landsvegurin nú er heilt stongdur frá Skála, umvegis Skálafjørð og Skipaneskrossin og víðari til avkoyringina til Syðrugøtu. Talan er um eitt rættiliga langt vegastrekki, og enn ber ikki til at siga, hvussu
framvegis livir sterkt í Estlandi, Lettlandi og Litava, og at søgan hevur lært fólkið har, at frælsi ikki er nakað, sum kann takast fyri givið. Frá Sovjetsamveldinum til ES og NATO Løkke vísir eisini á stóru [...] teirra frælsi er ein fortreyt fyri okkara. Tað skilti Uffe Ellemann fyri 35 árum síðani. Og tað er líka satt í dag.
Íslandi. Eftir vitjanina í Havn gongur leiðin víðari til Lerwick, Kirkwall og Edinburgh. Evrima er ikki eitt vanligt stórt ferðamannaskip. Ritz-Carlton nevnir hana eina yacht, og hóast hon er 190 metrar [...] Hetta merkir, at tað næstan er eitt starvsfólk fyri hvørt ferðafólk umborð, og skipið er sostatt í tí heilt dýra og eksklusiva endanum av ferðamannavinnuni. Evrima fór sína fyrstu ferð í oktober 2022 og var
málskjútti. Tað hevur hann ikki verið í landskappingini síðani 12. apríl, tá ið hann í 2-0 sigrinum á heimavølli ímóti 07 Vestur skoraði seinna málið. Meðan dagsskráin hjá NSÍ er heilt hugalig, nú setningurin [...] Uppflytararnir mistu í summar toppskjúttan Simon Jørgensen, og álitið í verjuni Jákup Jakobsen hevur ikki verið við síðani summarsteðgin. Tað er sera stórur smeitur. Setningurin hjá Skála ÍF er at vinna seg
Norðragøtu í dag kemst av, at arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði er ikki heilt liðugt enn. Tað gongur rætta vegin, og tað verður vónað, at ÍF fer at spæla í Fuglafirði um tvær [...] uppleggið, og í triðja førinum var tað Ruben Møller-Nielsen, sum legði upp. So sá tað út til at verða heilt ljótt hjá B36. Men síðsta stóra hálva tíman skoraði B36 trý mál, og ÍF vann 9-3. Stefan Djumic minkaði
virðið á handritunum til millum 80.000 og 100.000 krónur. – Vit vita ikki, nær ein slíkur dýrgripur verður tøkur aftur, og tað hevur heilt vist eisini verið við til at skapa stóra áhugan og høga prísin, sigur [...] metingin á 15.000 til 20.000 krónur. Eitt grátt sett, sum Susse Wold var í sum Gitte Grå, varð hinvegin ikki selt. – Matador er í dag ein av best umtóktu sjónvarpsrøðunum í Danmark og stendur sum ein partur
samanhangandi dagar við valdið í Italia. Harvið fór hon fram um aðru stjórnina hjá Silvio Berlusconi, sum sat í 1.412 dagar. Metið er serliga merkisvert í einum landi, sum er kent fyri politiskan óstøðugleika [...] 651 skrásettar komur, meðan talið í 2025 var 66.316. Men hóast nýggja metið er politiska framtíðin ikki uttan óvissu. Greinarar hava víst á, at avmarkað framgongd hevur verið við grundleggjandi bygnaða [...] italski forsætisráðharrin, ið samanlagt hevur sitið longst. Hann var stjórnarleiðari í fýra umførum og sat tilsamans í umleið níggju ár. Tær longst sitandi stjórnirnar síðan 1943 Meloni er nú fremst við 1.413
– Eg haldi ikki, at tingini skulu vera, sum tey altíð hava verið. Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, eftir ríkisfundin við Beinir Johannesen løgmann og grønlendska landsstýrisformannin [...] sum Danmark, Føroyar og Grønland eru partur av. Hon vísir á, at fyri bara fimm árum síðani høvdu heilt onnur mál fylt mest á einum ríkisfundi. Á hesum ríkisfundinum var svarið greitt, tá hon varð spurd
hendir ikki alt í einum, men stigvíst. Gongdin er longu byrjað og fer at merkjast meira, sum árini líða. Og fólkini, sum ikki longur kunnu liva, har tey hava livað, hvørva ikki. Tey loysa seg ikki upp í [...] sum ein sauna - og tú finnur ikki hurðina út. Frásøgnin gjørdi stórt inntrykk á meg. Tá ið kvinnur, sum skulu eiga, noyðast inn á eitt hotell fyri at fáa køling, er hitin ikki longur bara eitt samrøðuevni [...] sum fyrr varð roknað sum nakrir heilt óvanliga heitir dagar, er í fleiri evropeiskum stórbýum við at gerast ein nýggjur veruleiki. Veðurlagsbroytingarnar eru nevniliga ikki bara nakað, sum granskarar rokna
Løgtinginum, var hansara serligi máti at vera og virða tey, hann ikki var samdur við. Tað var í lagi at vera samdur um at vera ósamdur. Ein ikki heilt sjálvsagdur eginleiki, tá bylgjurnar kunnu ganga høgt. Fyri [...] valdur í Løgtingið. Flemming metti seg tó ikki kunna røkja bygdaráðs- og løgtingssessin til fulnar samstundis. Tí segði hann sessin frá sær í Vágs bygdaráði í 1980 og sat síðan sum løgtingsmaður til 1994. Hann [...] Hann varð síðan aftur valdur í 1998 og sat tá til 2002. Tá var Flemming 71 ára gamal og valdi ikki at stilla uppaftur. Flemming Mikkelsen umboðaði Sambandsflokkin í Fíggjarnevndini, Marknaðarnevndini og