eina hjálpandi hond og eiga lut í, at tiltakið eydnaðist so serstaka væl. Eg byrjaði við at seta meg í samband við Amnesty Føroyar, og tey vóru ein stór hjálp frá byrjan av. Síðani vórðu ungmannafeløgini [...] Talurnar vóru rørandi, heldur Marianna Nagata, men tær vóru eisini upplýsandi, tí har vóru fleiri, ið máttu ásanna, at tey kanska høvdu verið ein partur av trupulleikanum á onkran hátt, sigur hon. Tað er ilt
fryntligi skúvoyingurin siglt við Strandferðsluni. Hann er gemytligur og prátar við øll – føroyingar eins og útlendingar. – Eg havi altíð havt lætt við at koma í samband við fólk og at tosa, sigur Tummas [...] ið hann skrivar saman við. – Eg segði við tey, at tey máttu rætta meg, tá eg skrivaði, og tað hevur hjálpt, so eg eri komin betri á lagið, sigur hann. Lesið alla samrøðuna við Tummas Frank Joensen í [...] Tummas Frank Joensen, sum hevur siglt við Teistanum um Skopunarfjørð, síðani strandfaraskipið kom í flotan í 2001. Siglt við 10 strandfaraskipum Tummas Frank Joensen byrjaði hjá Strandferðsluni í 1980, og í
Arge gjørdi við ein fegnan Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen. Fyri venjaratoymið og fyri hópin hjá ÍF kemur sigurin sera væl við, og er tað gott at vera sloppin av við seksstiga spøkilsið [...] Sundalagið við einum 1-2 útitapi móti ÍF. Tað sá bjart út tá Niklas Kruse miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði til 1-1, men løtu seinni fekk Fannhard Skoradal seinna gula kortið, og sundalagsmenn máttu seinastu [...] hevði verið rætta myndin av dystinum. Hann iðrar seg um tapið, men slær fast, at sundalagsmenn eru við gott mót og fara at stríðast víðari. Jákup Martin Joensen fellir ikki harðan dóm yvir Fannhard Skoradal
– Trupulleikin við korona, er ikk ein trupulleiki, vit hava skapt. Tað staðfestir Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumba. Í fleiri vikur vóru vøggustovur og barnagarðar kring landið stongd fyri at forða [...] koronasmittan skuldi breiða seg. Kortini vóru dagstovnarnir opnir fyri neyðansing, har foreldrini máttu fara til arbeiðis, og ikki høvdu aðrar møguleikar enn at lata børnini fara á stovn. Men síðani hava
stórur matriellur skaði, og bilarnir máttu flytast. Vakthavandi upplýsir, at ein persónur er farin á Landssjúkrahúsið til kanningar. Bilrøðirnar hava verið langar við Norðragøtu. Løgreglan hevur leitt ferðsluna
roynd at greiða frá søguni um festið: Í mai 2019 kom eg í samband við Búnaðargrunnin, um at yvirtaka festið, tí táverandi festari skuldi av við tað. Eg hevði tá havt eitt annað festi í Oyndarfirði í 7 ár, og [...] livandi seyði í haganum rakk ikki uppum 200. Við festinum fylgdu eitt fjós og eitt seyðahús, sum vóru í sera ringum standi, og eisini fylgdi nógv skuld við festinum. Eg yvirtók festið í juli (fekk festibrævið [...] teir 140 seyðirnar, ið har ganga. Eg havi tí tosað við Búnaðargrunnin um, at eg ætli at taka allan seyðin inn um veturin. Í tí sambandi havi eg arbeitt við at fáa gjørt fjósið í stand. Eg bað tí Búnaðarstovuna
tað varð so nógv trýst á, at eg visti, at eg ikki megnaði túrin til Havnar. Eg hugsaði tá, at vit máttu fáa eina ljósmóður heim til okkara at taka ímóti barninum. Tá klokkan er á leið hálvgun tólv, ringir [...] sjúkrabilur er tøkur í Runavík, og hann er á veg eftir okkum, sigur Ovi Brim frá. Les alla samrøðuna við Ova og Hallgerð Brim í Vikuskiftis Sosialinum, har tey greiða frá, hvussu tað gekk, tá hon átti fjórða
hevur um 240 fólk í starvi, men í farnu viku gjørdist greitt, at um 90 teirra máttu sigast úr starvi orsakað av koronakreppuni. Við Kringvarpið segði Johan í Nirðistovu, at uppsagnartreytirnar vórðu partvís
– At Huawei vórðu útskiftir við Ericsson hevur einki við njósning ella trýst aðrastaðni frá at gera. Tað er orsaka av handilskrígnum, sum hevur verið millum Kina og USA. USA setti forðingar fyri at flyta [...] skipanir til Kina og til Huawei. Ein partur av skipanin var haðani. Tað merkti, at Huawei ikki kundu vera við, hóast teir vóru sinnaðir til tað, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti. Hann vísir sostatt [...] Broytingin var eisini gjørd í november í 2019. So hetta er einki nýtt. Nei, hetta hevur als einki við 5G netið at gera ella tey politisku útspælini, hvat net skal nýtast ella ikki, sigur Hans Jákup Langgaard
Olvur Petersen, sigur hann við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum. Stjórin í J&K sigur, at tey arbeiða við ymiskum ætlanum í høvuðsstaðum, sum tey vóna, at býráðið tekur undir við. Hann vil tó ikki koma nærri [...] Tilsamans 10 fólk hjá J&K hava verið 2-3 vikur í ALS-skipanini, m.a. tí tey máttu broyta vaktirnar. Nú er onki starvsfólk í skipanini. Við industry.fo sigur stjórin í J & K, at tað var umráðandi at tryggja, at [...] Tað sigur stjórin í J & K Petersen, Steinolvur Petersen, við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo. - Tað góða er, at vit hava nógv stór arbeiði í gongd í løtuni, sum í øllum førum vara alt hetta