Ríðisamband Føroya, Føroya Ríðingarfelag, Føroyskt Íslands Rossafelag og Berghestar hava sent Yvirfriðingarnevndini felags hoyringssvar um ætlanina at gera kappingarbreyt til fjallasúkkling við Vesturvarða [...] Vesturvarða. Feløgini taka undir við fyribils metingini hjá Yvirfriðingarnevndini, sum hevur mælt til, at kannað verður, um breytin heldur kann leggjast við ella millum vindmyllurnar á Bøllureyni í Flatnahaga [...] kappríðingarbreytin í Marknagili brúkt dagliga. Berghestar nýtir økið til millum annað ríðing við fólki, sum bera brek, ríðiskúla og túrar við ferðafólki. Leiðin runt Fjallið og Lítlafjall verður eisini brúkt
Hildið verður, at hann varð bygdur á leiðini, har Innari Skansi er í dag. Skansin, sum vit kenna hann nú, varð bygdur í 1782 sum vernd móti álopum av sjónum. Síðan 1901 hevur hann fyri tað mesta verið eitt prýði [...] eisini almenna móttøku 4. september í sambandi við, at 50 ár eru liðin, síðan postverkið gjørdist føroyskt. Sjálvur stovningardagurin var 1. apríl, men hátíðarhaldið varð útsett til september. Aksel V.
menna eina føroyska rúmdarvinnu. Millum annað spyr hann, um føroyskt lógargrundarlag er til staðar fyri at seta upp og reka jarðbundna infrakervi, sum samskiftir við fylgisveinar í ringrás kring jørðina, og [...] Føroyar eru væl staðsettar til móttøkustøðir, sum kunnu taka ímóti dátum frá fylgisveinum, og heldur, at Føroyar eisini kundu verið ein staðseting fyri rakettstøð, sum senda smáar og miðalstórar rakettir í ringrás
føroysku útbúgvingarstovnarnir eru klárir at taka ímóti útlendskum lesandi og starvsfólki og at senda føroysk lesandi og starvsfólk av landinum gjøgnum Erasmus+. Erasmus+ er ein týðandi partur av evropeiska [...] Føroyar eru í dag ikki knýttar at Erasmus+ við atlimaskapi og hava tí ikki sama atgongd til skipanina sum londini, ið eru partur av henni. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Bjørg Brynhildardóttir Egholm [...] gerast partur av Erasmus+. Hon heldur, at atlimaskapur hevur stóran týdning, um Føroyar skulu mennast sum lestrarland. – Tað verður bæði lættari hjá føroyskum lesandi og starvsfólki at fáa altjóða royndir
hvussu nógv verða rikin sum vinnuligt gistingarvirksemi, og hvussu nógv veruliga kundu komið út á fasta leigumarknaðin. At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur [...] spurningurin at verða svaraður: Hví júst henda loysnin – og hvør føroysk greining vísir, at hon rakar rætta trupulleikan? Ein bóking er ikki tað sama sum ein íløga Lógaruppskotið viðurkennir sjálvt, at eitt dagamark [...] gistingarvirksemi, sum í fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað snýr seg ikki um at sleppa undan regulering, men um rættartrygd og um at kunna líta á karmarnar, sum virksemið er bygt
teimum festivalunum, sum vit raðfesta høgt, tí ein sera stórur partur av evropeiska tónleikaídnaðinum er savnaður á einum stað. Lea hevur sín heilt egna, serstaka tónleikastíl, sum fólkini handan festivalin [...] sigur Larsen, sum sjálvur fer at vera til staðar undir festivalinum fyri at arbeiða við at knýta sambond millum viðkomandi fólk í altjóða tónleikaídnaðinum og Leu Kampmann og onnur føroysk tónlistafólk [...] føroyska tónlistakvinnan Lea Kampmann fer til ársins Reeperbahn Festival í Hamborg – ein festivalur, sum er kendur fyri at vera ein av størstu og týdningarmestu pallunum, har altjóða tónleikaídnaðurin kunnar
at nyttan av loysnini verður størri. Ein f øroysk loysn við altjóða royndum Nemlia er ein føroysk fyritøka, sum arbeiðir við vælferðartøkni í Danmark og Týsklandi. Sambært fyritøkuni sjálvari hava meira [...] trygdarskapandi vælferðartøkni brúkast sum partur av umsorganini, tá persónurin ella heimilað umboð er kunnað og ikki mótmælir. Tá verður nýtslan ikki roknað sum tvingsil. Verður mótmælt, krevst ein formlig [...] vælferðartøkni í tvingsilslógina; skilja ímillum nýtslu, sum persónurin ella umboðið ikki mótmælir, og nýtslu ímóti viljanum; loyva ávísari tøkni sum parti av umsorganini, tá hon er neyðug fyri tryggleika
sigldi Olaf sum yvirmaður hjá DFDS. So fór hann til Marstal og tók prógv sum skipsførari í 1965. Í 1967 fór Olaf á Danmarks Tekniske Institut til víðari útbúgving, sum gav honum kjans sum lærari á Sjó [...] Olaf bæði so og so. Longu sum blaðungur var hann raskur at arbeiða. Hann gjørdi nyttu sum slóttumaður, flórsópari, køstskumpari, fjallmaður, torvberi o.t. hjá trimum skyldmonnum, sum vóru bøndur, og fekk nakrar [...] íbirtari, slóðari og at enda vinnulívsmaður sum Olaf. -- Sjólívið og fiskivinnan vóru ein týðandi partur av lívinum hjá Olafi. Sum ungur fór hann fyrst sum kokkur og 5. maður við sandbáti hjá Dánjal Jákupi
er eingin sekur ella ósekur, men nýtt føroyskt orð kundi kanska verið sýnishoyring – Soleiðis kendist tað í øllum førum hjá okkum. Vil enda hetta við einum broti, sum ein ung reiðkvinna, Anna Sára Leifsdóttir [...] Hetta eru seinastu atkomuligu limatølini frá 2024, sambært hesum hevur felagið í Havn 25 limir. Tað, sum eg kundi hugsa mær at viðmerkt, er tað at borgarstjórin nevnir, at feløgini eru hoyrd og atlit verður [...] verkætlanin var upprunaliga mett til beint undir 10 milliónir, so helst kemur okkurt afturat seinni, sum skattaborgarin í Havn skal rinda fyri. Seinasti fundurin var tann, ið endaði í miðlunum, orsakað av
kommuna hevur størstu nettoskuldina í krónum. Hon er komin upp á 87 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum verður nýtt til at rokna skuldarloftið. Runavíkar kommuna er tó nærri skuldarloftinum. Har svarar [...] Hóast skuldin er 331,4 milliónir krónur, svarar hon bert til 20 prosent av skuldarloftinum. Eingin føroysk kommuna var omanfyri skuldarloftið við árslok 2025. Samlaða fíggjarliga rásarúmið undir skuldarloftinum