andstøðuflokkinum í fíggjarmálum leggur dent á, at tað verður sjálvandi undir ávísum treytum, at javnaðarflokkurin fer at taka undir við fíggjarlógini. ? Gongur samgongan okkum á møti í ávísum krøvum, eru [...] javnaðarflokkinum eru í høvuðsheitinum at meiri peningur verður játtaður á sosiala økinum. ? Vit fara t.d. at krevja, at fólkapensjónin og aðrar sosialar pensjónir hækka, at meiri pengar verða settir av til [...] og týðiliga frá, at verða krøv okkara gingin á møti í rímiligt mát, eru vit eisini til reiðar at atkvøða fyri fíggjarlógini, sigur talsmaður floksins í fíggjarmálum fyri Sosialinum. Hann sigur, at fer ikki
samanberuligt við tað gamla og so Margarinfabrikkin. Og í báðum húsunum eru fólk sett at taka sær av tí praktiska. Nú sum fyrr eru nógv dugandi fólk í øllum aldri fús at spæla sjónleik. Alt skuldi verið gott [...] gongur tíðin, men nú eg hugsi meg um, eru skjótt fýra ár síðan eg sá Gøtuna, ein í allar mátar góður leikur. Soltið og svangligt í eitt 5 ella 10 ára skeið. (Sjálvandi hava verið aðrir leikir, men fáir teirra [...] næstan ikki til at siga tað: men verður nú eisini ráð til at spæla sjónleik? Verða nýggjar framførslur í báðum húsunum ísenn? Eitt er, sum sjeytiárini høvdu og eg sáran sakni. Tað er ein leiðari, leikstjóri
undanfarni landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum fyri einum góðum ári síðani gjørdi av stovna eitt heim fyri fólk í barndømi í Havn. Ætlanin var víst í verki, tí á fíggjarlógini í ár vórðu fýra milliónir [...] flyta inn. Helena Dam á Neystabø, sum nú er landsstýrismaður, í almanna- og heilsumálum, sigur, at heimið er liðugt og klárt at flyta inn í Ongin leiðari funnin Men tá ið ongin framvegis er fluttur inn [...] sera dýr. Tí eru fíggjarligir fyrimunir í at hava størri eindir, tí so so kostar hvørt plássið minni. Helena Dam á Neystabø sigur, at ætlanin er ikki at seta pengar av á fíggjarlógini fyri komandi ár til
TINGIÐ viðgerð í løtuni fíggjarlógar-uppskotið hjá sjálvstýrislandsstýrinum. Vit skulu her tríva eitt sindur í mentanarøkið, sum eftir øllum at døma tykist fullkomiliga slept uppá fjall av landsstýrinum [...] skotið er ein skríggjandi andsøgn millum øll tey vøkru orðini og veruleikan, tí í roynd og veru eru eingir nýggir pengar komnir til mentarnarøkið. JÁTTANIN til onkrar mentanarstovnar er hækkað, eitt nú [...] fremst í sínum skjøldri. Teir tosa um føroyskan identitet, samleika ol. Men tað hava teir gloymt alt um, nú fíggjarlógaruppskotið skuldi fáast frá hondini. TAÐ skal vera vón okkara, at tingfólk í samgo
ikki um fá ár koma í somu støðu, sum »Føroya Lærarafelag« var í, tá teir goldu pengar aftur fyri at sleppa at vera »kreds 118«. Ella dømi um sjóverjutyrluna. Hví hava teir havt hana í øll hesi árini, og [...] væl brúkbarir á øllum økjum, bara teir ikki starvast í Føroy-um. Umhugsunarvert. Knappliga er Danmark í kapping við fleiri onnur lond um at fáa fatur í hesi arbeiðsmegi. Skjøtil er settur á. »Frá høvdinum [...] oyrum í bankanum osfr. Hann vil ræðast allar broytingar, men sjálvandi sigur hann tað ikki. Hann sigur, at hann hugsar um tey veiku í samfelagnum, knappliga verður gjørt vart við, at tað er synd í teimum
