var stovnað í 1923, og helt tí 100 ára stovningardagin í fjør. Í dag eru ellivu talvfeløg virkin í landskappingini. Í alt 426 telvarar stóðu á styrkilistunum hjá hesum feløgum til kappingina í fjør vetur [...] eintingum eina ferð til Lugano har suðuri í Sveits, sum hetta heystið hýsir olympisku talvleikunum. Rubek hevur í einari talvsending í útvarpinum í 1990 sagt, at telvarar í Føroyum høvdu tá smáar vónir um at [...] umboða okkum. Rubek hitti eisini formannin í danska talvsambandinum, Ole Schøller Larsen. Í fundarfrágreiðing síni frá FIDE-aðalfundinum í Lugano í danska talvblaðnum í januar 1969 nevnir Schøller Larsen eisini
sum liður í einum størri dronuálop, sum Russland mátti avbyrgja í gjárkvøldið. Borgarstjórin í Moskva, Sergej Shobyanin, hevur sagt, at loftverjan í økinum skeyt niður tilsamans 12 dronur í nátt. Fleiri [...] russiskar støðir. Í Moskva eru ongar fráboðanir um, at nakar hevur fingið skaða, men dronuálopið hevur sett síni spor í undirstøðukervið í býnum. ##med6## ##med7## ##med8## Á altjóða flogvøllinum í Domodedovo [...] doyði í gjárkvøldið, eftir at ein niðurskotin drona rakti ein íbúðarbygning í Ramenskoye, sum er ein lítil býur uttan fyri russiska høvuðsstaðin, Moskva. Tað sigur Andrei Vorobyov, sum er guvernørur í Mo
móti Sumy, sum er í landnyrðingspartinum av Ukraina, drap tvey fólk tíðliga í morgun. Samstundis hava fleiri fólk fingið skaða. Tað sigur hernaðarliga umsitingin í økinum kring Sumy í fráboðan. - Tvey fólk [...] undirstøðukervinum í Ukraina til hernaðin, orkuveitingar og flutning, og ikki ukrainsk sivilfólk. Borgarstjórin í Sumy, Oleksij Drozdenko, sigur, at bæði hús og bilar eru oyðiløgd í álopinum. - Øll ne [...] særdu fáa neyðuga læknahjálp, verður sagt. Tað er ikki greitt, um nakar av teimum særdu er í lívsvanda. Sumy hevur mark til Russland, sum ikki hevur gjørt viðmerkingar til fráboðanir um álopið. Fyrr hevur landið
Í dag er veterandagur fyri teimum, sum hava verið í tænastu úti í heimi í herinum, løgregluni, bjargingarliðum og heilsutænastum, skrivar torshavn.fo. Eisini í Føroyum eru veteranar, ið hava verið á altjóða [...] altjóða mótum. Móttøka var í Múllers pakkhúsið í dag. Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt á tiltakinum. “Vi er samlede her i dag for at mindes og takke. Vi [...] dag er der færinger, som er på militære opgaver rundt i verden. Derfor markerer vi også denne dag på Færøerne. -- Ongin kennir mein í annan mans bein, - lyder en færøsk talemåde. Det vil sige, at ingen kender
seta íbúðirnar á. Á heimasíðuni hjá Mark verður sagt, at tey í fyritøkuni gleða seg til at bjóða fólki inn í húsini, tá hesi standa liðug seinni í heyst, og á heimasíðuni ber eisini til at skriva seg upp [...] Fyrr í dag lósu vit á In.fo, at íbúðareindirnar hjá Mark til íbúðirnar, sum fyritøkan nú byggir í Skálavík, eru komnar til landið og verða nú koyrdar til Skálavíkar, har fundamentini standa klár at seta [...] gum umstøðum, siga tey hjá Mark á síni heimasíðu um tey tíggju raðhúsini, sum nú verða bygd í Skálavík. Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/ibudareindirnar-hja-mark-eru-komnar-til-landid
