hálvársroknskap, sum sýndi eitt munandi størri hall enn tað, sum IFS hevði mett. Í viðmerking til hálvársroknskapin sigur IFS, at orsøkin til skeivu metingina fyrst og fremst eru øktar avsetingar. Serliga í Danmark [...] síni lækka vónirnar um úrslitið við 156 milliónum. IFS hevur gjørt avtalu við Virðisbrævamarknað Føroya um at greina tær fýra føroysku fyritøkurnar, sum í løtuni eru listaðar á VMF. Millum hesar er Eik
ur, tvær ferðir er Eiler Rasmussen valdur til ársins dómara, og fríggjadagin var dystur nummar 400 í fremstu deildini hjá monnum á skránni, sum eisini er met fyri føroyskar fótbóltsdómarar. Nummar 2 á [...] millum B36 og NSÍ. Umdystur og brotssparkskapping mátti til, áðrenn B36 vann samanlagt 5-4, sigur Eiler Rasmussen, sum í fjør og í 2008 varð valdur til ársins dómara, og í 2007, 2015 og í 2021 dømdi finalurnar [...] Fríggjadagin dømdi Eiler Rasmussen dyst nummar 400 í fremstu deildini hjá monnum, og er hetta samstundis met fyri føroyskar fótbóltsdómarar Søga varð skrivað, tá EB/Streymur og NSÍ møttust í Hólmanum á Eiði
tann í Føroyum, sum veit eina mest um fugl og fuglalív, sigur, at nátin kom til Føroya í umleið 1830 og nøkulunda um somu tíð til Noregs. - Onkur vil vera við, at hann kom higar 15 ár frammanundan, men vit [...] Eitt nátapar svarar til eini hjún ella eitt par, sum búgva saman. Í berginum ella á rókini fuglarnir saman, men tá ið teir fara til havs, fara teir ofta hvør sær. Hetta svarar til eitt par, har bæði arbeiða [...] veiddur, tá ið hann hevur ungar. Hetta førir jú til, at onkur ? ella fleiri ? pisur doyggja, antin tí hon-fuglurin ella hann-fuglurin ikki kemur aftur til pisuna. Og soleiðis eigur tað jú ikki at vera,
um hann kann fáa meira bláan politikk saman við Mette Frederiksen, enn hann hevði kunna fingið við borgarligum flokkum. Í morgin rakar Mette Frederiksen metið frá 1975 fyri longstu stjórnarsamráðingar [...] kkurin fóru til vil uppá at skipa stjórn tvørtur um miðjuna í donskum politikkki, altso við flokkum frá reyða og bláa veingi. Ellemann-Jensen kallar tað ein veruleika, at Mette Frederiksen aftur verður [...] hevur áður sagt, at hann ikki lítur á forkvinnuna í Javnaðarflokkinum, virkandi ráðfrúuna Mette Frederiksen, sum síðani fólkatingsvalið 1. november sum kongaligur kannari hevur roynt at skipa stjórn.
