hvussu eitt val er skipað, so er ábyrgdin stór hjá hvørjum einstøkum kirkjuráðslimi. Tí er tað umráðandi at ein ger brúk av sínum valrætti. Til samanberingar kann ein siga, at í kirkjusóknunum [...] mur eisini atkvøðurætt. Ikki kann sigast annað, enn at ábyrgdin er stór og týdningarmikil fyri at tryggja hini Føroysku Fólkakirkjuni góð kor í framtíðini. Við ynski um eitt gott kirkjuráðsval [...] Eisini er tað hugtakandi at síggja hvussu eitt kirkjuráðsval verður skipað í Føroyum í mun til í tí donsku kirkjuni í Sydslesvig, her eg nú eri prestur. Í Føroyum verða kirkjuráðini vald 4. hvørt
tímar. Tað er ikki loyvt at krevja gjald fyri atgongd at náttúruni frá fólki, sum búgva í Føroyum. Tað er heldur ikki loyvt at sýta fólki, sum búgva í Føroyum, atgongd at náttúruni, ella at krevja, at tey [...] gjaldast fyri. Tað skal tí ikki vera dýrari at ganga eina gøtu, ið er serliga nógv vitjað, heldur enn at ganga eina samsvarandi leið, ið er minni vitjað. Á teimum støðum, har gjald verður tikið fyri at ganga ávísa [...] taka lut í skipaðum túrum móti gjaldi. Tað er einans um rakstur, haruveiða ella annað landbúnaðarvirksemi ger tað neyðugt at steingja atgongdina at einum haga, at fólk, sum búgva í Føroyum, kunnu verða
níti-árunum. Hvussu tað var at skifta til B36 í 1993, tá tað var óvanligt at skifta feløg í Føroyum. Hvussu tað var at fara niður til Danmarkar av sínum eintingum, og hvat tað kravdi av einum at hevja seg í einum [...] endamálið er fyrst og fremst at fara afturum sigrarnar og niðurløgini og greiða frá tí, sum fer fram, har almenningurin ikki hevur atgongd. Hvussu tað var at vera ungur í Klaksvík, tá kreppan fór at gera um [...] steðgurin á landsliðnum og so framvegis. Tað mesta er vent, snarað og sagt frá í bókini. Á framløgunum leggur høvundurin út við at siga frá bókini. Eftirfylgjandi er eitt prát við Toda og Sólvit, har Leivur
Møguleiki er framvegis fyri at Føroyar fara at vinna seg í HM endaspælið, sum næsta summar verður í USA, Kanada og Meksiko. Møguleikin er lítil, men hann er ikki eingin, og tí er tað serligur áhugi fyri [...] kvalifikatiónini er, at Føroyar vinna í Kroatia, og at Gibraltar samstundis vinnur ímóti Kekkia. -Vit iðra okkum framvegis um okkurt úrslitið fyrr í ár, men vit fáa einki gjørt við tað, at vit í síðsta sekundi [...] nýggjur í landsliðshópinum er HB spælarin Ási P. Dam, sum áður hevur spælt níggju ferðir á U-21 landsliðnum. Hann avloysir Jóannes K. Danielsen, sum er leikbannaður. Merkisvert er tað, at liðformaðurin Hallur
handfaringini av deyðiliga floyminum. - Eg sýti ikki fyri, at mistøk eru gjørd í handfaringini, og eg vil fegin biðja um umbering fyri, at hjálpin ikki kom - ella ikki var nóg mikil, segði leiðarin eftir [...] bæði um vantandi ávaringar um tað, sum fór at henda og handfaringina av vanlukkuni eftir herviliga floymin. Leiðarin í Valensia-regiónini, Carlos Mazón, hevur viðgingið, at mistøk vórðu gjørd undir han [...] ini, Carlos Mazón, leggur nú frá sær eftir harðar atfinningar og mótmælistiltøk. Reuters veit at siga, at hetta hendir eftir handfaringina hjá umsitingini eftir herviiga vatnfloymin, sum rakti Valensia
