millum 40 og 69 ár, vóru tveir í tretivunum og tveir 70 ár ella eldri. Samansetingin í nývalda tinginum er munandi øðrvísi. Talva 1 vísir ikki bara hvussu flestu tingfólk nú eru at finna í aldursbólkinum [...] tingmonnunum í nýggja tinginum við Henrik Old, 72 ár, og Heðin Mortensen, 73 ár. Miðalaldurin hjá nýggju tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum er 51,1 ár, meðan hon fyri fýra árum síðan var 51,75 ár. Serliga [...] tingkvinnan Ingilín Strøm, 28 ár, ið hálar miðalaldurin niður, men eisini Djóni Nolsøe Joensen, 47 ár, Bjarni Hammer, 44 ár, Jóhannis Joensen, 48 ár, og Aksel V. Johannesen, 46 ár, eru viðvirkandi til, at
var millum annað í mong ár skúlastjóri, fyrst í Tórshavnar kommunuskúla og síðan samanlagda Skúlanum á Fløtum. Hanus er eisini kendur fyri so mangt annað. Millum annað sum hondbóltspælari, telvari, kórleiðari [...] Hanus, Tú hevur nú í 50 ár tænt føroyska fólkaskúlanum. Sum vanligur lærari, sum skúlastjóri og sum ráðgevi. Tú hevur hesi árini upplivað og verið við til at myndað stórar broytingar í fólkaskúlaskipanini [...] Í dag var hátíðarhald á Undirvísingarstýrinum í samband við, at Hanus Joensen, ráðgevi á fólkaskúlaøkinum, leggur frá sær vegna aldur. Mong munnu kenna Hanus frá hansara tíð innan fólkaskúlan. Hanus var
Fótbóltur Fyri fyrstu ferð í ár er hvørki VB/Sumba ella TB annað av liðunum omanfyri strikuna, sum í síðsta enda fer at gera av, hvørji liðini verða, sum næsta kappingarár skulu spæla í bestu deildini. TB legði [...] landsliðið fer at spæla á útivølli. Men tað verður fult umfar í næstbestu deildini. Tá verður lyklauppgerðin í Sørvági, har AB fer at vitja. Fyrr í ár vann 07 Vestur 4-3 á heimavølli ímóti AB. Tað eru eisini [...] legði bragdliga fyri í vár, og VB/Sumba hevur leingi verið annað av oddaliðunum. VB/Sumba megnaði ikki meiri enn málleysan javnleik í Gundadali leygardagin, og tað ber við sær, at nú eru tað AB og 07 Vestur
Real Madrid og Adidas hava gjørt ein tíggju ára avtalu um, at hvíta kongafelagið í Spania skal spæla í Adidas troyggjum. Avtalan er verd samanlagt yvir tíggju ár 8,2 milliardir krónur, sambært spanska [...] Ekstra Blaðið skrivar millum annað, at til samanberingar, so betalir Nike 7,5 milliardir krónur yvir átta ár, fyri at verða klædnastuðul hjá øllum 32 feløgunum í kurvabóltsfeløgunum í NBA. Hóast tað ikki gongur [...] gongur so væl hjá Real Madrid á vøllinum í ár, so hevur felagið vunnið Champions League fýra ferðir upp á fimm ár. Tað er óhoyrt í nýggjari tíð. Liðið hevur samanlagt vunnið kappingina 13 ferðir, sum er
kolvetni. Sjálvur ivast hann heldur ikki í, at nokk er til av oju og gassi til langt inn í framtíðina, í hvussu er í mong mong tíggjuár aftrat. Á oljuráðstevnuni í Lerwick var eisini nógv gjørt burtur úr [...] ráðstevnu í Lerwick nú um dagarnar. Ætlanin er, at varandi orkukeldurnar í 2010 skulu nøkta 10% av eltørvinum og 20% í 2020. Í hesum sambandi fer Hetland at spæla ein týðandi leiklut. Bretland fer longu í ár [...] Oljuráðstevna í Hetlandi Bretar ætla at leggja nógva orku í at menna varandi orkukeldur og hava sett sær sum mál at nøkta 20% av orkutørvinum við varandi orkukeldum so sum vindi, sól og alduorku um ár 2020.
