svárastu humaniteru kreppur í heiminum í dag. Tískil er tørvurin á hjálp framvegis ómetaliga stórur í landinum. Við 700.000 krónur í stuðli afturat úr Føroyum kann Reyði Krossur í Sudan eitt nú: Víðka um [...] borgarakríggj er í landinum, sum hevur syndarligar avleiðingar fyri sivila fólkið, ið har býr. Reyði Krossur og landsstýrið lótu í mai mánaða tilsamans 500.000 krónur til neyðhjálp í Sudan, men støðan [...] fólk kunnu fáa beinleiðis hjálp av hesum stuðlinum, serliga í samband við ávísu humaniteru tænastustøðini (”Service Points”) í Norðurstatinum í Sudan, har tørvurin er ógvusligur orsakað av nógvu flóttafólkunum
Í løtuni eru átta frystilínuskip til fiskiskap undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi. - Ísfiskalínuskipið er eisini farið út, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga [...] - Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu, og skipini hava brúkiligan fiskiskap, bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi. Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður brúkiligur
úr Suðuroy, sum vitjaðu í Tinganesi í morgun. Ein stór mannamúgva kom við Smyrli til Havnar í morgun, og um hálvgum níggjutíðina sluppu tey á gott í Skansapakkhúsinum í Tinganesi í morgu, har Aksel V. Johannesen [...] samferðslu, enn vit gera í Føroyum, segði landsstýriskvinnan. – Og tað at vit hava fleiri fimmstjørnaðar samferðsluloysnir her norðanfyri vísir best, hvussu trupult tað er at búgva í Suðuroy, segði hon. Og [...] verið við mótmælisundirskriftum í Tinganesi, men at einki er broytt. Ruth Vang fegnaðist um at síggja so nógv fólk – og so nógv ungfólk, og helt fyri, at tað vísti fólkaræðið í verki. – Hettar prógvar, at
tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum. Á odda fyri bólkin er Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni [...] rockkonsert á størsta og best útgjørda festivalpallinum í Føroyum. Hetta verður ein av stóru løtunum á Summar Festivalinum 2026, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august. [...] stovnað í 2015, og hesi árini síðani hava teir javnan spælt á stórum og smáum tiltøkum kring landið. Boð hava eisini verið eftir teimum úr útlandinum, og teir eru av og á við á tiltøkum ymsastaðni í Europa
við aðrar borgarar í Føroyum. Vit krevja, at avvarðandi myndugleikar her og nú gera ábøtur, ið kunna bøta um støðuna. Vit krevja somu sømdir fyri Suðuroynna sum fyri restina av Føroyum. Vit vita longu nú [...] aftur til umvælingar í 2028 og um ikki ein virðilig loysn verður funnin nú, so eru vit í somu støðu sum við Galaxy, og tað skal ikki henda aftur! Les eisini um suðuroyingar, sum strandaðu í Havn leygardagin: [...] suðuroyingar fyrr í ár høvdu mótmælistiltak á krambatanga, tí avloysaraskipið galaxy ikki megnaði sína uppgávu á nøktandi hátt, so var eisini mótmælisskiv og savnan av undirskriftum sett í gongd. Sagt var
okkum mótiislamismuni. Í dag er triði sunnudagur í advent, og vit tendra triðja ljósið í adventskransinum. Tað er ein traditión, sum minnir um ta jødisku Hannukah-traditiónina. Í átta dagar verða átta ljós [...] Sjálvurkenni eg tveir persónar, sum hava búð í Danmark, men nú búgva í Ísrael. Orsøkin kann sigast í trimum orðum: Globalize the Intifada. Tað bleiv ov óunnuligt í Danmark, har antizionistisk slagorð síggjast [...] tá tað er Hannukah. Tað gjørdu teir eisini í Sydney Australia í dag. Men islamistiskir terroristar sóu hetta sum eitthøvi til at drepa jødar, og tí endaði tað í einum blóðbaði. Dagsins álop leiðir tankarnar
Niklas Thomsen, skrivar eyp.fo. Niklas spældi í Føroyum árini 2015 og 2016. Fyrst við AB og síðani við HB. Annars hevur hann spælt í lægri deildunum í Danmark. Í 2016 spældi Niklas eisini tríggjar U21-landsdystir [...] ikki kunngjørt tað enn, men eyp.fo skrivar, at Tróndur Vatnhamar verður málmansvenjari hjá Víkingi. Í viðmerking til eyp.fo sigur Tróndur Vatnhamar, ið er hálvur leirvíkingur, at hetta er næstan sum at
rættur hjá føroyskum varð staðfestur í grein 11 í heimastýrislógini, sum sigur, at “føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál”. At krevja, at føroyskt verður brúkt í øllum viðurskiftum, er á ongan hátt tað [...] Tað skrivar Beinir Bergsson, formaður, og Lena Reinert, næstforkvinna í Málráðnum, í viðmerking til lógaruppskotið um, at ávís arbeiði skulu kunna bjóðast út á øðrum máli enn føroyskum. Tey skrivar soleiðis: [...] umboð fyri tað spilllivandi málið. Í viðmerkingunum standa orsakir til uppskotið at vera, at núverandi lóg við kravinum um, at útbjóðingartilfar skal vera á føroyskum máli, í summum førum forðar fyri, at arbeiði
pensjónsaldrinum. Pensjónsaldurin í Føroyum eigur at vera eins og Landsfelag Pensjónista hevur hildið og framvegis heldur, at pensjónsaldurin í vælferðarsamfelagnum í Føroyum skal vera 67½ ár. Undir triðju [...] løgtingsuppskotinum í mai í ár, tá pensjónsaldurin var til viðgerðar, har uppskotið var at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár, tók landsstýrismaðurin í almannamálum uppskotið aftur í síðstu løtu, áðrenn [...] at pensjónsaldurin hvørki skal hækkast upp í 69 ella 70 ár, soleiðis sum lógaruppskotið fyriliggur í løgtinginum í løtuni. Ein kanning, ið Spyr.fo skipaði fyri í vár, vísti, at stórur meiriluti av teimum
Rithøvundurin vísir á, at tað var upplagt, at eitt yvirskipað evni í bókini skuldi vera bústaðartrotið í Føroyum, sum hann hevði luttikið í almenna kjakinum um. Seinni komu rúsevnisbrotsgerðir aftrat, sum [...] hugsa um at geva bók út í egnum navni, og tá hann hevði skrivað aðrar stuttsøgur og kannað útgávumarknaðin, gav hann í 2019 út fyrsta stuttsøgusavnið, ið ber heitið ”Søgur úr býnum”. Í hesum søgum eru ein [...] høvundurin sigur víðari: - Eg skuldi ein túr niður við Norrønu í august 2021, og umborð skrivaði eg dúgliga í mína lítlu, grønu lummabók, eftirsum Anja í skaldsøgnuni, sum kom at eita "Tám", flytur heim við Norrønu