og sigur nú, at hann vil “styrkja”utbúgvingarnar í staðin. Vit mugu bara siga tað, sum tað er: Hetta er politikkur uttan stevnu og grund. Avgerðir verða tiknar uttan at vera væl grundaðar, og meiningar [...] serliga tá man miðvíst arbeiðir við at bøta um læknastøðuna. Tó heldur ráðharrin, at fíggjarnevndin skal loysa trupulleikan. Tað er ikki ábyrgd. Tað er undanstøkking. Eitt annað dømi sást í farnu viku, tá [...] ábyrgdina yvir til fíggjarnevndina – fyri at kunna siga, at tað var nevndin , ið økti hallið, og ikki tey sjálvi. Hetta er ikki leiðsla – hetta er kaos. Hetta er eitt landsstýri, sum ikki hevur tamarhald
við sær, tí tað kostar samfelagnum, at borgarar verða noyddir at vera heima við hús grundað á vantandi førleika at ferðast uttan vanligan bil, skrivar Sambandsflokkurin. Flokkurin heldur, at broytingin [...] akfar. Flokkurin vísir á, at broytingin hevur havt neiligar sosialar avleiðingar. Í viðmerkingunum til uppskotið um at broyta § 26 stóð, at: “Endamálið við uppskotinum er at tálma útreiðsluvøkstri landskassans [...] viðmerking til uppskotið, at endamálið er at venda aftur til gomlu skipanina fyri stuðul til avlamisakfør, ið tryggjar tey, ið hava tørv, bæði fíggjarligan stuðul og rættin til at fáa bil ella annað viðkomandi
tingi – Tað er tí, at eg hava boðað Miðflokkinum og Løgtinginum frá, at eg ikki taki sæti á tingi aftur, hóast tað skuldi staðið mær í boðið. Tað kann eg ikki gera ímóti Miðflokkinum, eftir at eg havi meldað [...] løgtingsvali. Og tað verður hann helst. – Flokkurin hevur heitt á meg um at stilla upp, so tað vænti eg, at eg geri, sigur Bill Justinussen. Fólkaflokkurin hevur ein tingmann í Eysturoy. Tað er Bárður á Lakjuni [...] hevur umboðað Miðflokkin í landsstýrinum og í Løgtinginum frá 2002 tiol 2022, er ikki longur limur í Miðflokkinum. Hann er nú limur í Fólkaflokkinum. Hann hevur skift flokk síðani seinasta løgtingsval
Tað var í fjør summar, at norski tyrluskiparin, Morten Larsen, lendi á egnari tekju í einum grannalagi í Narvik í Noregi. Grannarnir hildu hetta vera stuttligt, men tað hildu norsku loftferðslumyndugleikarnir [...] fyri, at norski ríkisadvokaturin fer at kæra frídømingina til hægstarætt. Hann sigur, at hann ongantíð hevur framt nakað lógarbrot í sínum lívi. - Kortini verður tú viðfarin sum kriminellur. Eg flúgvi [...] á loftferðslulógina. Hann varð ákærdur fyri at hava verið óansin, har avleiðingin kundi havt verið, at hann setti lív ella ognir hjá øðrum í váða - og fyri at hava lent á tekjuni uttan loyvi. Málið var
til Sandvíkar er væl longri, og tað viðførir, at tað má borast úr Skúvoy eisini. Metingarnar siga, at tað kostar 700-1.000 mió.kr. meira enn ein tunnil úr Djúpadali. Møguleiki er at spara uppá havn [...] metir, at eykakostnaðurin við at bora úr Skúvoy kann minkast úr umleið 600 mió. kr. niður í 500 mió. kr. og at tað kann optimerast enn meira við t.d.: - at gera grótbrot til havnabygging - at lata [...] metir, at eykakostnaðurin við at bora úr Skúvoy kann minkast úr umleið 600 mió. kr. niður í 500 mió. kr. og at tað kann optimerast enn meira við t.d.: - at gera grótbrot til havnabygging - at lata