verður eitt týðandi mál á fundinum. – Tað er umráðandi fyri okkum at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu fáa fullan og javnbjóðis limaskap í norðurlendska samstarvinum. Tað snýr seg um at styrkja felagsskapin [...] er ein ítøkilig mynd av broytingunum, sum eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini. – Tað samsvarar væl við vanligu gongdina, at bæði Føroyar og Grønland í størri mun sita við borðið og verða
íbindingar og eitt busssteðgipláss. Skúlabørn ganga og súkkla eisini tvørtur um parkeringsøkið. – Tað, at tað er nógv ymiskt, sum hendir, ger økið ótrygt fyri børnini at ferðast á, verður staðfest í ferðs [...] ferðportur har, sum børnini ganga. Vegurin Undir Reynum verður samstundis skotin upp at verða einvegis. Tað skal gera leiðina millum skúlan og frítíðarskúlan tryggari. Eingin samlað kostnaðarmeting fyri bro
Ferðslan á Sandi er nógv broytt, síðan Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023. Tað verður staðfest fleiri staðni í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Sambært frágreiðingum frá fólki á staðnum [...] á landsvegin millum Sand og Meginskúlan. Fólk, sum dagliga ferðast á leiðini, hava greitt frá, at tað nú kennist vandamikið at ganga ella súkkla eftir landsvegnum. Tá bilar skulu út frá Meginskúlanum, [...] alt eftir mátingarstaði. Ætlanin vísir kortini ikki sambærilig tøl frá tíðini fyri Sandoyartunnilin. Tað ber tí ikki við støði í sjálvari ætlanini til at siga nágreiniliga, hvussu nógv ferðslan er vaksin
súkklubreyt til fjallasúkkling við Vesturvarða, og hóast peningur er játtaður til verkætlanina, so er tað vorðið greitt, at meiriluti ikki longur er fyri verkætlanini. Tí fara vit á fundi í Mentamálanevndini [...] triathlon fer at endurskoða ætlanina og kanna, hvørjir møguleikar eru. Hetta merkir tó samstundis, at tað verður torført at fáa eina altjóða góðkenda súkklubreyt til Oyggjaleikirnar í Føroyum komandi ár. Og [...] tí í fleiri umførum. Ført verður fram, at nýggir upplýsingar eru komnir fram í málinum aftaná, at tað varð samtykt í februar, hetta er ikki so, tó at tónin á sosialu miðlunum er vorðin bæði hvassari og
telur ein mamma dagarnar síðan sonurin ringdi kríggið hevur einki hjarta tað kennir ikki mun á einum sigri og einum tapi tað dugir bert at gera dagin óhugnaligan men onkustaðni undir øskuni andar ein [...] eftir synum sum Russland sendi inn í eitt kríggj teir ikki sjálvir valdu teir skriva heim at teir hava tað gott hóast moldin er vorðin teirra song og óttin teirra einasti vinur leiðarar sita við long borð flyta
Tað vísa nýggj tøl fyri bilasøluna í Norðurlondum, sum Bilstatistik.dk hevur savnað. Í august vórðu 13.274 nýggir elbilar skrásettir í Noregi. Til samanberingar vórðu bara 64 nýggir dieselbilar og 30 bilar [...] 7 prosent. Bilstatistik.dk metir tí, at Danmark møguliga kann taka Noreg aftur innan nøkur ár, tá tað ræður um elbilapartin av samlaða bilaflotanum. Í Svøríki eru 9,6 prosent av bilunum elbilar og í Finnlandi [...] nýskrásetingarnar minkaðu 3,4 prosent. Toyota stendur eisini sterkt á norðurlendska marknaðinum. Merkið er tað einasta, sum – burtursæð frá BMW iX5 – er umboðað á topp-10-listunum í øllum fýra londunum. Í Finnlandi
sum áður. Tað gevur felagnum størri rásarúm til at leggja orkuna í tað, sum limirnir brenna fyri: at velta, læra, royna, deila vitan og skapa felagsskap kring føroyska grønmetisvelting. Tað er henda veruleikan [...] karmarnar fyri grønmetisframleiðslu í Sandoy og at breiða út boðskapin um, at tað ber væl til at velta grønmeti í Føroyum. Tað eydnaðist skjótt at seta Sandoynna á kortið sum eina grønmetisoyggj. Veltan [...] depil fyri grønmetiseldsálir, íverksetan, vitan og royndir. Ein avleiðing av hesum hevur verið, at tað í tíðarskeiðum hevur verið trupult at fáa raksturin við føstum útreiðslum at bera seg uttan verkæt
Elrennihjólini vórðu tikin, tí tað ikki er loyvt at koyra á almennum vegi við slíkum akførum í Føroyum. Løgreglan heitir serliga á foreldur um at hava hetta í huga, tá elrennihjól verða keypt til børn
Løgtingskvinnan vísir eisini á, at Føroyar hava upplivað ein álvarsaman blaðdeyða seinastu árini, og at tað tí eigur at vera eitt mál at skapa betri karmar fyri teimum fáu føroysku viku- og mánaðarbløðunum, [...] talið av føroyskum viku- og mánaðarbløðum er lítið. Hinvegin heldur hon, at betri treytir kundu gjørt tað lættari at stovna og reka nýggj føroysk magasin. – Um fleiri viku- og mánaðarbløð komu aftur til lívs
tey kenna frá okkum frammanundan. Hjá okkum er samstundis týdningarmikið, at gáttin ikki er ov høg. Tað skal vera lætt at støkka inn á gólvið, sama hvør fyritøkan er í stødd og vavi. Ein kaffimunnur er heldur [...] ikki langt burturi. Vit ynskja samstundis at takka øllum, sum komu framvið, tá vit lótu dyrnar upp. Tað var ein góð byrjan upp á gerandisdagin á Biskupstorginum, og vit gleða okkum til at síggja bæði kend