varapolitistjórin í høvuðstaðarøkinum, Ásgeir Þór Ásgeirsson, sambært RÚV. Løgreglan hevði áður álagt manningini at halda seg umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Reykjavík. Men ein av manningarlimunum [...] Ásgeirssyni er lítil rættarsiðvenja á hesum øki, og tí ynskir løgreglan at fáa málið roynt í hægri rætti. Seinni í dag verður eisini væntað, at Útlendingastovnurin tekur støðu til, um manningin skal vísast [...] skipan skal galda fyri alla manningina. Manningin sleppur tí frá skipinum, men skal framvegis halda seg í høvuðsstaðarøkinum og møta á løgreglustøð eina ferð um dagin. Løgreglan fer tó at kæra dómin til Landsrættin
Tað skrivar hetlendska blaðið Shtelands News. Í sambandi við almenna hoyring í Bretlandi um framtíðina hjá Rosebank hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, sagt, at tað hevur stóran týdning [...] samanseting av báðum, sigur Beinir Johannesen. Níggju brunnar boraðir Leiting eftir olju og gassi fór fram á føroyska landgrunninum frá 2000 til 2014. Spor av bæði olju og gassi vórðu funnin, men ikki í nøgdum [...] útlendskum orkufeløgum at leita eftir olju og gassi í føroyskum sjóøki. – Ongantíð áður hevur okkara vitan um føroyska landgrunnin verið størri enn í dag. Tøknin til at leita og bora eftir olju mennist
Kvívík, Vestmanna og Skæling. Fólk í bygdini eru vorðin troytt av larminum, sum millum annað órógvar náttarsvøvnin. Løgreglan sigur, at ymisk átøk verða sett í verk í sambandi við prutlkoyringina. Samstundis [...] tosa við børnini um at vísa fyrilit og ikki órógva onnur við óneyðugum larmi. Um hálvgum fýra tíðina í nátt fekk løgreglan fráboðan um ein mann, sum gekk á Velbastaðvegnum og órógvaði bilar, sum koyrdu framvið
Alt fær ein enda. Eisini stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2026. Í fjør lá kappingin um várið, í ár í seinnu helvt av august. Køli hevur verið onkran dagin, men sum heild gott veður. Á finaludegnum [...] soleiðis gjørdist hann samlaður vinnari av Leif Mohr Kring Føroyar 2026 súkklukappingini. Sigurin í 1. etapu var tryggur, og sigurin í gjár, tá nógvir hæddarmetrarnir í Eysturoyar-etapuni skuldi koyrast, var [...] Føroyameistarin í Býarsúkkling er funnin, men um tvær vikur skal føroyameistarin í vegsúkkling, í Felagsstarti, finnast. Tað verður leygardagin 5. septembur. Dagin eftir skal føroyameistarin í Einkultstarti
við hjálp frá ríkismeklaranum, eftir at eitt fyrr avtalað semingsuppskot varð felt í uratkøvugreiðslum hjá limunum í fakfeløgunum Fellesforbundet og Parat. Partarnir siga, at arbeitt hevur verið miðvíst [...] komandi árini, sigur Pernille Ormholt Vang, starvsfólkastjóri í SAS. SAS sigur, at felagið nú kann savna seg fult og heilt um kundarnar í einum sera hendingaríkum ferðatíðarskeiði, og fegnast um, at v [...] kappingin er hørð. – Tað týdningarmesta er nú, at vit eru komin ásamt, og at tað fráboðaða verkfallið er av ongum. Gjøgnum alla tilgongdina hevur fremsta raðfesting okkara verið at minka um óvissuna hjá kundunum
sum er næsti avbjóðarin. Í annaðkvøld fara klaksvíkingar suður á Argir. At tað er serligur lætti í NSÍ leguni kemst av, at heimamenninir og størstu FM favorittarnir stóran part av seinna hálvleiki vóru illa [...] kroystir. EB/Streymur er í vanda fyri at flyta niður, og EB/Streymaspælararnir tevjaðu av álvara blóð í seinna hálvleiki. Sum tíðin leið, sást tað væl, at NSÍ liðið hóskvøldið var í europeiskari uppgávu. [...] Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Runavík. Máltalvan vísir 4-2, og tað er bæði lætti og sera stórur fagnaður í heimaleguni, meðan teir í EB/Streyma leguni hanga við høvdinum. NSÍ sigurin ber við
fyritøkur. Fyritøkan hevur seinastu árini verið í støðugum vøkstri og tænir í dag fleiri enn 500 vinnukundum kring alt landið. Fyrr í ár flutti Geymin í nýggj høli í Kvíggjartúni á Argjum, har betri umstøður [...] hevur verið ein av høvuðsorsøkunum til, at E-conomic í dag er tann mest brúkta bókhaldsskipanin í Føroyum. - Henda tilgongdin gjørdist eisini byrjanin til nakað størri, ásannar stjórin. Í dag er Geymin ikki [...] til føroyskar heildarloysnir Ein týðandi liður í menningini kom í 2020, tá Geymin gjørdist føroyskt umboð fyri E-conomic. Frá fyrsta degi varð stór orka løgd í at tillaga skipanina til føroysk viðurskifti
sum hevur ábyrgdina av, at akfarið er í lógligum standi. Eftirlitið gav eisini onnur mál. Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri ferð, og ein annar fekk treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at [...] Ferðslupatruljan var í Kollafirði frá klokkan 10 til 12.30 og steðgaði umleið 60 bilum. Serliga ein lastbilur fekk løgregluna at reagera. Lastbilurin hevði 12 hjól, og dekkini á tíggju teirra vóru so
vindurin upp í hvassan vind ella skrið sunnan, 15 til 20 m/s. Um kvøldið gongur hann vesturum og minkar vindin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Um náttina gongur hann upp í útnyrðing. Allan [...] Føroya fyri í dag, leygardagin, sunnudagin og mánadagin, verður sagt soleiðis um veðrið: Fríggjadagin: Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Seinnapartin lítið lot av ymsum [...] ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Um kvøldið lot upp til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum grovir ælingar, skúrar. Um náttina frískt lot til
Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at vera við til hátíðarhaldið. Arbeiðið varð boðið út í januar, og í mars skrivaði kommunan undir sáttmála við Sp/f Grettir, sum hevði lægsta tilboðið. Tórsbreyt er bæði