Í annaðkvøld klokkan 18.30 spælir KÍ fyrra røkk støkk dystin móti lettiska liðnum, Riga FC um rættin at kappast í deildarspælinum í Conference League. Tað verður nakað so forkunnugt sum ein Premier League [...] dómari í Premier League síðani 2024. Sama árið gjørdist Samuel Barrot altjóða dómari. Millum 2020 og 2024 dømdi Samuel Barrott dystir í The Championship, League One og League Two, so hann hevur væl av royndum
Samrøðan er partur av eini røð, har Veðurstovan savnar staðkenda vitan um veðrið kring landið. Árnafjørður er 43. bygdin, sum er við. Sambært Mikkjali er lítil vindur í bygdini, tá hann er av norði og eysturi [...] fyri Føroyar og vindurin kemur upp í lágan vestan, kunnu harðar hvirlur koma gjøgnum Áarskarð og sláa niður í bygdina. – Tá kunnu tey liggja svøvnleys, verður sagt í samrøðuni. Kortini er vestan eisini [...] hon gevur bæði vind og terra. Mikkjal Mikkelsen hevur búð alt lívið í Árnafirði. Hann sat við festi í 30 ár og hevur verið virkin í bygdarlívinum. Samrøðan kann lesast á heimasíðuni hjá Veðurstovuni undir
undirvísir á yrkisútbúgving í Noregi. Hann hevur valt at raðfesta vanligu læribókina í undirvísingini. – Læribókin leggur upp til góðar samrøður, eitt róligt tempo og reflektión í tímunum, sigur hann. Næmingarnir [...] fáa tíð at lesa neyvt og í friði, steðga á, kjakast og endurtaka. Tað merkir tó ikki, at talgild lesing skal burtur. Granskarin vísir á, at næmingar eisini kunnu fáa undirvísing í, hvussu teir lesa miðvíst [...] skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey Foss á Lesisentrinum við Universitetið í Stavanger. Hon hevur kannað, hvussu næmingar á yrkisútbúgvingum skilja fakligan tekst, tá teir lesa
nú komin í hópin av fólkum, sum hava fingið pláss í traditionsríku Kraks Blå Bog . Gads Forlag gevur í dag út Kraks Blå Bog 2026-2027 , og Vónbjørt Vang er eitt av teimum 76 nýggju nøvnunum í ársins útgávu [...] geiran. Í nýggju útgávuni eru tilsamans 8.094 ævisøgur . Vónbjørt Vang er rithøvundur og hevur í mong ár verið virkin í føroyskum bókmentum. Hon hevur bæði givið út egnar bøkur og verið við í bókmentaligum [...] tikin upp í Kraks Bláu Bók er ikki nakað, ein sjálvur søkir um. Ritstjórnin velur, hvør verður tikin við í verkið. Seinastu árini hava eisini fleiri aðrir føroyingar fingið pláss í bókini. Í útgávuni 2024-25
kravdi málið um staðsetingina av súkklubreytini á Vesturvarða aftur fyri býráðið, so býráðið kann viðgera og taka støðu til hetta av nýggjum. Siga ikki sanna søgu Tað eru røddir í býráðsmeirilutanum, sum hava [...] hava ábyrgdina av ætlaðu staðsetingini á Vesturvarða. Hetta er grovt og heilt einfalt ikki rætt. Søgan er tann, at býráðið játtaði fjallasúkklufelagnum at venja har í 2015. Tað var sum liður í fyrireikingunum [...] tey eisini, at ríðingin var í sínari tíð savnað í Havnardali fyri at fáa rossini burtur frá býarmeldrinum. Kommunan hevur brúkt nógvar pengar at gera lendisgøtur og ríðibreytir í umhvørvinum, og reiðfólk
fyrisitingini í sínum egna aðalráði. – Landsstýrismaðurin er hinvegin av teirri fatan, at tað er bæði lógligt og sakligt at geva Búnaðarstovuni tænastuboð, um tað verður neyðugt, stendur í svarinum. Hann [...] stýrisskipanarlógina og býtið av málsøkjum í landsstýrinum. Vinnumálaráðharrin hevur yvirskipaða eftirlitið við Búnaðarstovuni og sum útgangsstøði heimild at geva stovninum tænastuboð. Í drúgvu løgfrøðiligu g [...] vatnlógini. Tað eru málsøki hjá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum. – Tað er tí ikki landsstýrismanninum greitt, hvar málið er í løtuni, stendur at enda í svarinum.
brunasárið í friðaða økinum. Umleið 3.000 hektarar – 30 ferkilometrar – eru farnir í eldinum. Hetta er størsti skrásetti skógareldurin í Belgia og meira enn tvífalt so stórur sum ein eldur í 2011, tá nærum [...] Eldurin kyknaði fríggjadagin í High Fens-náttúrufriðlandinum í Eysturbelgia nærindis markinum til Týsklands. Copernicus hevur nú valt eina fylgisveinamynd av økinum sum dagsins mynd. Á myndini sæst týðiliga [...] markinum, og týskir myndugleikar hava eisini verið tilbúnir vegna roykin. Stórir partar av Evropa hava í summar verið raktir av nógvum hita og turki, sum hevur økt munandi um vandan fyri skógareldi.
Tað kemur fram í svari frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu. Hon hevur spurt um byggiverkætlanir og byggiumsiting hjá Landsverki í sambandi við ætlanina [...] nin hevur víst á, at fíggjarliga ábyrgdin og leiðslan av byggiverkætlanum ikki hava verið nóg greið. Í verandi skipan hava aðalráðini ábyrgdina av verkætlanunum og biðja Løgtingið um pengar, meðan Landsverk [...] fyri 2015 og tí ikki eru við í hesum yvirlitinum. Millum teirra eru Viðareiðistunnilin, Glasir og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum. Bert Fámjinstunnilin hevði stórt frávik Av teimum 55 verkætlanunum eru
eisini hildið fast í einari serligari siðvenju. - Henda siðvenja er, at Heimistovugarður aftur í ár flettir eina kúgv, so børn og vaksin kunnu síggja, hvussu fletting fer fram og fáa innlit í føroyskan sið [...] Pætur og Omman, koma á vitjan og fara á pallin í tjaldinum við sangi, skemti og góðum lag fyri børnum og barnsligum sálum. Soleiðis siga fyrireikararnir av stóra tónleikatiltakinum á Viðareiði, sum verður [...] úr 6 upp í 12 ár einans gjalda 100 krónur. - Við Trølla Pæturi og Ommuni, stórum barnalandi, hoppiborgum, Silvi og føroyskum siðaarvi verður nógv at uppliva hjá yngru festivalgestunum – mitt í stórslignu
Greinarar siga í dag, at Iran partvís hevur mist eftirlitið við Hormussundinum. Meira enn 80 prosent av skipaferðsluni seinastu tvær vikurnar hevur valt at sigla um Oman-leiðina, sum hon verður rópt. Hetta [...] men ikki leiðin, sum Iran krevur, at skipini skulu sigla í Hormussundinum. - Við at sløkkja sendarar, sum vísa knattastøðu og sigla undir verju av amerikansku marinuni, hevur eydnast skipum at sleppa undan [...] undan iranskun álopum við norðurstrondina. Hetta veit CNN at siga í dag. Lagt verður aftrat, at fyri bara einum mánaði síðan var næstan eingin skipaferðsla á Oman-leiðini.