Undanstøðið undir Ferðaráðnum var Ferðamannamiðstøðin, ið var sett á stovn við lóg í 1984 og var skipað við einum stýri og einum stjóra, sum varaði av dagliga rakstrinum. Í stýrinum sótu umboð frá Føroya Kommunufelag, Tórshavnar Kommunu, Gistingarhúseigarar, Ferðamannafeløgini, MBF, samferðslunevndin og landsstýrið. Afturat stýrinum var eitt ráðgevandi umboðsmannaráð fyri ferðavinnuna við í mesta lagi 20 limum sett á stovn. Landsstýrið avgjørdi, hvørji feløg, fyritøkur og stovnar høvdu rætt til at útnevna limir til umboðsmannaráðið.
Í 1990 samtykti Løgtingið lógina um Ferðaráð Føroya, sum kom í staðin fyri Ferðamiðstøðina. Høvuðsbroytingin var, at bara trý fólk skuldu sita í stýrinum nú, og at teir allir skuldu útnevnast av landsstýrinum. Limirnir í stýrinum skuldu hava rætta fakliga førleikan, men ikki vera beinleiðis partar í ferðavinnuni ella virknir politikarar. Grundgevingin var, at ein tílíkur bygnaður varð mettur at skapa eina meiri skjóta og smidliga arbeiðsgongd.
Í 2001 varð lógin um Ferðaráð Føroya broytt, tí mett varð, at gamli bygnaðurin var ótíðarhóskandi.
Uppskotið sum varð samtykt í 2001 er meinlíkt verandi lóg, sum varð sett í gildi í 2011.
Bæði stýrið og ráðgevandi umboðsráðið vórðu tikin av, og í staðin var eitt Ráð fyri Ferðaráð Føroya valt. Ráðið hevur seks limir, allir tilnevndir av landsstýrismanninum at sita í fýr ár í senn. Ráðslimirnir umboða ferðasmiðir, ferðaflutningsvinnuna, gistingarhús- og matstovuvinnuna, økisferðavinnufeløg, mentamál og vinnumál.
Í 2006 varð lógin sett úr gildi, og Ferðaráðið varð við nýggjari løgtingslóg lagt saman við Menningarstovuni, og samanleggingin gjørdist grundarlagið undir nýggja vinnuframastovninum Samvit.
Í 2009 avgjørdi landsstýrið at avtaka Samvit og flyta starvsfólkini, sum fingust við ferðavinnuna, undir Uttanríkisráðið.
Í mars 2011, varð Ferðaráðið Føroya so endurstovnað í sama líki sum í 2001 og varð lagt undir Vinnumálaráðið aftur.
Kelda: Viðmerkingarnar til nýggja lógaruppskotið hjá Johan Dahl um p/f Visit Faroe Islands