fosturtøkur í Føroyum. Tað upplýsir Hagstovan. Hetta er nakað fleiri enn tað hevur verið vanligt hesi seinastu árini, har miðaltalið hevur verið um 25 fosturtøkur um árið. Nú er talið á fosturtøkum umleið tað [...] 1980-unum og fram til 2004. ##med2## Hetta er ein stór broyting, tá ið hugsað verður um, hvussu tað hevur verið. Seinni helvt av 1980-unum var talið á fosturtøkum av tí mesta og tá vóru um 80-85 fosturtøkur [...] umleið 110 fosturtøkur fyri hvørji 1000 livandi fødd bøtn, í fjør var tað 46,9, og hesi seinastu árini hevur tað annars ligið verið upp aftur væl lægri, heilt niður í 29 fosturtøkur fyri hvørji 1000 livandi
kendi tónleikarin Kim Hansen hevur skrivað tónleikin. Súni Joensen hevur ljóssniðgivið og Nicolaj Falck hevur staðið fyri pallsniðgevingini. Gunnvør Joensen hevur leikstjórnað. ##med3## Umframt [...] hetta búgva flestu leikarnir í Nólsoy ella hava tilknýti til bygdina. Beinta Ingeborg Greve hevur leiklutin sum kongsdóttir og Magnus Reinert Gásadal er rossadrongur, unnusti hennara. Tó at Nólsoy
Argja Bóltfelag hevur í dag boðað frá, at felagið hevur fingið tilgongd av átta nýggjum spælarum í summar, meðan sjey av útlendingunum eru farnir úr felagnum, umframt at Jobin Drangastein og Mikkjal Hentze [...] Finnlandi og ein úr Norra. Tað verður lagt afturat í skrivinum, at felagið hevur leitað eftir spælarum í Føroyum, men har hevur einki verið at funnið til røttu plássini. AB skrivar: Í mun til hópin fyri [...] vil takka Jobini og Mikkjali fyri, at teir tóku enn eitt tak fyri felagið í fyrru hálvu í ár. AB hevur eisini leitað á føroyska marknaðinum, men tað eydnaðist ikki at finna spælarar til røttu plássini
Normann hevur seinastu árini verið inni í hópinum kring norska landsliðið og er skrivaður fyri 12 dystir. Tað verða tó ikki fleiri dystir fyribils. Norski landsliðsvenjarin Ståle Solbakken hevur boðað honum [...] í øðrum landi, so hevur Normann valt at skifta upp á eina leiguavtalu til eitt annað russiskt felag. Tað skal vera talan um Dynamo Moskva. Sjálvt um skiftið enn ikki er váttað, hevur Normann greitt Ståle [...] fótbóltur er samdur um at leggja eitt felags trýst á Russland sum krígsførandi land, sum eisini hevur nýtt valdsstøður í ítróttinum sera nógv. – Øll russisk feløg eru útihýst úr altjóða ítróttarkappingum
allar fløskur, og øll blikk, í sama handli. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, hevur skrivað eitt uppskot, sum hann hevur sent ávvarðandi pørtum til viðmerkingar, og tá ið freistin at gera viðmerkingar [...] Tað hevur verið tosað um tað í minst tíggju ár, at tað skal verða lættari hjá fólki at sleppa av við tómar fløskur og blikk. Og nú er eitt eitt uppskot á veg í Løgtingið um, at tað skal bera til at sleppa [...] tir 12) punch. Hetta eru somu íløt. sum kunnu latast inn í dag og tá ið ein royndartíð er farin, hevur landsstýrismaðurin heimild til at áseta, at fólk skulu eisini kunna lata onnur íløt inn, tað kunnu
forseti í Rotary klubbanum í Klaksvík. Sum vit áður hava skrivað hevur Sea Spepherd tveitt stovnaran, Paul Watson, úr høvuðsnevndini, men nú hevur hann so stovnað ein nýggjan felagsskap, The Captain Paul Watson [...] meiri her: Paul Watson tveittur úr Sea Shepherd Men nú um dagarnar kunngerð Paul Watson, at hann hevur verið á vitjan hjá Rotary klubbanum í Newport Beach í Kalifornia og har eru hann, og Rotary, samd [...] ímillum Rotary og Paul Watson. Eirikur á Húsamørk sigur, at hetta er spildurnýtt fyri hann, so beint nú hevur hann ikki tær stóru viðmerkingarnar. Men at hetta er avgjørt ein spurningur hann fer at taka upp á
ferð eftir ferð hevur kært sína neyð um manglandi áhugan fyri kommunulæknastørvum í Suðuroynni. Nú er vent í holini. Nú skal ikki vera tørvur á fleiri læknum. Kommunulæknatrot hevur verið í Suðuroy í [...] Suðuroyggin er eitt kommunulæknaøki við tveimum viðtalum. Einari í Vági og einari á Tvøroyri. Í 12 vikur hevur bara ein lækni verið tøkur í norðaru helvt, og tað er als ikki nøktandi. Nú er tað gleðiliga hent [...] hent, at áhugi aftur er fyri at søkja kommunulæknastørv í Suðuroynni, eftir at Heilsutrygd hevur lýst óteljandi ferðir. Føroyskur lækni við góðum royndir vil fegin royna seg í starvinum. Í fyrsta umfari varð
kannaður fyri lut sín í harðliga álopinum á Kongressina 6. januar í 2021. Trump hevur áður klagað um, at Fox News hevur havt »ov negativar« søgur um seg. Men tað, at rásðin ignorerar hann, er enn størri [...] forbígingin á Fox New. Sjónvarpsstøðin, sum einaferð var heimavøllur hjá fyrrverandi forsetanum, hevur ikki gjørt samrøðu við Donald Trump í yvir 100 dagar. Tað skrivar blaðið New York Times. Blaðið sigur [...] hann var ofta á skíggjanum, tá hann førdi valstríð at gerast forseti í 2016. Sjónvarpsráðsin, sum hevur eitt konservativst støði, var eisini eisini miðilin, sum Trump mangan tók framum, tá hann var forseti
Íleggingargrunninum hevur frá byrjan verið at fíggja størri almennar verkætlanir til gagns fyri føroyska vinnulívið, har fígging annars ikki fæst fyri ein rímiligan kostnað. Grunnurin hevur gjøgnum árini verið [...] slíkar íløgur, og tí ynskja teir at aðrir fíggjarstovnar eru við til at veita fíggingina, og her hevur mangan verið boð eftir grunninum at veita felags fígging, sum í fleiri førum ikki hevði verið gjørlig [...] fingið frá øðrum fíggjarstovnum. Eftir at undanfarna landsstýri arbeiddi við at heimtaka grunnin, hevur Løgmaður nú boðað frá, at grunnurin verður heimtikin, og at ætlanin er at helvtin verður brúkt til
Ungarn. Upptøkan av Finnlandi og Svøríki, sum ikki hevur verið í kríggi síðani 1814, er týdningarmesta víðkanin av Nato síðani 1990'ini. Svøríki hevur í mong ár samstarvað við Nato, men tann formliga upptøkan [...] Avgerðin staðfestir endaligu uppgerðina hjá Svøríki við søguligu uttanveltaðu støðuna, sum landið hevur havt undir tveimum heimskríggjum og í Kalda Krígnum – men altso ikki undir russisku innrásini av Ukraina [...] PKK. Svøríki endaði við at broyta lógir sínar og loyva vápnasølu til Turkalands. Mótstøðan í Ungarn hevur verið eitt sindur øðrvísi. Men hon snúði seg eftir øllum at døma um atfinningar hjá Svøríki ímóti