FSF skrivar: - Við samlaðum 6-1 sigri á 07 Vestur og 7-1 sigri á Víkingi hava HB og KÍ tryggjað sær pláss í finaluni um Løgmanssteypið hjá kvinnum —————— Søgan endurtekur seg í steypakappingini hjá kvinnum [...] verða tað HB og KÍ, sum fara at stríðast um Løgmanssteypið, tá liðini hittast í finaluni, sum verður á Tórsvølli leygardagin 19. september klokkan 18:30. Týskvøldið var seinna hálvfinalan millum HB og 07 Vestur [...] Vestur á skránni. HB vann fyrru hálvfinaluna 3-0, og aftur týskvøldið vóru tær reyð-svørtu omaná. Úrslitið gjørdist 3-1 til HB, sum sostatt vann 6-1 samanlagt. Í hinari hálvfinaluni møttust KÍ og Víkingur
Fuglafirði kundi ÍF ígjár á facebookvanga felagsins kunngera góð tíðindi til fjeppararnar. ÍF skrivar á facebookvanga sínum: - Ruben Møller Nielsen hevur í kvøld longt sáttmálan við ÍF í tvey ár. Sterki [...] 4. apríl vann ÍF 4-2, og 27. juni vann ÍF 2-1 á FC Hoyvík. ÍF hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Oddsini upp á heimasigur til ÍF liggja millum 1 [...] skorað níggju mál fyri besta liðið hjá ÍF. Við nýggja sáttmálanum fer Ruben nú undir sítt 5. og 6. ár í ÍF-búnanum, og tað eru vit í Fuglafirði sera glað fyri. Skrivar ÍF. ---------------------------------
FSF skrivar: - HB er vinnari av steypakappingini fyri U15 dreingir. Teir reyð-svørtu vunnu hóskvøldið ein tryggan 5-1 sigur á Víkingi. Palli Bernhardsson Petersen legði HB á odda 1-0 og 2-0, áðrenn dagsins [...] dagsins spælari, Allan Ramiro Joensen stutt fyri steðgin økti til 3-0. Í seinna hálvleiki helt HB fram har teir sleptu, og tá avtornaði stóð 5-1 á máltalvuni. Allan Ramiro Joensen skoraði til 4-0, William [...] Eyðnar Isaksen í yvirtíðini minkaði um munin fyri Víking. Aftaná dystin varð Allan Ramiro Joensen hjá HB valdur til dagsins spælara. Skrivar FSF.
graslíkinum í Fløtugerði. Og tað gekk ikki soleiðis, sum stigatalvan kundi bent á, at tað fór at gera. ÍF var á fjórða plássi við 33 stigum, og FC Hoyvík var undir strikuni við 19 stigum. Men í kvøld endaði [...] Hoyvík við 22 stigum omanfyri niðurflytingarstrikuna. Undir strikuni eru EB/Streymur við 8 stigum og HB við 20 stigum. FC Hoyvík legði ágangandi fyri og spældi seg til góðar málmøguleikar, og í fimta plássi [...] munin til 2-1 til FC Hoyvík, og tað varð úrslitið. Sunnudagin 6. september NSÍ – EB/Streymur: kl. 13.00 HB – B71: kl. 15.00 B36 – FC Suðuroy: kl. 12.30 Mánadagin 7.september TB – Víkingur: kl. 16.00
kvinnum millum KÍ og HB heldur fram. Seinnapartin vunnu bæði liðini stórsigrar á heimavølli. HB vann í Gundadali 5-0 (1-0) á Skála ÍF, og við Djúpumýru vann KÍ 4-0 (2-0) á Víkingi. HB-Skála ÍF 5-0 (1-0) 1-0 Julia [...] fo KÍ er fremst við 43 stigum. HB hevur 41 stig, og Víkingur hevur 27 stig. Skála ÍF er aftast við 11 stigum. Komandi sunnudag verður toppdystur í Klaksvík millum KÍ og HB.
B36. Tað eru fimm umfør eftir av kappingini, og eftir hetta umfarið er FC Suðuroy 14 stig frammanfyri ÍF, sum er einasta liðið, ið kann taka uppflytingina frá FC Suðuroy. Tí er tað ikki ein spurningur, um [...] uppflytingin verður veruleiki. Tá fer FC Suðuroy at spæla á heimavølli ímóti longu uppflutta B71, og tá fer ÍF, sum fríggjakvøldið tapti 2-1 á heimavølli ímóti FC Hoyvík, at spæla á útivølli ímóti NSÍ. Hálvleiksstøðan [...] 1. deild. B36 er á sjeynda plássi við 23 stigum. Tað eru trý stig aftur til níggjunda plássið, sum HB er á við 20 stigum. FC Hoyvík er á áttanda plássi við 22 stigum. Leygardagin verður grannauppgerð,
spælt sunnudagin. Á Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ 4-0 á Víkingi, og í Gundadali vann HB 5-0 á Skála. Í niðara bólki vann ÍF 4-2 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, og á Dungasandi í Sørvági vann 07 Vestur 2-1 á [...] FSF skrivar: - Við meira enn helvtina av atkvøðunum á sona appini, varð Livyan Silva úr B36 vald til besta spælara í MeistaraDeildini hjá kvinnum í august mánaði —————— Fult umfar í MeistaraDeildini hjá
ÍF skrivar á facebookvanga sínum: - Brøðurnir, á Lakjuni halda fram saman! Markus og Jógvan á Lakjuni halda báðir fram í reyðu ÍF-blusuni og verða sostatt framvegis ein partur av hópinum komandi árini [...] hjá ÍF. Markus hevur leikt 59 dystir og skorað eitt mál, meðan Jógvan hevur leikt 46 dystir og skorað fýra mál. Vit gleða okkum til framvegis at síggja brøðurnar á Lakjuni í Fløtugerði í reyða ÍF-búnanum [...] ÍF-búnanum! Skrivar ÍF. Kelda: Faroesoccer
FSF skrivar: - Hvør var besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í august? Teir tilnevndu eru Mathias Voss og Heini Sørensen úr HB, og Petur Knudsen úr NSÍ —————— HB eigur tveir og NSÍ ein, nú atkvøðast [...] í MeistaraDeildini hjá monnum í august mánaði. Teir tilnevndu eru Mathias Voss og Heini Sørensen úr HB, ið hava verið millum berandi kreftirnar í góðu gongdini hjá havnarfelagnum seinastu vikurnar, og Petur