Endamálið er at forða fyri, at ov nógv hús og íbúðir verða tikin av vanliga bústaðarmarknaðinum og í staðin leigað út til ferðafólk. Uppskotssetararnir vísa á, at stutttíðarleiga fleiri staðni ger tað truplari [...] stutttíðarleigubústaðir og hava eftirlit við, at reglurnar verða hildnar. Tær kunnu krevja upplýsingar frá útleigarum, útleigupallum, streymveitarum og øðrum, og brot á reglurnar kunnu revsast við sekt.
umsita kravdu pensjónsuppsparingina hjá føroyingum? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan [...] skattskyldu í Føroyum, skulu sambært lóg spara saman til sína egnu eftirløn. Bundna eftirlønargjaldið er frá 1. januar í ár 12 prosent av lønini. Pengarnir skulu gjaldast til ein góðkendan eftirlønarveitara
Hon vil millum annað hava at vita, hvørja ávirkan tað hevði havt á búskapin og effektiviseringina av fiskiskapinum, um tað varð loyvt føroyskum skipum at fiska við tveimum trolum. Løgtingskvinnan spyr [...] hava fyri umhvørvið og fiskastovnarnar. Í hesum sambandi vil hon hava landsstýrismannin at greiða frá møguligari ávirkan á djúpvatnsfiskiskapin á ytru leið og á nøgdina av hjáveiðu. At enda spyr hon, um [...] effektivt sum gjørligt. – Mestsum allir nýggir trolbátar eru útgjørdir til at fiska við tveimum trolum. Sum er, verður møguleikin at vera so effektivur sum gjørligt ikki nýttur í fiskiskapi undir Føroyum, vísir
i. Sambært einum svari frá landsstýriskvinnuni bíða 292 børn og ung eftir útgreining. Bíðitíðin er umleið 24 mánaðir. Samstundis bíða 811 vaksin eftir ADHD-útgreining, og har er bíðitíðin umleið 36 mánaðir [...] Sjúkrahúsverkinum er í løtuni bert eitt serlæknastarv mannað í barna- og ungdómspsykiatriini. Talan er enntá bara um eitt starv á 0,8. Bjørt Lind heldur, at hetta vísir, hvussu stórur tørvurin er á at byggja [...] ð í barna- og ungdómspsykiatriini. Tað er sambært løgtingskvinnuni eitt týðandi stig á leiðini at byggja upp størri serfrøði á økinum. Útbúgvingin til serpsykolog er ein fýra ára víðari útbúgving fyri
avleiðingar fyri landskassan, tí talið av føroyskum viku- og mánaðarbløðum er lítið. Hinvegin heldur hon, at betri treytir kundu gjørt tað lættari at stovna og reka nýggj føroysk magasin. – Um fleiri viku- og [...] Hon spyr, hví føroysk viku- og mánaðarbløð ikki eru fevnd av undantakinum frá meirvirðisgjaldi, soleiðis sum vanlig tíðindabløð eru sambært lógini um meirvirðisgjald. Samstundis spyr hon, um landsstýrismaðurin [...] unum vísir Astrið Breckmann á, at hon nýliga hevði fund við blaðið Kvinna, har eigararnir greiddu frá, at mvg-skipanin leggur eina óneyðuga fíggjarliga byrðu á útgávuna. Hon heldur, at føroysk viku- og
Tað er ikki nóg greitt, hvussu gjøld fyri læknahjálp til útlendingar verða handfarin í læknavaktini. Tað heldur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, sum tí hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu [...] kunnu tó vera ymisk alt eftir, hvar viðkomandi er búsitandi, og hvørjar reglur ella millumtjóðaavtalur viðkomandi er fevndur av. Sambært løgtingsmanninum kann tað tí vera trupult hjá einum útlendingi frammanundan [...] møguligar útreiðslur. Við vaksandi ferðavinnu heldur hann, at tað er hóskandi at fáa greiðu á, hvussu skipanin virkar í dag, og um tørvur er á at gera reglurnar og mannagongdirnar greiðari.
borgarin altíð er í miðdeplinum. Løgtingskvinnan vil eisini vita, um arbeitt verður við at geva sjúkum fólkum eitt stað at venda sær til. Har skulu tey kunna fáa vegleiðing um, hvør hjálp er tøk, og hvør [...] hvør kann veita hana. Ein annar spurningur er, hvat tað almenna ger, tá fólk hava stóran hjálpartørv, men ikki sjálv megna at taka fyrsta stigið ella taka ímóti hjálpini. Fía Selma Nielsen vísir á, at Føroyar [...] Tað heldur Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, ein skrivligan fyrispurning um rættstundis hjálp til sálarsjúk. Hon spyr, hvørji
tørvurin er, og um nóg nógv fakliga útbúgvin lærarafólk eru tøk at nøkta vaksandi tørvin. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Hermann Ronnason Samuelsen á, at landsstýrið hevur boðað frá ætlanum um [...] ein virkin partur av føroyska samfelagnum. Hann vísir eisini á, at tað eru ábendingar um avbjóðingar við verandi skipan, bæði tá tað ræður um atgongd til undirvísing, talið av undirvísingartímum og umstøðurnar [...] verður styrkt, um fleiri útlendingar fáa varandi uppihaldsloyvi komandi árini. Hann spyr eisini, um tað í dag verða sett krøv til føroyskan málførleika, tá útlendingar søkja um varandi uppihaldsloyvi, og
Tryggingareftirlitið um at taka upp samband við feløgini fyri at kanna, um tørvur er á einari líknandi skipan í Føroyum, og um tað er skynsamt, skrivar landsstýrismaðurin. Skulu vísa avkast og kostnað Lívstry [...] ingin kostar, og hvussu nógv hon kastar av sær. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni. Helgi Abrahamsen [...] eftirlønargrunnarnir roknað og upplýst kundum sínum árliga kostnaðin bæði í krónum og prosentum. Endamálið er at vísa, hvat einstaki kundin rindar fyri eftirlønarskipanina. Í Danmark fáa eftirlønarkundar harumframt
fyri Ritzau. Flokkurin fær 7,1 prosent. Tað er vánaligasta úrslitið hjá Venstre, síðani Voxmeter byrjaði at gera kanningarnar fyri tíðindastovuna í 2001. Munurin er stórur samanborið við undirtøkuna, sum [...] síðani 2001. Anders Fogh Rasmussen var forsætisráðharri frá 2001 til 2009, og Lars Løkke Rasmussen røkti starvið frá 2009 til 2011 og aftur frá 2015 til 2019. Vánaliga kanningin kemur eftir eina ófriðarliga [...] hevur eisini verið fyri atfinningum frá øðrum borgarligum floksleiðarum. Í august segði Inger Støjberg í TV 2-sendingini »Besserwisserne«, at hon saknaði leiðslu frá honum. Hon segði seg hava sæð Troels