frá børnum í arbeiðinum hjá Barnabata er, at vantandi pengar ikki eiga at forða teimum í at luttaka í frítíðarítrivi, føðingardøgum, skúlatiltøkum og øðrum felagsskapi við javnaldrar. Tøl frá Í Menniskjum [...] men ikki fingið stuðul, kann tí vera hægri. Í 2024 fingu 486 húski orkuískoyti og 285 noktandi svar. Í 2025 vóru 427 játtanir og 185 noktandi svar. Úr 5.000 upp í 12.000 krónur Tjóðveldi og Sjálvstýri hava [...] hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka orkuískoytið í 2026 úr 5.000 upp í 12.000 krónur. Samstundis skal inntøkumarkið hækkast úr 300.000 upp í 350.000 krónur. Ognarmarkið hjá húskjum við einum ella
Fyri at bøta um ferðslutrygdina hjá skúlabørnunum hevur Sjóvar kommuna sett í verk eina sonevnda "kyss og koyr" skipan við skúlan. - Strandatún er einsrættað millum klokkan 07.30 og 08.30, so allir bilar [...] bilar koyra sama veg, og harvið slepst undan, at proppur kemur í. Í Sjóvar kommunu vísa tey á, at fólk hjá kommununi við borgarstjóranum, Hans Anders Jacobsen, á odda hava verið og stýrt ferðsluni við skúlan [...] at hetta er eitt gott átak. Sagt verður, at onkur hevur físt eitt sindur, treyðugt so, men væntandi verða øll glað fyri skipanina sum frá líður. - Í øllum førum slepst nú undan at leita eftir einum staði
framstig í fleiri ítróttagreinum. Hondbóltslandsliðini hava kappast í endaumførum á hægsta evropeiska og altjóða stigi, og í 2025 vann U21-landsliðið hjá monnum bronsu í heimsmeistarakappingini. Í fótbólti [...] fótbólti gjørdist KÍ í 2023 fyrsta føroyska fótbóltsliðið, sum rakk bólkaspælinum í einari evropeiskari kapping. Føroysk ítróttafólk hava eisini vunnið sær stór altjóða úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku leikunum [...] leikunum, eins og Føroyar eisini vunnu oyggjaleikirnar í 2025. Ítróttasamband Føroya (ÍSF) hevur latið Idrættens Analyseinstitut (IDAN) gera eina umfatandi greining av føroyskum úrvalsítrótti, og niðurstøðan