síðuar hjá ánni minkaðar niður í smá hyljar. Tað hevur elvt til fiskadeyða og stórar broytingar í vistskipanini. Eisini landbúnaðurin er undir trýsti, tí minni vatn er tøkt til at veita veltum og djórum. Metlág [...] undan kavi fram við Donau í Eysturevropa. Tað sæst á einari nýggjari fylgisveinamynd, sum Copernicus, jarðeygleiðingarskipanin hjá ES, hevur almannakunngjørt. Áin er nógv smalri enn vanligt, og stór øki, sum [...] Tey noyðast tí at taka minni farm við, og tað ger flutningin bæði dýrari og seinni. Serliga flutningurin av korni, koli, oljuúrdráttum og øðrum tungum farmi er ávirkaður. Summastaðni eru ferjuleiðir og
at lítið inntriv er gjørt í lendið innanfyri rossagøtuna, og at økið sambært teimum ikki er lagt av til ítróttarøki í byggisamtyktini. Eisini verður víst á, at talið á másum í økinum er vaksið seinnu árini [...] skjølum frá Yvirfriðingarnevndini, vísir eina munandi størri kappingarbreyt enn ta, tey áður høvdu sæð. Sambært feløgunum hevur áður verið upplýst, at súkklubreytin skuldi liggja 30 metrar frá rossagøtunum [...] skal flytast út í lendið. Reiðfeløgini vísa á, at eingin vegur er niðan til ætlaða økið við Fjallið og Vesturvarða. Við støði í metingum frá fólki, sum tey siga hava kunnleika til gøtugerð, rokna feløgini
Mikudagin hin 19. august klokkan 9, sum er mikumorgunin komandi, verður ástaðarfundur í Náttúrufriðingarnevndini, og møtt verður við bústaðin á Heygum 9 í Kvívík. Tað er sýslumaðurin, Kristjan Martin Joensen [...] eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum. Hetta er sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini, løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing. - Umrøðan, sum fólk kunnu senda inn [...] saman til fundin. Á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu verður sagt, at til viðgerðar á ástaðarfundinum er umsókn um loyvi at byggja úthús til seyð á matr. nr. 135a omanfyri á Heygnum 9 í Kvívíkar markatalsbygd
Hóast almenni fráfaringaraldurin er avtikin, halda fleiri kommunur fast við, at starvsfólk skulu frá, tá tey fylla 70 ár. Eyðgunn Samuelsen vil nú hava Margit Stórá at svara, um komandi javnviðgerðarlógin [...] fara, bara tí tey hava rokkið einum ávísum aldri. Sambært Eyðgunn Samuelsen er støðan eisini ymisk alt eftir, hvør arbeiðsgevarin er. Tvey fólk við somu førleikum og sama ynski um at halda fram á arbeiðsm [...] Eyðgunn Samuelsen vísir á, at bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum er ein týðandi partur av verjuni av grundleggjandi rættindum. Tað eigur at vera førleikarnir, sum gera av, um ein persónur fær eitt starv
verður lagt aftrat. Ekvador er heimsins størsti útflytari av bananum, og fleiri ferðir er avdúkað, at kokain er smuglað úr landinum saman við bananum. Azuay-landsluturin er millum tíggju økir í Ekvador [...] at tey høvdu fingið boð um skjóting. Tað var í Pucara í landslutinum, Azuay, har ólóglig leitan eftir kopari og gulli hevur vundið upp á seg seinnu árini. Hetta er hent, samstundis sum eitt kriminelt [...] ránsmannalið hevur verið meira og meira aktivt í økinum. Tv2.no veit at siga, at Ekvador er broytt frá at hava verið eitt av friðarligu londunum í Latínamerika til at vera eitt land við nógvum kriminaliteti
Tað skrivar Tórshavnar kommuna: Nógv fólk í bygdini nýttu høvið til at heilsa upp á borgarstjóran og tosa um leyst og fast. Dagurin byrjaði við, at umboð fyri kommununa gingu runt í bygdini saman við umboði [...] umboði fyri staðbundnu nevndina. Hugt varð eftir ymiskum viðurskiftum, sum ynski er um at gera nakað við. Millum annað varð hugt eftir fríøkinum, veitunum og brandhúsinum. Eisini vórðu viðurskifti sum [...] ruskinnsavnan, útstykking og ferðafólk umrødd. ##med2## Sveinur Zachariasen úr staðbundu nevndini greiddi frá Seinnapartin høvdu fólk á Velbastað so møguleika at hitta borgarstjóran, og nógv fólk brúktu høvið
virksemið sleppur at halda fram. Hvat er eitt kommunalt krav vert, um kommunan góðtekur, at tað verður ignorerað? Og larmurin er bara ein partur av trupulleikanum. Blábar er blivin ein ein náttklubbur, sum tykist [...] egnu dyr. Hetta er ikki tað, sum kallast ein livandi miðbýur. Ein livandi miðbýur er ikki ein býur í lógloysi. Vit eru ikki ímóti tónleiki, skeinkistøðum ella ungum fólki í býnum. Men tað kann ikki vera [...] aftur og aftur. Onki hendir. Og kommunan veit, at larmurin er ólógligur. Kommunan hevur sjálv latið gera ljóðmátingar. Tær vísa, at larmurin er langt oman fyri loyvda markið. Kommunan hevur givið Blábar
eru ivaleysar um, at tað ikki minst er hetta, sum er orsøkin til, at tær hava hildið saman øll hesi mongu árini síðan. - Vit hava hildið sambandið við líka, og síðan 2010 hevur tað gingið upp á skift millum [...] Husholdningsskole, eru frá Vinding Højskole, sum varð grundlagdur longu í 1867. Skúlin er nógv broyttur gjøgnum árini, og í dag kallast hann Skole for Gastronomi, Musik & Design. Skúlin er framhaldsdeild fyri [...] siga, at Jóhanna dugdi avbera væl at greiða frá, hvat skúlin tekst við. - Okkara Vinding-vinkonur vóru ovfarnar av fantastiska skúlanum og frálæruni, sum her er. Áðrenn farið varð aftur til Havnar, varð
bygdunum á Sandoynni vaks samanlagt við 35 fólkum frá 1. juli 2025 til 1. juli 2026. Størsti vøksturin var á Sandi, har fólkatalið fór úr 538 upp í 565. Tað eru 27 fleiri íbúgvar og ein vøkstur á fimm prosent [...] gjørdi Sandoynna part av fasta vegasambandinum. Hagtølini kunnu ikki einsamøll staðfesta, at tunnilin er orsøkin til vøksturin. Tey vísa tó, at serliga Sandur og Skálavík hava havt greiðan fólkavøkstur seinasta
kalla hvønn tíma frá klokkan 8 leygarmorgun til klokkan 5.30 sunnumorgun. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, ssl.fo. Keiin er miðdepilin á stevnuni. Tað er á keiini, stevnan [...] víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini, á nýggja sp [...] Royndarhúsinum er kabarett, og út á kvøldið verður dansur. Føroyskur dansur verður í Avhaldshúsinum. Hetta er bara ein partur av øllum tí, tú kanst uppliva um vikuskiftið í Nólsoy, og sum skilst er heilt víst