og er ein sólskinssøga, og var tá ALS var sett á stovn eitt frambrot. Eitt líka stórt frambrot vildi tað verið, um vit settu ein Yrkisútbúgvingargrunn á stovn. Hesin grunnur kundi verði umsitin av ALS [...] lesandi innan hesi øki. Samverk og Føroya Handverkarafelag hava eitt heilt annað uppskot. Ein burdi sett á stovn ein Yrkisútbúgvingargrunn, ið allir arbeiðsgevarir og lønmóttakarir rinda til. Sum vit kenna tað [...] útbúgvingin ligið. Lærlingarnir fáa eina lærlingaløn, tá teir eru til arbeiðis og arbeiðsgevarin, land ella kommuna, fáa lønarendurgjald frá Yrkisútbúgvingargrunninum, tá lærlingarnir eru í skúla, eins
At støðan í heiminum er broytt, so Føroyar verða alsamt sjónskari á geopolitiska heimskortinum, ger, at vit mugu taka størri ábyrgd av okkara uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki. Tað er neyðugt at [...] røttu og hóskandi karmarnar at arbeiða undir. Uppskotið, ið nevnist Nýtt Samband, verður lagt fram á tíðindafundi mikudagin 31. juli. Heimastýrislógin hevur í meira enn 75 ár verið støði undir menningini [...] av sterka og sjálvbjargna føroyska vælferðarsamfelagnum. Hon hevur tænt okkum væl, men nú er tørvur á at byggja víðari. Tað vil Sambandsflokkurin gera við eini nýggjari sjálvstýrislóg, sum er lagað eftir
okkara tjóðarhátíð savnandi, hon fevnir okkum øll og ger ikki mun á nøkrum, tí á ólavsøku eru øll líka. Øll tey spjøldur, vit dagliga seta á hvønn annan, eru burtur ólavsøkudagarnar, tá alt kegl og allar [...] kenningar í góðum lagi hesar hásummardagarnar, ið vit veruliga gleða okkum til á hvørjum ári. Sum altíð lata vit dyrnar upp á víðan vegg og eru til reiðar at taka ímóti gestum, tí Havnin er ikki bara hø [...] allar ósemjur eru gloymdar. Hetta eyðmerkir okkum sum tjóð, at vit samgleðast um okkara góða land, okkara ungdóm og góðar ókomnar dagar. Aftur í ár fegnast vit um ólavsøkuna og síggja fram til at hitta ætt
kendasta uppboðssøluhús í Danmark. Tað kemur ofta fyri, at føroysk list verður seld á uppboðssølu her – bæði fysiskt og á netinum. – Vit hava eina siðvenju at selja føroyska list. Tað er nakað, vit gjøgnum [...] Hann gekk eisini væl á okkara seinastu uppboðssølu. ##med2## Sterkir litir og náttúran Niels Boe-Hauggaard er imponeraður av føroysku listasøguni. – Tað er serligt, at eitt land við so fáum fólkum allíkavæl [...] víðari frá, hvussu føroyska listin verður seld á uppboði sum partur av einum tema. – Vit royna at presentera føroyska list sum ein samanhang og ein tematiskan bólk á okkara uppboðssølum. Tað gera vit bæði, tá
Í gjár kom ein maður í land á flogvøllinum í Vágum, og hann endaði við at vera harðligur ímóti einum tollara. Ringt varð eftir politinum, og maðurin bleiv tikin og settur í brummuna. Hann var fullur og [...] Eisini fer politiið at hyggja at vakmyndatólunum á flogvøllinum, umframt at tosa við tollararnar. Tað verður tikið í stórum álvara, tá fólk gera seg inn á tollarar, meðan teir eru til arbeiðis. Eitt annað
small í føvningin á kongi og doyði. Tað var tann 25. juli í 1874, at Fregattin »Jylland« við Christian kongi IX kom á Havnina. Saman við kongi á ferðini var Valdemar prinsur, og vóru teir á veg til Ísland [...] Hóast tað var stórur dagur í Havn, tá kongur á fyrsta sinni vitjaði í Føroyum, so mundu havnarfólk minnast løtuna, tá kongur steig á land, sum eina sorgarløtu. Tað hevði tó einki við kongin at gera sum [...] Íslandi í 874. Skipað var fyri stórari móttøku á Kongabrúnni, sum varð bygd til endamálið. Anna Evensen, kona Jens Christian Evensen, sum um hetta mundið var prestur á Viðareiði, og sum seinni var Føroya próstur
roynt tað at undirskriva lógir sum »landsstýriskvinna«, sigur hon. – Tí er tað ikki sørt stuttligt hjá mær, at eg fór inn á skrivstovuna sum »løgtingsformaður« og á ólavsøku í fjør kundi kom út av aftur [...] og søgulig aspekt! Grátiligt!«, skrivar Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformaður. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna skal á ørðum sinna ganga á odda í skrúðgonguni oman í kirkjuna og niðan aftur [...] og lógin kom í gildi, tá nýggja tingárið byrjaði á ólavsøku. Soleiðis gjørdist Bjørt Samuelsen fyrsta »løgtingsforkvinna«, og tað varð eisini broytt á hurðini til skrivstovuna hjá løgtingsformanninum
afturvaldur. Men hann kom kortini á ting fyri landsstýrisfólkini og sat á tingi til valið í 2008. Men á løgtingsvalinum í 2011 vendi hann aftur og stillaði uppaftur og er afturvaldur á øllum valunum síðani, í 2015 [...] ferð valdur á ting í 1984 og gekk fyrstu skrúðgongu í 1985. Hann er eisinin tað tingólkið, sum hevur sitið longst í starvi – og er tann, ið lýkur øll tey trý krøvini í reglunum omanfyri. Á løgtingsvalinum [...] tingmaður í fjør, seinast var hann landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin. Fyrstur í røðini aftan fyri biskup er dómprósturin, og næstur honum er presturin, sum prædikar á ólavsøku. Í ár verður tað Marjun
flóttum, ið eru noyddir at flýggja frá húsi og heimi. Kríggini seta eisini sjóneykuna á, hvørji virði vilja vit sum fólk og land standa upp fyri og verja; tí tað er týðiligt, at tað ikki er stór virðing fyri [...] í lagi, at Hamas fremur yvirgang á Ísrael. Men hvussu nógv ósek menniskju skulu lata lív, og flýggja frá teirra heimum, áðrenn politiski myndugleikin tekur ábyrgdina á seg við at fáa frið í lag landanna [...] at savnast í einari felags friðargongu í virðing fyri hvørjum øðrum. Týdningarmikið er at fylgja upp á friðargonguna. Næsta stig er tí, at senda eitt bræv til aðalskrivararnar í ST og NATO, ávíkavist António
Tá Norrøna kom til landið í gjárkvøldið, hevði ein kvinna 100 gramm av hashi við sær. Hon bleiv tikin og skuldsett fyri at smugla. Av tí at talan er yvir 80 gramm, so fer tað í rættin. Hetta var helst [...] kannaðu tey bara bilar í staðin. Eitt ferðsluóhapp var fráboðað. Tað var ein bilur, ið hevði bakkað á ein annan bil. Tað bleiv víst til tryggingina. Í Vágatunnlinum var ein last full av asfaltið koppað