fram, at bilar næstan dagliga yvirhála nærindis vegamótinum til Sandabrekkuna. Tað kann skapa vandamiklar støður, um ein bilur ætlar sær at snara til vinstru, samstundis sum ein annar bilur roynir at yvirhála [...] Ferðmátingar vísa, at nógvir bilførarar koyra munandi skjótari enn loyvt við innkoyringina til Sands. Á einum mátingarstaði, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, vísti mátingin, at 85 prosent av bilunum [...] kilometrar um tíman ella minni. Hinvegin koyrdu 15 prosent skjótari enn 64 kilometrar um tíman. Tað merkir, at 85 prosent av bilunum koyrdu 64 kilometrar um tíman ella minni, meðan 15 prosent koyrdu skjótari. Hetta
viðmerkingunum verður gjørt vart við, at tað ikki fer at loysa seg hjá øllum at byrja útgjaldið fyrr. Privat eftirlønarútgjald verður roknað sum inntøka og kann tí hava við sær, at framskundaða pensjónin ella [...] m. Fíggjarmálaráðið metir ikki, at broytingin fær fíggjarligar avleiðingar fyri land, kommunur ella vinnu. Verður uppskotið samtykt, kemur lógin í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Les løgtingsmálið [...] røkkur almenna fólkapensjónsaldrinum. Undantak kann gerast, um tað læknafrøðiliga verður staðfest, at ein persónur vegna sjúku hevur styttri væntaðan livialdur. Men tað er ikki galdandi fyri øll, sum hava
í málið. 1-1 og heimamenninir vóru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna favorittsigur, og toftamenn vóru vónbrotnir av, at teir ikki megnaðu at halda tørn um sigurin, sum teir mistu lítla løtu [...] liðnum, sum spælir í 2. deild. Hann hevur ikki pappírini at halda fram sum venjari hjá besta liðnum, men í dag sá tað út til, at hann av álvara megnaði at seta sínar menn upp, tá ið teir eftir fyrra hálvleik [...] B36 stríðist fyri at vera við í kappingini um pláss í Europa. Tað endaði 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik. Undan fráferðini av Svangaskarði høvdu toftamenn ivaleyst verið nøgdir við at hava eitt stig í
givið, at guðstænasta er í Vestmanna kirkju hvønn sunnudag, at til ber at hava barnadópar og vígslur, tá ið tað passar inn í okkara skema, og at jarðarferðir eru væl fyriskipaðar. Men fyri, at hesar dagar [...] ið skipar fyri, samskipar, hjálpir til, stuðlar og annað. At handa ársins herðaklapp á Vestmannadøgunum, er ein máti hjá Vestmanna kommunu at siga takk. Aftur í ár komu fleiri góð boð inn til kommununa [...] ein, sum fekk upp í fleiri tilnevningar, og vit halda, at hesin persónurin so sanniliga hevur uppiborið eitt herðaklapp. Viðkomandi, sum vit nú fara at heiðra, hevur gjørt eitt ólønt arbeiði í nærum 30 ár
í dag, nýta vitlíki til at gera arbeiðsgongdir meira sjálvvirkandi, geva betri yvirlit og hjálpa kundunum at arbeiða skjótari og skilabetri, sigur Rúni Brimvík. Hann væntar, at vitlíki verður ein veksandi [...] teimum KT-loysnum, sum føroyskar fyritøkur fara at brúka komandi árini. – Tað snýr seg ikki um at brúka vitlíki, tí tað er modernað. Tað snýr seg um at brúka tað, har tað skapar virðilig úrslit fyri kundan [...] Geymin varð stovnað í 2019, var endamálið at veita føroyskum fyritøkum góðar bókhalds- og kassaskipanir. Í dag er fyritøkan ment nógv víðari og arbeiðir við at menna heildarloysnir, sum verða skraddaraseymaðar