verið stongt í sjey ár og í fjør leigaði Havsbrún virkið frá Føroya Banka til at frysta makrel og gullaks. Hetta gav nógv arbeiði á virkinum eina tíð. Virkið hevur sum nevnt ligið stilt í sjey ár og eingin [...] tað ikki komið. Tað fyrsta, sum skal gerast er at fáa maskinurnar út, so ein kann síggja í hvørjum standi virkið er í. Virkið er stórt og hevur nógvar tilbygningar, og skal ein fara undir eina nýggja framleiðslu [...] eingin hevur gjørt nakað fyri at fáa tað í gongd aftur. Nú fingu vit møguleikan og vit tóku av. Um ein ikki ger nakað við virkið nú, so fer tað í »fisk«, sigur Poul Huus Sólstein Tað er neyvan rætt at satsa
stig fyri at halda gongd í málinum. Hann visti eisini at siga, at ein slíkur flogvøllur skuldi vera einar 800 metrar langur. Vanliga uppfatanin í Tvøroyrar Býráð er, at støðan í Suðuroynni er so vánalig [...] var at flyta somu vøru úr Suðuroynni inn í Eysturoynna. Henda ávísa vøran kostaði 1,25 kr. at flyta úr Havn í Eysturoynna, hon kostaði 3,50 kr. at flyta úr Noregi í Eysturoynna, men hon kostaði kostaði 5 [...] 5,25 kr. at flyta úr Suðuroynni inn í Eysturoynna. Hvussu skal vinnulívið í Suðuroynni verða kappingarført undir slíkum umstøðum, spurdi hann. Vit síggja, hvussu Suðureysturoy blómar - tí hon hevur gott
eisini á, at ongi útlit vóru til, at orðini í samgonguskjalinum um at dagføra suðuroyar siglingina beinanvegin, verða hildin. Í hvussu so er, eru ongir pengar settir av til Strandfersluna til tað endamálið [...] ímillum Suðuroynna og Havnina um dagin - hvønn dag í vikuni, frá 1. januar 1999 at rokna. Samstundis samtykti býráðið at heita á løgtingið um at seta pengar av á komandi fíggjarlóg at kanna spurniningin um [...] farleið norður um fjørð. Men skulu vit gera okkum nakrar sum helst vónir um at gera okkum galdandi í oljuvinnuni komandi árini, kunnu vit als ikki liva við einum túri um dagin. Hann helt, at tað bleiv
NSÍ verður kortini ikki at síggja í 1. deild í ár. Hondbóltsnevndin í Nes Sókar Ítróttarfelag hevur sæð veruleikan í eyguni og hevur tí valt at leggja allan hondbóltin í felagnum niður! Mona Langgaard úr [...] GÍ gjørt, men í Gøtu var ikki áhugi fyri at gera hetta hjá monnunum eisini. GÍ/NSÍ spælir í 1. deild hjá kvinnum, og hetta verður einasta deildin, NSÍ verður umboðað í hondbóltinum í ár. Í Runavík stendur [...] ítróttargreinarnar, og nú fótbólturin verður tikin í alsamt størri álvara, og pengar eru komnir upp í spælið, er greitt, at hondbólturin gongur eini strævnari tíð í møti. Ein loysn hevur verið samanlegging, og
eru komnir longri í tí, tú hevur í hyggju at fara undir, og í hesum sambandinum hevði tað ikki verið av leið hjá føroyskum ábyrgdarmonnum í fótbóltinum og hjá teimum, sum eru áhuga í at stuðla, at leita [...] Leiftur í Gundadal, har teir skulu vera gestir hjá B36. Saman við fótbóltsspælarunum koma einir fimtan stuðlar hjá fótbóltsliðnum ella kanska fleiri enn tað. Í hesum døgum verðyr nógv tosað um pengar í føroyskum [...] Íslandi hesi seinnu árini ikki hevur verið tað, sum hon var áðrenn íslendingar í 1972 fluttu fiskimarkið út á 50 fjórðingar og í 1977 út á 200 fjórðingar, so eru tað ivaleyst føroyskir fiskimenn, sum kenna