stýring, sum eru, at vit ikki eiga at fiska meira, enn fiskastovnarnir tola, og at okkara felags fiskatilfeingi eigur at verða gagnnýtt soleiðis, at tað, innan teir karmar, sum samfelagið [...] við byggivinnuni, alivinnu ella aðrari vinnu er. Har taka vit sum givið, at vinnan skal skapa størst møguligt virði innan teir karmar, sum samfelagið setur. Hví skuldi tað verið øðrvísi í botnfiski [...] íløgur, samstundis sum fleiri botnfiskastovnar framvegis eru undir lívfrøðiliga burðardygga markinum. Føroyar eru í dag einsamallar í okkara parti av heiminum um at brúka fiskidagaskipan sum høvuðsamboð
grundað. – Tá eitt fremmant land ikki forðar fyri innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði, er tað ein ójavni, sum rakar amerikanskan handil og amerikanskar arbeiðarar, sigur hann. Donald [...] 25 amerikanskir statir hava stevnt stjórnini hjá Donald Trump í sambandi við nýggju tollgjøldini, sum vórðu sett í gildi í juli. Sakarmálið er reist av statum, har annaðhvørt demokratiski guvernørurin [...] Sambært Hvítu Húsunum er orsøkin, at londini ikki gera nóg mikið fyri at steðga innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði. Málið er lagt fyri U.S. Court of International Trade í New York
skelkandi. Ongin fyrilit verða tikin fyri teimum oyðileggjandi avleiðingunum, sum koyringin kann fáa fyri ósek fólk og tey, sum koyra, sigur politistjórin sambært Sky News. Familjan í mótkoyrandi bilinum [...] kvinna í tjúgunum og eitt barn. Bæði eru í álvarsligari støðu, skrivar Sky News við írsku løgregluni sum keldu. Justin Kelly, politistjóri, sigur, at vanlukkan vísir, hvussu ábyrgdarleyst og vandamikið tað [...] løgregluni á vegnum uttan nakra skyld, tá bilurin við tannáringunum rakti hana. Løgreglan heitir á fólk, sum sóu vanlukkuna ella hava viðkomandi upplýsingar, um at venda sær til myndugleikarnar. Vegastrekkið
Tann 4. august varð ein drona við spreingiløðing funnin nærindis einum ukrainskum farmaraflogfari, sum verður nýtt til at flyta hernaðarútgerð. Eftir fundið varð flogvøllurin fyribils stongdur. Kanningarfólk [...] ukrainska flogfelagið Antonov Airlines nýta flogvøllin til flutning av hernaðarútgerð. Trygdarkeldur, sum týsku miðlarnir endurgeva, hava illgruna um, at Russland var uppi í hendingini. Russland hevur víst [...] er fyri hybridum krígsrekstri. Hann vísti eisini á, at Týskland fer at víðka granskingina í dronum sum part av átøkunum ímóti nýggju hóttanunum. Millum annað verður ein nýggj granskingarmiðstøð fyri dronutrygd
dreingir og menn vórðu dripnir í juli 1995. Mladic gav eisini boð um kringsetingina av Sarajevo, sum vardi í umleið 40 mánaðir frá 1992 til 1996. Fyri leiklut sín í krígnum fekk hann eyknevnið »Slaktarin [...] mai nær deyðanum. Tá kom eisini fram, at hann stutt frammanundan hevði fingið heilabløðing. 15 ár á sum flótti Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin fyri fyrrverandi Jugoslavia, ICTY, eftirlýsti Ratko Mladic [...] brotsverk móti mannaættini. Lívstíðardómurin varð staðfestur í kærumáli í 2021. Radovan Karadzic, sum var politiski leiðarin hjá bosnisku serbunum undir krígnum, varð í 2016 eisini dømdur fyri fólkamorð
arbeiðinum og hevur eisini gjørt lógaruppskotið, sum ásetur, hvussu heimildir og skyldur verða fluttar frá donskum til føroyskar myndugleikar. Løgmaður, sum varðar av yvirtøkumálum, leggur sjálvt uppskotið [...] Hetta merkir, at tað kann taka drúgva tíð at fáa nýggj rúsandi evni sett á føroyska listan yvir evni, sum einans kunnu nýtast til medisinsk og vísindalig endamál. – Tað er ikki nøktandi, at eitt rúsandi evni [...] Samstundis leggur landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum uppskotið um tær myndugleikaflytingar, sum skulu tryggja, at føroyskir myndugleikar kunnu umsita økið eftir yvirtøkuna, fram. – Hetta er eitt
vaktarskip, sum liður í verjusemjuni. Talan er ikki um biddaragongd, men ein staðfesting av, hvørja ábyrgd Danmark hevur av trygd okkara, umframt ein viðurkenning av stóru útreiðslunum, sum trygd og verja [...] hvørki Tjaldrið ella Brimil sigla í løtuni, men lukkutíð eru aðrir møguleikar, ið kunnu lofta støðuni sum t.d. Jákup Sverri og donsku verjuskipini. Men høvuðstrupulleikin er, at okkum tørvar nýggj vaktarskip [...] nationalismu. Hetta er ein spurningur um trygd, har vit antin velja at byggja vaktarskip ella liggja sum eftirbátar. Helgi Abrahamsen
meiriluta samtykt eina áheitan um at brúka heimskort, sum vísa støddina á heimspørtunum rættari. 164 lond atkvøddu fyri uppskotinum. USA var einasta landið, sum atkvøddi ímóti, meðan Estland, Georgia, Litava [...] millum lond og heimspartar hevur týdning. Grønland verður nógv minni Mercator-kortið varð ment í 1569 sum eitt amboð til sjóferðslu. Tað varðveitir ættir og vinklar, men økir munandi um økini nær pólunum. [...] Hon varðveitir víddarlutføllini, so ein fermetur í Afrika hevur sama lutfalsliga pláss á kortinum sum ein fermetur í Grønlandi. Eingin fløt heimsmynd kann tó varðveita bæði stødd, skap, frástøðu og ættir
stóran mun er mannaður við frítíðarsiglarum, sum ikki hava útróður sum høvuðsvinnu. Felagið nevnir aðrar møguligar loysnir. Millum annað kundi inntøkumarkið, sum skilir millum fullriknar og ikki fullriknar [...] teimum døgum, sum longu eru tillutaðir fyri 2026. Endamálið er, at bátarnir kunnu halda fram við fiskiskapinum longur út á árið. Óttast, at skipanin verður skeiklað Ein høvuðsatfinning, sum gongur aftur [...] Bert eitt felag tekur undir Suðurstreymoyar Útróðrarfelag tekur sum einasti greiði hoyringarparturin undir við uppskotinum, soleiðis sum tað fyriliggur. Felagið heldur tó, at málið kundi verið avgreitt
tlanir, gransking, útbúgving og tilgongdir, sum gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar er hetta serliga áhugavert. Vit kunnu [...] í mun til okkara fólkatal. Tað staðfestir nýggja frágreiðingin Elite Sport in the Faroe Islands , sum Idrættens Analyseinstitut hevur gjørt fyri Ítróttasamband Føroya. Men skulu úrslitini gerast støðug [...] kann Erasmus+ gerast eitt sera týdningarmikið amboð. Erasmus+ verður ofta sett í samband við lesandi, sum fara uttanlands at lesa. Men skipanin er nógv meira enn tað. Ítróttur er eitt sjálvstøðugt øki, har