royndu KÍ spælarunum, at tað fór at eydnast at vinna KÍ í europeiskt bólkaspæl. Í 2023 var KÍ fyri fyrstu og higartil einastu ferð við í europeiskum bólkaspæli. Umstøðurnar eru góðar at spæla fótbólt í Riga [...] Riga. KÍ er gestur hjá Riga, og hjá báðum pørtum er setningurin at vinna og harvið at spæla seg í europeiskt bólkaspæl. Tá ið liðini fyri einari viku síðani hittust í Klaksvík endaði tað við málleysum javnleiki [...] Riga í kvøld. Tað er turt og 18 hitastig, og vøllurin sær út til at vera heilt góður. Tað ber til at keypa atgongd at síggja dystin á KÍ heimasíðuni ki.fo. Riga – KÍ kl. 18.00 Á Skonto stadion í Riga í Lettlandi
EB/Streymi. Tað er møguleiki fyri hjá toftamonnum at skava nøkur stig saman, men tað er eisini møguleiki fyri, at toftamenn ikki fara at vinna úrtøku, og at teir harvið vera sera tætt at niðurflytingini, tá ið [...] við sær, at Skála ÍF hevur 20 stig, og at tað eru trý stig aftur til 07 Vestur, og at tað eru fimm stig aftur til B68, sum av álvara er í vanda fyri at flyta niður. Um tað skal eydnast B68 at sleppa undan [...] síðstu umførunum vinna fimm stig fleiri enn Skála ÍF, sum hevur betri málmun enn B68 hevur. Dystargongdin bar brá av, at tað vóru tvey lið á vøllinum, sum stríðast fyri at sleppa undan at flyta niður. Skálamenn
Sagt verður, at ferðslan í hesum tíðarskeiði verður beind at koyra fram við bátabrúgvunum hetta tíðarskeiðið, og verður heitt á bilførarar um at fylgja skeltingini á staðnum. - Orsøkin til, at arbeiðið verður [...] er, at høvuðsspillivatnsleiðingin liggur mitt í vegnum og serstaki bilurin, sum verður brúktur til arbeiðið, má standa beint yvir kloakkdekslunum, meðan arbeiðið verður framt. Lagt verður aftrat, at tað [...] - Í samband við arbeiðið at hosufóðra høvuðsspillivatnsleiðingina á Nólsoyar Pálsgøtu, verður eingin ferðsla eftir Nólsoyarpálsgøtu 1. og 2. september. Eisini verða kloakkleiðingarnar á Jørundsgøtu og
í Vági. - Í tveir dagar verða Vágs havn og Vágsfjørður karmur um tiltøk fyri bæði børnum og vaksnum. Í Vágs kommunu siga tey, at tiltakið byrjar fríggjakvøld við Syngið-við umborð á Johonnu, og leygardagin [...] aftrat, at grindabátarnir fara á fjørðin, kappróðrarbátar kappast, og børnini kunnu fara á skattaveiðu við sjórænarunum. - Og ikki minst verður stórt vatnkríggj á skránni. Í Vági siga tey, at nógv ymiskt [...] vagur.fo Johannudagurin endara leygarkvøldið 5. september við bryggjudansi í Vági, har Vinmenn fara at spæla. Tað eru felagið Johanna TG 326, Vágs kappróðrarfelag og Vágs kommuna, sum fyriskipa Johannu-tiltakið
tilflytarum. Nú lata vit dyrnar upp – og vóna, at tit fara at fylla Kafé Tvørá við lívi, hugna og góðum løtum 29. AUGUST · KL. 14–00 · KAFÉ TVØRÁ. Vit gleða okkum at síggja tykkum, skriva Poulina og Todi. [...] fyrrverandi handilshølum á Tvøroyri. Og tíðindi hava gingið um, at fótbóltslegandan Tódi Jónsson skal lata cefé upp á Tvøroyri. Nú er sjón fyri søgn: Longi er tað, ið væl skal vera… NÚ er løtan komin! Leygardagin [...] Leygardagin 29. august lata vit dyrnar upp til Kafé Tvørá – og vit gleða okkum ómetaliga nógv at hátíðarhalda dagin saman við tykkum KL. 14–16Dyrnar lata upp, og vit bjóða ókeypis kaffi & søtt afturvið Lív
føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi í NEAFC-skipanarøkinum. Í Fiskimálaráðnum verður sagt, at tey, ið ætla at gera royndir í 2026 og fáa lut í kvotuni, skulu senda uttanríkis- og fiskimálaráðnum umsókn [...] lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum. Lagt verður aftrat, at umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir [...] fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu fiskurin kemur til høldar. At enda verður sagt, at greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður á landi. Umsóknarfreistin er á middegi
KÍ vónirnar um at vinna seg í europeiskt bólkaspæl fingu í kvøld eitt skot fyri bógvin. KÍ hevði á Tórsvølli vitjan av Lech Poznan úr Póllandi. Upprunaliga var dysturin ásettur at vera í gjárkvøldið. Pólska [...] in í gjár gjørdi av, at dysturin varð útsettur til í kvøld. Í kvøld sóu gestirnir ikki út til at vera so viðtiknir av longu ferðatíðini, meðan KÍ liðið sum tíðin leið sá út til at vera illa sølað eftir [...] ferðingina. Lech Poznan vann 5-0, og harvið er tað greitt, at pólska liðið heldur fram í UEFA Europa League. KÍ hevur ein møguleika eftir at spæla seg í europeiskt bólkaspæl. Tað verður í UEFA Conference
verður ikki meira regn av týdningi í Klaksvík restina av degnum. Tað verður skýggjað, og hitin fer at liggja um 12-13 stig seinnapartin. Út á kvøldið fellur hitin spakuliga niður í um 11 stig. Nakað av [...] verður hann um 8 m/s, um 7 m/s klokkan 22 og niður í um 5 m/s á midnátt. Almenna forsøgnin sigur eisini, at tað verður hálvskýggjað og sum frá líður bert okkurt ælið, samstundis sum vindurin minkar. Tí eru útlitini [...] útlitini rættiliga góð hjá teimum, sum skulu á Summarfestival í kvøld: Skýggjað og svalligt, men fyri tað mesta turt – og minni vindur, jú longri út á kvøldið líður.
høvdu gestirnar leikliga yvirvág, men NSÍ liðið orkaði heilt væl at fylgja við, og tað tænir NSÍ til heiður, at tað eydnaðist at vinna føroyskum fótbólti eitt stig. NSÍ er topplið í Meistaradeildini, og [...] hitastigum 2-0. Í kvøld vóru tað eini 20 stig færri, men líkindini vóru góð at spæla fótbólt, tí tað var stilt, og tað bilti einki, at tað meiri enn so kendist úr honum. Úrslitið í kvøld var 2-2. Eina løtu [...] NSÍ, og sum tíðin leið, so sást tað, at sveisiska liðið er á eitt vet hægri stigi enn NSÍ. Men teir gulu og svørtu vóru púra óimponeraðir. Teir løgdu bragdliga fyri, og tá ið ein lítil hálvur tími var farin
kunnu benda á, at føroyska bústaðarmynstrið er í broyting. Fleiri búgva einsamøll, og stórur partur av bústaðartørvinum er tí ikki bara knýttur at siðbundnum barnafamiljum, men eisini at einstaklingum og [...] ársbyrjan. Til samanberingar vaks fólkatalið við 603 fólkum sama tíðarskeið árið fyri. Tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at húski við bert einum fólki eru tann størsti einstaki húskisbólkurin. Í 5.579 húskjum [...] Tað merkir, at í meira enn helvtini av øllum húskjum í Føroyum býr annaðhvørt eitt fólk ella tvey vaksin uttan børn. Eingin børn í tveimum av trimum húskjum Hagstovan staðfestir eisini, at eingi børn búgva