tað upp til myndugleikarnar at vísa, at bæði umhvørvi og heilsa verða tikin í álvara, og at lógin um umhvørvisvernd verður handhevjað. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Rudda Føroyar og Føroya Fuglafrøðifelag [...] Ein vaksandi trupulleiki Á keiini á Eiði verða aliringar til alivinnuna framleiddir. Hetta arbeiðið hevur í fleiri ár ført við sær álvarsliga plastdálking, og borgarar í bygdini hava gjørt vart við tr [...] føðiketum og hava víðgongdar avleiðingar fyri bæði djór og menniskju. ##med7## Børnini leggja merki til trupulleikan Á árliga ruddingardegnum hjá barnagarðinum á Eiði fara børnini út at rudda í nærumhvørvinum
síðani, at tú hoyrdi um onkran, sum fór til Danmarkar fyri har at fylgja við í sjónvarpinum. Í sjeyti árunum komu fyrstu videomaskinurnar og fyrstu sjónvørpini til landið. Í fyrstuni var hetta ikki hvørs [...] gjørdu sítt ítarsta fyri at veita hyggjarunum so góða tænastu, sum tað bar til. Tá HM kappingin í 1986 var í Mexico, var Sjónvarp Føroya komið, og tá varð sent beinleiðis. Nú er tað ein sjálvfylgja, at vit í [...] , sum nú mynda HM ferðalagið hjá Koratia, vóru við móti B68. Vit kunnu til dømis nevna Goran Vlaovic.. Tað var hann, sum økti til 2-0, tá kroatar fyri viku síðani oyðiløgdu HM hýrin á týskarunum. Aðrir
Jorma Jaaskelainen av Gotlandi, sum koma til Føroya at hava nakrar venjingar. FÍF hevur leingi havt í umbúna at bjóða hesum dugnaligu venjarunum heim til Føroya, og nú er hetta so langt um leingi veruleiki [...] nakrantíð var 8,21 metrar og var hetta eisini norðurlendskt met í nógv ár, til tað varð tikið fyri kortum. Jorma Jaaskelainen hevur eisini verið við til allar oyggjaleikirnar. Nógv tey seinnu árini tó sum venjari [...] hevur eisini vunnið flest heiðursmerki til svensk meistaraheiti uttan- og innandura. Metið fekk hann so seint sum í fjør. Hann kappast framvegis á høgum stigi. Til EM og HM fyri veteranar vinnur hann gull
og ikki minst fyri alt Føroya land. Sum er hava vit í okkara lítla landi tvær brennistøðir, okkara her í Tórshavn, sum er frá 1987 er slitin og hevur ikki neyðuga kapasitet til tær skjótt vaksandi bur [...] fyri ognir.: Fyri bygningar rindar IRF 60 mió til TK - hetta verður mótroknað limagjaldi við 5 mió hvørt ár í 12 ár. Fyri grundlendið rindar IRF 10 mió til TK . Staðseting: Høvuðssætið hjá IRF kemur fr [...] eru íløgur og avskrivingar hjá TK ikki íroknað . Livitíðin hjá einari nýggjari brennistøð verður mett til 25 ár og sparingin fyri TK við at leggja saman við IRF, yvir hesi 25 árini, er uml. 8,2 mió./ár
hvørji feløg, fyritøkur og stovnar høvdu rætt til at útnevna limir til umboðsmannaráðið. Í 1990 samtykti Løgtingið lógina um Ferðaráð Føroya, sum kom í staðin fyri Ferðamiðstøðina. Høvuðsb [...] mettur at skapa eina meiri skjóta og smidliga arbeiðsgongd. Í 2001 varð lógin um Ferðaráð Føroya broytt, tí mett varð, at gamli bygnaðurin var ótíðarhóskandi. Uppskotið sum varð samtykt í 2001 er [...] Uttanríkisráðið. Í mars 2011, varð Ferðaráðið Føroya so endurstovnað í sama líki sum í 2001 og varð lagt undir Vinnumálaráðið aftur. Kelda: Viðmerkingarnar til nýggja lógaruppskotið hjá Johan Dahl um p/f
d. ritgerðini fór fram á Føroya Sjómansskúla seinnapartin fríggjadagin og tók hálvan triðja tíma. Jóannes Dalsgaard, formaður í metingarnevndini, greiddi fyrst frá, hvussu mett var. Honum á baki settu [...] verkið, tá hann vardi bókina »Lossingarmenn í Havn«, sum er komin út á forlagnum hjá Fróðskaparfelag Føroya. Men hvaðan stavar áhugin hjá akademikaranum fyri lossingarmonnunum. ? Áhugin er persónligur og stavar [...] Lossingarmenn í Havn er ein heildarmynd av arbeiðslívinum á keiini á Eystaruvág í Havn árini 1930 til 1980. Havnin í Havn verður lýst innan- og uttanífrá. Ítøkiliga arbeiðið, serliga mentanin í umhvørvinum