Watson sigur, at hann saman við Sea Shepherd France og Sea Shepherd Brazil enn fer at stríðast víðari við sama taktikki fyri at verja grindahvalirnar. Valentina: – Eingin forðar Paul í at blíva við Valentina [...] heldur altso sera lítið um, at Sea Shepherd Global hevur broytt taktikk. Hann heldur, at tey eru blivin for mild og kompromissøkjandi, og leggur dent á, at hetta ikki er galdandi fyri allar Sea Shepherd deildirnar [...] innsatsinum hjá Sea Shepherd í Føroyum at gera greitt, at okkara arbeiði fyri at tryggja vernd av grindahvalum og springarum ikki skal blíva til ein destruktivan bardaga ímóti nøkrum. Hinvegin skal tað vera
Reuters veit í dag at siga, at 897 lastbilar eru komnir inni í Gazageiran í dag við neyðhjálp. Tað er ST, sum er kelda til hesi tíðindi. Tørvurin á neyðhjálp er øgiligur eftir kríggj í meira enn eitt ár [...] og Hamas. Vit hava onkuntíð nevnt tað her á pallinum, at Gazageirin í ferkilometrum er minni enn Streymoyggin. Men, íbúgvaratalið er stórt, tí fyri kríggið búðu fleiri enn tvær milliónir í hesum lutfalsliga
endamálið er, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleika at koma við sínum íkasti til komandi barnalóg fyri Føroyar. Næmingaráðini verða styrkt, so tey eru ein sterk rødd í fólkaræðinum fyri allar næmingar [...] týðandi boðskapur og partur av fyrireikingini er, at vit vilja hava, at øll børn í Føroyum fáa møguleikan at siga sína hugsan. Tí leggja vit stóran dent á, at tey børnini og tey ungu, ið eru vald í næmingaráð [...] vit fyrireikað, at tey børn, ið ikki hava møguleika at koma í Norðurlandahúsið til tiltakið – t.d. børn, ið bera brek, fleirmælt og fleirmentað børn, børn á dagstovni o.o. fáa møguleikan at koma við sínari
støðan krevur, at vit gera nakað við tað. Leingi hevur verið tosað um at endurskoða ríkisfelagsskapin, og vit í Sambandsflokkinum halda, at broytingar skulu henda nú. Tí verður skipað fyri almennum kjakfundi [...] Eftir at Donald Trump boðaði frá, at hann vil keypa Grønland, er ríkisfelagsskapurin av álvara komin í brennidepilin kring heimin. Og vit kunnu ikki bara sita og hyggja at, meðan øll heimsins eygu eru [...] hvussu vit skulu skipa okkum í Ríkinum. At leiða kjakið hava vit fingið Beintu Løwe. Eisini kemur Bertel Haarder, fyrrverandi danskur ráðharri og fólkatingslimur, at geva okkum innlit í hvussu hann sær støðuna
Føroyar hevur rásarúm at virka á altjóða pallinum. At gera viðkomandi avtalur, at stovna gagnlig samstørv og at seta kósina fyri okkara land, eftir okkara fortreytum, ið einum meira óstøðugum heimi. Tað er avgerandi [...] partar. Men okkara tørvur á at knýta handilssambond fyri at fjøltátta og vaksa okkara búskap, at gera sáttmálar um verju og trygd við okkara sameindu, og at umboða okkum sjálvi sum sjálvstøðugur limur í altjóða [...] leingið verið eyðsýnt fyri fólk flest, at okkara ríkisrættarliga støða hevur verið og er framhaldandi ein forðing fyri framgongd á fleiri týðandi mótum. Okkara vantandi førleiki at røkja sambond við onnur
verður avdúkað skjótt”, sigur Tordis, og leggur afturat, at øll eru vælkomin at skipa fyri einum Huldulitt-tiltaki hesa vikuna og fáa tað á skrá við at venda sær til torsinfo@torshavn.fo . [...] við at ferðast inn í hulduheimin, har vit samstundis gleða okkum til ljósari tíðir og siga farvæl við hesar verur, sum bert trívast í myrkri”, sigur Tordis. Hetta verður millum annað gjørt við at gera [...] serstøkum veggjaprýði í Steinatúni við verum hjá Williami Heinesen, “William Heinsen er eisini kendur fyri at skapa og tekna trøll og aðrar verur við íblástri úr hulduheiminum, og er standmyndin, Tarira, í
vagur.fo. Tiltakið verður í Miðlatúni fríggjadagin 24. januar 2025, kl. 10.00. Endamálið er at skapa høvi fyri práti og netverkan við góðum kaffi og køkum, skrivar Vágs kommuna á vagur.fo. [...] Vinnukaffi, har kommuna og vinna hittast og fáa eitt prát afturvið einum kaffimunni, hevur í nøkur ár verið fastur táttur í Vági. Og soleiðis verður aftur í ár. Vágs Kommuna bjóðar øllum vinnurekandi í
týdningi, at vit umrøða hesi í felag, og saman seta sjóneykuna á framhaldandi at fremja batar, við tí fyri eyga, at Føroyar verður eitt virðiligt og javnsett samfelag, sum er atkomuligt fyri øll, sigur [...] hoyringini er at kanna, hvussu londini, ið hava tikið undir við breksáttmálanum, fremja sáttmálan í verki. Niðurstøðan frá hoyringini vísir, at Føroyar hevur gjørt framstig á fleiri økjum, men at tað samstundis [...] nýggju lógini um brekumboð, men vit viðurkenna eisini, at arbeiðið ikki er liðugt. Tí er alneyðugt, at vit saman við áhugafeløgunum halda áfram við at betra um viðurskifti og rættindi hjá fólki, ið bera brek
hevur trý høvuðsmál: 1. At kortleggja genomið hjá øllum føroyskum eukaryotum 2. At finna genetiska fjølbroytnið, serliga í vinnuliga nýttum lívverum, fyri at betra um umsitingina 3. At stovna ein alment a [...] genetiska samanseting. Fyri at varðveita alt tað genetiska margfeldið hjá einum slagi, er umráðandi at kenna stovnsbygnaðin hjá slagnum. Sild er ein fiskur har ílegugransking hevur víst, at ymiskir stovnar hava [...] Vit mugu liva í samljóði við náttúruna fyri at tryggja, at vit ikki skaða hana. Føroyar hava bundið seg til altjóða avtalur so sum sáttmálan um lívmargfeldi (the Convention on Biological Diversity) og
kunnu ikki gera av, hvat vit fara at gera, sigur hann. Grønlendski sjálvstýris- og uttanríkisráðharrin, Vivian Motzfeldt, sigur, at Grønland fer at venda sær til USA. Múte B. Egede hevur seinasta mánaðin [...] Donald Trump, sum fyrstu ferð luftaði tankan um at keypa Grønland í 2019, hevur ikki áður sagt seg ikki vilja vísa aftur, at hann kann brúka hermegi til at amerikanskt ræði og ognarrætt yvir Grønlandi. Útsagnir [...] gjár, men hann varð seinni spurdur um málið. - Grønland er eitt frálíkt stað, og vit hava brúk fyri tí fyri at tryggja altjóða trygd, sigur Trump. Múte B. Egede er á tíðindafundinum spurdur, hvat hann sigur