Vit hava longu nú fleiri dømi um, at fólk av hesi orsøk hava verið noydd at flyta heimanífrá, til heim teirra er umvælt – og dømini verða helst fleiri komandi tíðina. Speedarin má setast í botn. [...] ynskja tað, óansað hvør tú ert. Langt er eftir á mál. Tosaði herfyri við unga gentu, sum hevði staðið í 8 ár á bíðilista, og nú hevði hon fingið íbúð, hon var so glað, hon dugdi ikki at greiða frá hvussu glað [...] Bústaðir skal halda seg til vardar og bíligari íbúðir. Raðfestingin at byggja bústaðir til fólk, ið hava serligan tørv, hevur higartil gingið striltið. Við hesari ferðini fara summi fólk í hesum bólkinum
prent í Dimmalætting í farnu viku. Havi síðani valið í mínum stilla sinni gingið og filosoferað yvir, um Johan Dahl mundi vera reinkarnatiónin av Bør Børsson, men soleiðis sum hann smokkaði saman í aftursvarinum [...] eftir at hava verið úti í heimi og hvest sær vitið á ymsum framkomnum fróðar setrum. Nógv liggur á láni í Suðuroy, sigur fyrrverandi skipa-smiðjustjórin á Gørðunum. Hetta vitstu og vita vit, sum hava sitið [...] mest átøkur kolossinum í Dánjals Bók. Høvdið av skírum gulli, bróstið og armarnir av silvuri, kviðurin og lendarnir av kopari, men ólukkutíð vóru føturnar hálvt av jarni og hálvt av leiri. Og tær hildu
føroyingum áður. Men tað verður tað so nú. Fimm vágbingar hava, sum nevnt aðrastaðni í blaðnum valt at royna nakað heilt, heilt annað, og ikki kann sigast annað enn at tað er øðrvísið - og spennandi. Arbeiði fram [...] og tær bíða bara eftir at sleppa í gongd. Fjarðarnir fara beint í posar, sum eru settir upp á maskinurnar, so tað verður reinført umborð. Pakningurin skal eisini goymast fyri seg, men alt tað er í lagi, [...] at vera úti í senn. Stóran kapasitet Tað kann, uttan stórvegis trupulleikar, vera í rættuliga drúgva tíð. Báturin hevur ein stóran kapasitet og tá hagreiddi fuglurin samstundis er lítil í vavi, ja, so
Pakkhús í Vági til livandi tónleik við vælumtóktu trubadurunum Hans Marius Ziska og Sveinur Gaard Olsen. Teir báðir hava í mong ár verið kend andlit í føroyska tónleikaheiminum, og millum annað eru teir [...] Sveinur spælt við bólkinum Flux. Seinastu mánaðirnir hava teir báðir ferðast runt landið, har teir hava spælt millum annað í Runavík, Klaksvík og fleiri støð í Havnini, og nú fara teir til Vágs. Tónleikurin
um, eru hesar: Í 15. umfarinum hittast B68 og NSÍ á Svangaskarði, í 16. umfarinum hittast NSÍ og B36 í Runavík og HB og B68 í Gundadali, og í 17. umfarinum verður grannastríð í Gundadali. Í síðsta umfarinum [...] puss. Í næstsíðsta umfarinum skal NSÍ til Klaksvíkar, og í síðsta umfarinum skal KÍ í Gundadal ímóti HB. Klaksvíkingar hava hildið seg havt gott tak á HB í ár, og tað sveið, tá ið teir mistu stigini í fyrra [...] var týðuligt, at VB kendi seg hava vunnið eitt stig. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at HB noyddist av vøllinum uttan at hava skorað mál. Tað skal leitast aftur til 2. juni í fjør fyri at finna síðstu ferðina