ferkilometur. Økið, sum liggur í 200-220 metra hædd, er enn órørd náttúra, um vit síggja burtur frá ávirkanini av seyðahaldi. Har eru vátlendi, klettar og forkunnug støð, sum hava ligið soleiðis síðani ístíðina [...] at høvuðsborgin vildi ganga undan, í royndini at verja óspilt økir í haganum. Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon, arbeiðir miðvíst [...] ofrast bara tí Oyggjaleikir skulu vera í Føroyum. Økið við Vesturvarða er løtt atkomilig náttúra og eru hetta einastu óspiltu fjøllini, har havnarborgarar uttan at spyrja nakran bónda, enn hava frítt at
spurt, hvussu nógv starvsfólk, roknað í ársverkum, arbeiða í serskúlatilboðum nú samanborið við fyri fimm árum síðani. – Gera vit nóg mikið fyri, at hvørt einstakt barn sleppur at blóma? spyr løgtingskvinnan [...] eisini vaksin. Í fyrispurninginum verður landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa, hvussu nógv børn eru í serskúlatilboðum í dag, og hvussu talið var fyri fimm árum síðani. Fía Selma Nielsen vil eisini vita
hvussu samfelagið arbeiðir víðari eftir, at ein avgerð er tikin. – Standa vit eftir sum eitt fólk í einum landi, ella missa vit fótafestið og lata gamla ósemjudjevulin fáa valdið? spurdi Kristrún Frostadóttir [...] politiska endamáli. – Tað er ikki soleiðis, at einstaklingar, familjur, heil samfeløg ella alt fólkið eru kloyvd av vreiði og øsing, hóast summir leiðarar og viðmerkjarar royna at fáa tað at síggja soleiðis [...] Kristrún Frostadóttir er ikki samd í hesi lýsingini. Hon heldur tvørturímóti, at kenslurnar millum fólk eru minni uppøstar enn undir einum vanligum altingsvali, tá politisku flokkarnir kappast og veljararnir
hóast Føroyar eru á tremur við dugnaligum rennarum, kastarum og loyparum, so kunnu vit ikki vera við. Fortreytin er, eins og við olympisku leikunum, at Føroyar mugu vera sjálvstøðugar, um vit skulu luttaka [...] møguleiki vit hava í løtuni, er at føroyskir íðkarar luttaka undir dannebrog, og hóast tað er okkara einasti vegur upp á ítróttarligu tindarnar sum nú er, so ynskja allir føroyingar sjálvandi, at vit skulu [...] skulu umboða okkum sjálvar. Tí er tað avgerandi, um vit vilja menna føroyskan ítrótt í framtíðini, at vit seta hol á at fremja tjóðarsemjuna. Hon er okkara einasti møguleiki, og tí vóni eg at løgmaður skjótt
starvsfólk, tá umsitingin verður tald við. Sambært Fróða Sigvardsen eru øll starvsfólkini føroyingar. – Eysturlon hevur gott orð á sær, og vit ætla at royna at føra fyritøkuna víðari eftir sama leisti. Hon [...] men felags eigaraáhugamálini gera, at byggifyritøkan nú kann koma upp í verkætlanina. – Hetta sær gott út frameftir. Møguleikarnir verða nógv betri nú, sigur Fróði Sigvardsen. [...] Eysturlon vórðu kunnað um eigaraskiftið í gjár. Keypsprísurin verður ikki upplýstur. Nýggju eigararnir eru Fróði Sigvardsen, sum millum annað er kendur frá Handlinum hjá Fróða, og Árni Rasmussen, sum er kendur
men tað var eisini svárt, tí hvønn dag skuldi dóttirin kannast, eitt nú fyri heilabløðingar, tí børn sum eru fødd ov tíðliga eru í vanda at fáa heilabløðingar. - Tey komu inn at prika hana í halin, fyri [...] tað er heppið at vit hava hvørja aðra. Tað var neyðugt at vera serliga varin tá fólk komu at vitja. - Øll gleða seg til at vísa barn sítt fram, men í okkara støðu bleiv tað so, at vit noyddust at biða [...] fyri á øðrum, og tí er týdningarmikið at lærarar eru fyrireikaðir uppá støðuna hjá henni. Evnisdagar fyri avvarandi og fakfólk Hóast báðar genturnar eru væl fyri í dag, hevur tað fylgir at vera føddur ov
1960 til 1991. Higartil hava 353 kvinnur søkt um endurgjald. – Vit eru fegin um, at vit longu nú kunnu lata fyrstu kvinnunum endurgjald. Tað eru tær, sum hetta snýr seg um. Kvinnurnar hava borið pínuna eftir [...] fyri hvørja kvinnu, sum lýkur treytirnar. Krøvini til skjalprógv eru linari enn í vanligum endurgjaldsmálum. Kvinnurnar noyðast eitt nú ikki at leggja gamla sjúkraskrá ella onnur skjøl frá tá fram. Tær [...] umsóknum er vaksið skjótt. 1. juli høvdu 93 kvinnur søkt, og fyrst í august var talið komið upp á 171. Nú eru umsóknirnar 353. Patienterstatningen roknar vanliga við, at tað tekur umleið tríggjar mánaðir at
hava yngru og minni royndu reiðfólkini havt stóra gleði av hesum øki. Vit eru mong sum øttast at hetta nú fær ein bráðan enda. Vit skilja als ikki, at borgarstjórin og býráðsmeirilutin vilja tvíhalda um [...] við børnum og ungum á rossabaki kunnu gerast óttafull av súkklunum. Fleiri dømi eru um óhepnar støður, har fólk eru komin til skaða. Yvirfriðingarnevndin hevur somuleiðis frámælt staðsetingini, og mælir [...] mælir til at súkklubreytin verður staðsett við vindmyllurnar í Flatnahaga. Vit í Fólkaflokkinum vilja tí staðiliga heita á borgarstjóran og býráðsmeirilutan at broyta ætlanirnar soleiðis, at Tórshavnar Býráð
løgfrøðingi á odda, skuldi góðkenna. Hetta er ikki tað miðlar eru settir í verðina til. Nú Fólkaflokkurin fekk landsstýrismannin í mentamálum, vónaðu vit, at hendan høpisleysa skipanin varð avtikin beinanvegin [...] politikari, vit hava tosað við, heldur, at hetta er ein vánalig skipan. Vit hava roynt at koma at tal við Bárð á Lakjuni, men tað sær ikki út til, at hann hevur áhuga at tosa við okkum. Í øllum førum eru boðini [...] árum síðani. Avleiðingin er, at privatu miðlarnarir hava ongantíð verið í so ringari støðu sum teir eru nú. Ístaðin fyri at gera tað, sum er endamálið við teimum, nevniliga at skapa kritiskan journalistik
Tað eru 769 fleiri enn somu tíð í fjør, og svarar til ein vøkstur á 1,4 prosent. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya. Eftir góð tvey ár við lutfalsliga lítlum fólkavøkstri er ferð komin á aftur [...] stórur. Størsta broytingin er í flytingunum millum Føroyar og útlond. Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum. Nettoflytingin – munurin millum tilflyting og fráflyting –