Nýtt starvsfólk á trivnaðar- og mentanardeildini í Runavík

Tróndur Herason Olsen er settur sum fulltrúi á trivnaðar- og mentanardeildini í kommununi.

 

Hetta skrivar Runavíkar komuna á síni heimasíðu.

Hann hevur arbeitt sum journalistur í Kringvarpi Føroya síðani 2019, umframt eitt skifti sum starvslærunæmingur í uttanríkistænastuni í 2018-2019.

 

Tróndur hevur útbúgving innan politikk og umsiting frá 2019, umframt tónleikaútbúgving frá 2010.

 

Hann byrjar í starvinum 1. Februar.