borgarar um at fara úr Libanon sum skjótast. Eisini danska uttanríkisráðið hevur biðið sínar borgarar í Libanon fara úr landinum sum skjótast. Tað er serliga iranska fráboðanin um, at landið fer at hevna seg [...] seg, sum hevur fingið fleiri at stúra fyri, at støðan kann versna. Hendan fráboðanin kom eftir at Hamasovastin Ismail Haniyeh varð myrdur í eini atsókn í iranska høvuðsstaðnum Tehran, sum iranska kollv [...] “óivað fer at brúka sín íbúgvandi og legitima rætt at revsa Ísrael”. Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur ávarað ísraelska fólki um at “avbjóðandi dagar eru fyri framman… vit eru undir
óttast, at TikTok vegna kinesisku stjórnina savnar inn stórar nøgdir av dátum um amerikanarar - umframt at ávirka innihaldið á ein hátt, sum kann skaða amerikanarar. Rættarmálið skal royna at fáa enda [...] amerikanska stjórnin at steðga TikTok. Løgmálaráðið í landinum stevnir sosialu miðlarnar og fyristøðufelagið ByteDance fyri, sambært USA, ólógliga at savna dátur um børn. Stjórnin heldur, at TikTok hevur brotið [...] milliónir brúkarar í USA. Felagið, sum er stovnað í Kina, roynir í løtuni at stríðast ímóti amerikansku lóggávuni, sum krevur, at ByteDance skal selja sína amerikansku deild innan 19. januar. Um tað ikki
dargjald av órøttum, kunnu fáa pengarnar aftur. – Mett verður, at neyðugt er at gera eina lógarbroyting, soleiðis at heimild fæst til at rinda heilsutrygdargjald afturvirkandi til persónar, sum av órøttum [...] alment, at lógaruppskotið um broyting í heilsutrygdarlógini verður klárt til at leggja fyri Løgtingið fyrst í nú nýggju tingsetuni, men enn er onki at frætta í málinum, og tað kann ikki góðtakast, at málið [...] vísir Johan Dahl á, at útisiglarar fingu viðhald í bæði kærunevnd, Føroya Rætti og Landsrættinum, og tá ið Heilsutrygd ætlaði í Hægsta Rætt við málinum, fekst ikki loyvi til at royna tað har. Margit Stórá
gerningsmenn í revsiverdum brotsverkum royna at sleppa undan ákæru í Danmark, stendur at lesa í svarinum. Peter Hummelgaard leggur dent á, at tað er avgerandi, at ein útflýgging í tí málinum fer fram "við [...] Í svari til ein sokallaðan § 20 fyrispurning sigur danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, at Danmark er eitt rættarsamfelag, sum leggur stóran dent á effektivt altjóða samstarv um millum annað ákæru [...] "við virðing fyri miðvísum rættarreglum" og galdandi útflýggingarlóg. Í gjár upplýsti løgmálaráðið, at tað hevur fingið eina formliga útflýggingaráheitan um Paul Watson úr Japan.
ikki, føroyingar skulu vera bangnir fyri at fara til dyst, sigur Terji Nielsen. Av tí at tað er ein high-risk dystur, hevur UEFA eisini sent eyka fólk til Føroya at eygleiða trygdina. UEFA hevur security-officers [...] Kroatia komnir til Føroya. – Vit royna at gera settupið so gott sum møguligt, so øll fáa ein góðan dyst í kvøld, sigur Terji Nielsen, trygdarleiðari. Hann vísir eisini á, at tá HB spældu í Split fyri viku [...] týðiliga ávirkaður, so ber til at nokta áskoðarum atgongd. ##med2## Politiið hevur fingið onkra fráboðan í dag frá fólki, sum siga, at kroatisku fótbóltsfjeppararnir ikki duga at uppføra seg í býnum. Teir hava
statinum. Men átakið hevur avbjóðingar av, at ein týðandi brúgv er dottin í økinum, skrivar AFP. Sambært Reuters vísa sjónvarpsmyndir, at neyðtænasturnar royna at leggja leiðina framvið stórum steinum, falnum [...] tað fer væntandi at hækka enn meira. Sambært myndugleikunum óttast tey fyri at hundraðtals eru fangað undir mold og gróti. Indiski herurin hevur sent í minsta lagi 200 hermenn til økið at hjálpa tilbúgv [...] sum í fleiri tímar hevur roynt at sleppa sær leysur, tí bjargingarfólkini sleppa ikki til hansara. Forsætisráðharrin í India, Narendra Modi, skrivar á sosiala pallinum X, at myndugleikarnir í Kerala fáa
Arnfinn Bech bjartskygdur um, at partarnir sjálvir fóru at megna at samráða seg til eina loysn. Felagið hevði í hvussu er gjørt av at lata alt taktiskt spæl liggja, og í staðin fyri at hava nógvar bóltar í luftini [...] bað hann royna at mekla, men vegna summarfrí verður ongin semingsroynd fyrr enn eftir ólavsøku. Tað, sum av álvara sannførdi felagið um, at framhaldandi samráðingar vóru nyttuleysar, var, at KAF í sínum [...] øll vita, at tað onkursvegna ber til at fáa allar støður og øll viðurskifti at snúgva seg um annaðhvørt lív og heilsu ella týðandi samfelagsvirði. Vit hildu útspælið vera so provokerandi, at har var ikki
ár, eru vit farin frá at ikki hava LGBT Føroyar, til at hava eina Pride-skrúðgongu, har umleið 10% av fólkinum luttaka. Vit eru farin frá at royna at steina eina sum meg, til at seta hana á ein stóran [...] fyri 20 árum síðani var tað so galið, at eg helt, at tað var eingin staður í heiminum, har tað var gjørligt fyri ein sum meg at vera til, fyri ikki at snakka um at vera glað. LES EISINI: Myndir: Festligt [...] nei. Tí at vaksa upp sum queer í hesum landinum oyðilegði meg. Næstan. Og tað oyðilegði sjálvandi alla kenslu av at hoyra til, allar vónir um at vera partur av fjøldini, av samfelagnum, og at enda oyðilegðist
hvussu tað fór at vera hjá føroyska rógvaranum, sum er ein tann fremsti og kanska tann fremsti millum donsku umboðini í rógving í olympisku kappingini. Orsøkin var, at Sverri í gjár segði, at pína í ryggingum [...] vatninum, og hann hevur kvalifiserað seg at vera við í fjórðingsfinaluni. Tað var eitt sindur av fjáltri á, tá ið Sverri Sandberg Nielsen og teir, hann kappaðist við, løgdu at startinum í París í morgun. Spurningurin [...] ryggingum var orsøk til, at hann seinastu vikuni ikki rættiliga hevur fingið vant. Men í morgun bendi avrikið als ikki á, at miðvingurin í danska bátinum var darvaður av pínu í ryggingum. Sverri Sandberg legði
nøvnini er tað eisini stuttligt at royna at fáa nøkur av minnu og nýggju nøvnunum fram. Kanska serliga um tað er okkurt, sum er sjáldsamt, sigur hann. Í heyst fer Bruun Rasmussen at gera enn meira burturúr føroyskari [...] kendasta uppboðssøluhús í Danmark. Tað kemur ofta fyri, at føroysk list verður seld á uppboðssølu her – bæði fysiskt og á netinum. – Vit hava eina siðvenju at selja føroyska list. Tað er nakað, vit gjøgnum árini [...] – Føroysk list er blivið nakað, vit eru farin at satsa uppá. Og vit vilja gjarna gera meira við tað, leggur hann aftrat. Her skuldi man kanska trúð, at tað bara vóru føroyingar, ið keyptu føroyska list