Eftir at Donald Trump boðaði frá, at hann vil keypa Grønland, er ríkisfelagsskapurin av álvara komin í brennidepilin kring heimin. Og vit kunnu ikki bara sita og hyggja at, meðan øll heimsins eygu eru vend ímóti okkum.
Íkomna støðan krevur, at vit gera nakað við tað. Leingi hevur verið tosað um at endurskoða ríkisfelagsskapin, og vit í Sambandsflokkinum halda, at broytingar skulu henda nú. Tí verður skipað fyri almennum kjakfundi millum forfólkini í politisku flokkunum á tingi, um hvussu vit skulu skipa okkum í Ríkinum. At leiða kjakið hava vit fingið Beintu Løwe.
Eisini kemur Bertel Haarder, fyrrverandi danskur ráðharri og fólkatingslimur, at geva okkum innlit í hvussu hann sær støðuna í einum nútíðar- og søguligum sjónarhorni.
Tiltakið verður í Smæruni í Havn, J.H. Schrøtersgøta 7, hóskvøldið 23. januar kl. 19.00.
Øll eru vælkomin.
Sambandsflokkurin