Tær fyrstu íbúðareindirnar, sum Mark byggir í Skálavík, eru nú komnar til Skálavíkar. Næstu dagarnar skulu allar eindirnar koyrast úr Havn til Skálavíkar, og hetta krevur serflutning. Eindirnar eru stórar [...] smølu eindunum byrjar týsmorgunin 11. september, og vera hesar koyrdar í dagtímunum. Beinleiðis frá Eystaru Bryggju til byggiplássið í Skálavík. Týsdag 10. september: Flutningur av fýra smølum eindum millum
Lisbeth gjørdist ein av undangongukvinnununum í politikki. Hon tók realprógv í Tórshavn í 1955 og studentsprógv á Bagsværd Kostskole og Gymnasium í 1958. Í 1960 giftist hon Jákupi. Lisbeth var tilkomin [...] at luttaka í fólkaræðinum. Hon vildi hava aðrar kvinnur við á pallin. Tí var hon eitt nú virkin í Kvinnufelagnum í Havn, í Kvinnusamskipan Føroya og var við til at slóða fyri Demokratia. Í fleiri minn [...] óri, ein sess hon røkir í 8 ár, og sum forkvinna í sosialu nevnd. Í 1990 verður hon vald á Løgting, og eisini her er hon fyrsta kvinnan, ið er vald at umboða Sambandsflokkin. Í 2001 verður hon fyrsta og
aftanfyri Marius í finaluni. Bróður Tóra, Jóhann Fløtt, vann bronsuna við 35 raktum dúgvum í finaluni. Í 2012 læt Skjótisamband Føroya ferðasteyp til FM í OL skeet. Ferðasteypið var í umfari í 12 ár, inntil [...] Um vikuskiftið bleiv FM í OL skeet avgreitt á breytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og á breytini hjá Veiðufelagnum Byrsumúla á Sandvíkum í Tórshavn. Eftir at innleiðandi 125 leirdúgvurnar vóru [...] fóru 6 teir fremstu íðkararnir í eina FM finalu, har 60 dúgvur skuldu skjótast. Finaluna vann Marius F. Joensen við 55 dúgvum. Hetta er nýtt føroyskt met í ISSF 2017 finalu í OL skeet. Silvur vann Tórur Fløtt
innkomin uppskotini - ella einki at velja. Í Vestmanna kommunu siga tey, at uppskot um vinnuvirksemi á bedingini skulu sendast til teldupostadressuna - vestmanna@vestmanna.fo. [...] Tí er bedingin í Vestmanna nú boðin út aftur til vinnuvirksemi. - Eru fyritøkur ella einstaklingar áhugað í virksemi á økinum, kunnu tey senda kommununi eitt uppskot til ætlan, og allar ætlanir eru vælkomnar [...] vælkomnar. Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu. Lagt verður aftrat, at um møguligar ætlanir á bedingini fevna um bátavirksemi, eru ávísar treytir frá Mest. - Seinasta freist at senda inn uppskot er á middegi
umfari í landskappingini hjá monnum. KÍ hevði vitjan av Skála, og gestirnir fóru til hús við 3-1 tapi. Hálvleiksstøðan var 1-0. Málið í fyrra hálvleiki skoraði eyðsýndi René Shaki Joensen, sum í dag í útgangsstøðu [...] eftir steðgin Joseph Michael Williams í framrættaðu ódnini í vinstru. Hetta var triðja málið hjá Ødemarksbakken, síðani hann í summar flutti til Klaksvíkar. Heimasigurin í dag ber við sær, at KÍ hevur 48 stig [...] Berntsson miðskeiðis í seinna hálvleiki vórðu skiftir. Karstin Hansen í málinum hálvbjargaði fyrrru royndina, og René snaraði runt um seg sjálvan, áðrenn hann smekkaði bóltin upp í nettakið. Hetta var fyrsta