løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum á Viðareiði og lá á takinum. Løgregla og sjúkrabilur fóru á staðið. Tvey fólk vóru í bilinum. Løgreglan fekk illgruna um, at førarin var ávirkaður
til ber at hitta nøkur av teimum, sum eru í uppskoti til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Felags fyri tey tilnevndu er, at tey geva børnum og ungum vitan, førleikar og møguleika at taka lut [...] prýði úr ull. Endamálið er at vísa, hvussu náttúrutilfar og avlopstilfar kunnu fáa nýtt lív í staðin fyri at verða beind burtur. Á øðrum verkstaðnum sleppa børn og vaksin at royna bregdabond, sum er ein [...] náttúrutilfeinginum og teimum valum, sum vit gera hvønn dag. Dentur verður lagdur á at minka um burturkast og at læra tey ungu at umvæla, endurnýta og skapa nýtt úr tilfari, sum longu er til. Skúlin skipar eisini
fíggjarmálaráðið boðaði mikudagin frá, at tað fór at meira enn tvífalda afturkeypið av langtíðar ríkislánsbrøvum fyri at stuðla marknaðinum. Tað fekk renturnar at lækka aftur fyribils. Amerikanski staturin [...] Umleið ein triðingur av vøkstrinum kom undir koronufarsóttini, tá amerikanski staturin tók stór lán fyri at fíggja hjálparátøk undir bæði Trump og fyrrverandi forsetanum Joe Biden. Restin stavar frá fíggjar [...] billiónir krónur. Skuldin veksur í einari tíð, tá tað er vorðið munandi dýrari hjá amerikanska statinum at læna pengar. Rentan á langtíðar amerikanskum ríkislánsbrøvum fór týsdagin upp á hægsta stig síðan 2007
Endamálið er at fáa føroysku rættargangslógina dagførda við teimum broytingum, sum eru gjørdar í donsku rættargangslógini frá 1. januar 2023 til 30. juni 2025, og sum verða mettar viðkomandi fyri Føroyar [...] Føroyar. Í hoyringarskrivinum verður upplýst, at uppskotið fevnir um fleiri ymiskar broytingar í rættarganginum. Talan er bæði um dagføringar og aðrar tillagingar av galdandi reglum. Ummælisfreistin er 19
er at læra meira um almenna fíggjarstýring, fyrisiting, ábyrgd og eftirlit í einari lítlari sjálvstýrandi samfelagskipan. Serliga var grannskoðaranevndin áhuga í at vitja Tórshavnar kommunu fyri at læra [...] landafrøðiliga spjaddum samfelagi. Grønlendska grannskoðaranevndin greiddi eisini frá sínum royndum. At enda varð tosað um langtíðarætlanir, íløgur í undirstøðukervi og býarmenning. Tveir tímar vórðu settir
fríggjamorgunin, at hon hevði fingið hóttanir í sambandi við fólkaatkvøðuna um ES-samráðingar. Málið er latið løgregluni, sum nú kannar hóttanirnar. Kristrún Frostadóttir, forsætisráðfrú, sigur at støðan als [...] kunna fara ígjøgnum eina slíka tilgongd í friði og náðum, sigur hon. Hon leggur samstundis dent á, at almenna kjakið um fólkaatkvøðuna sum heild hevur verið gott fyri íslendska samfelagið. Kortini stúrir [...] verða spjaddar av fíggjarliga sterkum áhugabólkum. Inga Sæland, forkvinna í Flokki fólksins, sigur, at eisini aðrar ráðfrúur hava fingið hóttanir. – Eg havi sæð góð fólk verða fyri ósakligum hóttanum,
við stríðsflogførum og fleiri vitjanir av herskipum. Men tað hevur víst seg at vera meira torgreitt hjá donsku stjórnini at fáa eina avtalu um hetta, enn roknað varð við. RÚV hevur tosað við Heina í Skorini [...] eftirlitsflúgving við stríðsflogførum og vitjanum av herskipum. Men nýggja støðan hjá Føroyum ger, at Danmark ikki longur kann taka føroyska undirtøku fyri givið, skrivar íslendska kringvarpið RÚV. RÚV [...] Skorini, lektara í altjóða politikki á Fróðskaparsetri Føroya. Hann vísir á, at hendingarnar í ár – og serliga støðan við Grønlandi – hava broytt føroyska sjónarmiðið í verjumálum. Føroyar hava fingið sterkari
Vágur yvir komandi ár fer at kanna og menna nýggjar mátar, at arbeiða við endurnýtslu, burturkasti og skapandi framleiðslu í einum smidligum, fyribils verkstaði. Verkætlanin fer at koyra samstundis við v [...] Hetta snýr seg ym at endurvinna úr plasti og burturkasti. FAB LAB hevur tøkni og tól av ymsum slag, men í samband við nýggju ætlanina krevst ávís tøkni, og í hesum sambandi er RÀK farið at royna seg á Hópfígging [...] virkseminum hjá Fab Lab komandi árini og fer at kanna ítøkiligar mátar, at umskapa burturkaststilfar til nýggjar vørur, samstundis sum hon fremur burðardygd, skapandi arbeiði og staðbundna nýskapan. Fab
er at styrkja trygdina í Arktis og økja um hjáveruna hjá verjusamgonguni á leiðini. Russland, sum hevur ein stóran flota við millum annað kjarnorkuvápnaðum kavbátum í Arktis, hevur áður funnist at Nat [...] hjáveruni í øllum Arktis. Hetta verður gjørt við amerikanskari undirtøku og kann tí síggjast sum ein roynd at ganga stúranini hjá Trump um trygdina í Arktis á møti. Danmark tekur eisini lut í átakinum við F-3 [...] mánaðinum eina nýliga stovnaða herdeild, ið hevur høvuðsstøð í Arktis. Russland hevur áður víst aftur, at landið er ein hóttan móti Nato. /Ritzau/Reuters
um av, at týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul, hevur givið russum boð um, at russiska konsulátið í Bonn skal lata aftur. Týski uttanríkisráðharrin hevur nevniliga lagt Russland undir at standa aftanfyri