til inni á Fjørð, bjóða á gátt fríggjadag. Leygardagurin er rúgvumiklasti dagurin, har vit sum vanligt byrja við stóra morgunmatarborðinum í høllini. Síðan verður
uppi. Uttan fleiri fiskidagar var tí vandi fyri, at bátarnir í bólkinum noyddust at liggja tað, sum eftir er av fiskárinum. Bólkur 5B fevnir um útróðrarbátar undir 15 tons, sum royna á innaru leiðunum [...] bólkurin 750 eyka fiskidagar at býta sínámillum restina av 2026. Málið varð skundviðgjørt í Løgtinginum. Tað merkir, at tær tríggjar viðgerðirnar eru avgreiddar skjótari enn vanligt, so bátarnir kunnu halda fram
ningurin er vaksin góðar 1,4 milliardir krónur, ella 11,8 prosent. Hagstovan skrivar, at útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað. Ú [...] uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 11,9 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks næstan 22 túsund tons, ella 22 prosent. Útflutningsvirðið á toski er vaksið knappar [...] Útflutta nøgdin er vaksin við 3,4 prosentum. Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES, "Asia annars", "Afrika annars" og til Miðeysturs. Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina,
Hetta vísa tøl hjá ísraelska herinum, og tað er ávísin, Haaretz, sum endurgevur. Við í hesum tølum eru ikki teir, sum hava tikið lívið av sær eftir, at teir vóru farnir úr krígnum. Higartil í ár hava 19
upplýsir Tórshavnar havn. Viking Mira er eitt spildurnýtt skip. Tað varð bygt á Fincantieri-skipasmiðjuni í Ancona í Italia og latið reiðarínum í mai í ár. Skipið er 239 metrar langt, 31 metrar breitt og [...] annað Geiranger, Molde og Flåm. Skipið siglir undir norskum flaggi og er partur av flotanum hjá Viking Cruises. Sambært Tórshavnar havn er Torcargo Faroes umboðsfelag hjá skipinum í Føroyum. Keldur: Tórshavnar [...] og hevur 499 ferðafólkakømur. Pláss er fyri í mesta lagi 998 ferðafólkum. Viking Mira kemur úr Seyðisfirði í Íslandi og heldur eftir vitjanina í Føroyum leiðina fram til Bergen. Síðani gongur ferðin víðari