aftrat verður sett í næstum. Kostnaðurin er ikki kendur Enn ber ikki til at siga, hvussu nógv ein føroyskur Erasmus+-limaskapur fer at kosta. Sambært landsstýrismanninum verður fulli kostnaðurin ikki kendur [...] garnar eru longu farnar í gongd. Leiðsla, undirvísarar, granskarar og fyrisiting arbeiða við at tryggja, at mannagongdirnar fyri lesandi og starvsfólk, sum koma til Føroya ella fara av landinum, lúka [...] uttanlands møguleika at koma á Setrið í eitt tíðarskeið. Altjóða skrivstovan skal styrkjast Altjóða skrivstovan á Fróðskaparsetrinum skal nýskipast og mennast, áðrenn Setrið er til reiðar at taka lut í Erasmus+
Ein dómari í rættinum í Roskilde metir, at grundaður illgruni er um, at 16 ára gamli drongurin stóð aftan fyri drápið við Folkeparken í Roskilde. Hann varð tí varðhaldsfongslaður eftir grundlógaravhoyringina [...] víkur nakað frá tí, sum løgreglan segði fyrr í dag. Tá var metingin, at ein ósemja hevði verið millum teir báðar 16 ára gomlu, men at hon ikki hevði samband við eitt kriminelt umhvørvi. Ófriður tók seg [...] Hundraðtals ung vóru savnað í parkini til eitt tiltak í sambandi við, at nýggja skúlaárið var byrjað. Løgreglan fekk fráboðan um, at ein persónur var stungin við knívi. 16 ára gamli varð flogin á Ríkis
vanda fyri at fara fyri skeyti. Tá umstøðurnar broytast, og siðbundin livikor og handverk missa sín týdning, hava vit ikki somu amboð at skilja, hvat hesi tap hava við sær, sum vit hava fyri at skilja tap [...] um, er saman við Tráin Petursson Nónklett, granskara, farin undir at kanna, hvønn týdning tað hevur fyri samleikan hjá føroyingum, at fuglaveiða møguliga skjótt fer í søguna. Kanningin er partur av gr [...] Endamálið við verkætlanini er at kanna, hvørji óevnislig tap lítil arktisk samfeløg hava sum avleiðing av veðurlagsbroytingum. - Í føroyska døminum leggja vit dent á at lýsa, hvussu hækkandi sjóhitin
skeiðnum og er við til at tryggja, at føroysku viðurskiftini, sum ofta eru øðrvísi enn uttanlands, verða tikin við í undirvísingina. Skeiðið í Filmshúsinum endar mánadagin. Vónin er, at luttakararnir fáa bæði [...] innlit í framleiðaraleiklutin, og at skeiðið kann vera við til at styrkja grundarlagið undir fleiri føroyskum filmsframleiðarum. Filmshúsið vónar og væntar samstundis, at hetta ikki verður seinastu ferð [...] kanska ikki verið nóg góð til at miðla, hvat leikluturin hjá einum framleiðara fevnir um. Men tá ein filmsverkætlan skal mennast og gerast til veruleika, er sera týdningarmikið, at bæði leikstjóri og framleiðari
orkumálaráðið sigur seg hava royndir við, at tað tekur sera langa tíð at broyta galdandi kunngerð, tá nýggj rúsandi evni skulu á listan. Orsøkin verður mett at vera, at málsøkið framvegis er felagsmál. Sleppa [...] ábyrgdina av málsøkinum, verður tað lættari og skjótari at dagføra galdandi kunngerð um rúsandi evni, stendur í lógaruppskotinum. Yvirtøkan merkir, at føroyskir myndugleikar fáa bæði lóggávuvaldið og útinnandi [...] Landsstýrið ætlar at yvirtaka málsøkið rúsandi evni frá Danmark. Tað stendur í lógaruppskoti, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Verður uppskotið samtykt, kemur yvirtøkan í gildi 1. januar 2027. Málsøkið er