Tí er bedingin í Vestmanna nú boðin út aftur til vinnuvirksemi.
- Eru fyritøkur ella einstaklingar áhugað í virksemi á økinum, kunnu tey senda kommununi eitt uppskot til ætlan, og allar ætlanir eru vælkomnar.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu. Lagt verður aftrat, at um møguligar ætlanir á bedingini fevna um bátavirksemi, eru ávísar treytir frá Mest.
- Seinasta freist at senda inn uppskot er á middegi hin 16. september 2024, og kommunan tilskilar sær rætt at velja ímillum innkomin uppskotini - ella einki at velja.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at uppskot um vinnuvirksemi á bedingini skulu sendast til teldupostadressuna - vestmanna@vestmanna.fo.