Seinasta kappingarár vann mansliðið hjá NSÍ sær uppflyting til 1. deild, men NSÍ verður kortini ikki at síggja í 1. deild í ár.
Hondbóltsnevndin í Nes Sókar Ítróttarfelag hevur sæð veruleikan í eyguni og hevur tí valt at leggja allan hondbóltin í felagnum niður!
Mona Langgaard úr hondbóltsnevndini hjá NSÍ harmast sera nógv um, at hetta stigið mátti takast, men hon ásannar, at einki annað var at gera.
? Teir, sum spældu hondbólt í fjør og sum eisini skuldu gera tað í ár, eru teir somu, sum spæla fótbólt. Teir eru nú allir sáttmálabundnir at fótbóltinum, og eftirsum fótbóltsvenjingin byrjar aftur longu í januar, var einki annað í at velja enn at taka liðið úr kappingini, sigur Mona Langgaard.
Hon sigur, at áhugin fyri hondbóltinum á eystara armi av Skálafjørðinum er sera lítil.
? Vit kallaðu inn til fundar í september, har vit lýstu, at øll sum hava áhuga fyri hondbóltinum, vóru vælkomin. Tá avtornaði, møtti bert nevndin og tveir spælarar á fundinum.
Herfyri lýsti NSÍ í útvarpinum, at venjingin byrjaði aftur mikukvøldið í hesi vikuni. Venjingin kundi ikki byrja, fyrr enn fótbólturin var liðugur, og til fyrstu venjingina møttu seks unglingaspælarar umframt tveir eldri. Sama kvøldið tók nevndin avgerðina um at ikki bert taka liðið hjá monnunum úr 1. deild, men at leggja allan hondbóltin í felagnum niður.
? Tað er sera harmiligt, ja næstan pínligt, men tað fær ikki verið øðrvísi, sigur Mona Langgaard, sum vónar, at onkur reaktión kemur frá eitt nú foreldrum, nú yngru liðini eisini eru tikin úr kappingini.
? Trupulleikin er, at ov fá eru hugað at taka ábyrgd. Vit, sum sita í hondbóltsnevndini, spæla allar sjálvar, og størsta orsøkin til, at vit sita í nenvdini, er stutt og greitt, tí eingin annar var at fara í nevndina, sigur hon.
Frægari at taka
stigið beinanvegin
Tað hevur eisini gingið striltið at fáa venjarar til tey ymsu liðini hjá NSÍ.
? Tað eru ikki nógvir pengar at taka av ? høllin er dýr, og eingin hevur hug at vera venjari, um tey ikki fáa onkra samsýning fyri tað, sigur Mona Langgaard.
Hon ásannar, at NSÍ nú kann vænta sær eina fitta bót frá HSF fyri allar úrmeldingarnar, men sum hon sjálv sigur, er tað frægari at taka stigið beinanvegin heldur enn at fara at geva avboð til dystir, tí tað ikki ber til at manna lið.
? Tað er sera spell fyri tey, sum veruliga hava hug at spæla hondbólt her á staðnum, men tað gerst ikki við, sigur Mona Langgaard.
Tað er hugsandi, at onkur av hesum fer til eitt nú StÍF ella GÍ at spæla, og tað er vandi fyri, at hesir mistu spælararnir ikki koma aftur til felagið.
Sostatt má staðfestast, at NSÍ var fyrsta felagið, har hondbólturin veruliga tapti móti fótbóltinum. Tað hevur altíð verið kapping millum hesar báðar ítróttargreinarnar, og nú fótbólturin verður tikin í alsamt størri álvara, og pengar eru komnir upp í spælið, er greitt, at hondbólturin gongur eini strævnari tíð í møti.
Ein loysn hevur verið samanlegging, og tað hava bestu kvinnuliðini hjá NSÍ og GÍ gjørt, men í Gøtu var ikki áhugi fyri at gera hetta hjá monnunum eisini.
GÍ/NSÍ spælir í 1. deild hjá kvinnum, og hetta verður einasta deildin, NSÍ verður umboðað í hondbóltinum í ár.
Í Runavík stendur ein stór ítróttarhøll, sum nú so at siga bert verður brúkt til innandurafótbólt.
Tað kunnu teir í Kollafirði so hava sína meining um?










