OpenAI hevur í dag lanserað eina nýggja útgávu av ChatGPT, sum er serliga ætlað ungum millum 13 og 17 ár. Tað upplýsir felagið í einum tíðindaskrivi. Sambært OpenAI skal nýggja útgávan verja ungar brúkarar [...] skal ChatGPT í størri mun stuðla undir læringina hjá teimum ungu í skúlanum heldur enn bara at geva teimum liðug svar. Ann O’Leary, varastjóri fyri altjóða politikk hjá OpenAI, sigur í samrøðu við bretska [...] serfrøðingum, sum stúra fyri vaksandi nýtsluni av vitlíki millum ung. Atfinningarnar snúgva seg millum annað um, at kjattbottar hava hjálpt næmingum at snýta í skúlanum. Í summum førum hava tær eisini verið lagdar
Amerikanski herurin bumbaði í nátt fimm iransk oljutangaskip í Persaflógvanum. Í kjalarvørrinum er prísurin á einum tunnuføri av Brent-ráolju farin upp um 100 dollarar fyri fyrstu ferð síðan 24. juli, [...] Reuters. Áðrenn stríðið í Miðeystri byrjaði, lá prísurin á Brent-ráolju um 70 dollarar fyri tunnuna. Síðan er hann í løtum farin upp um 120 dollarar. Frank Øland, høvuðsstrategur í Danske Bank, ávarar um [...] dagarnar er oljuprísurin hækkaður munandi. Herðist stríðið í Miðeystri enn meira, kann oljuprísurin tíverri halda fram uppeftir, sigur hann í einari skrivligari viðmerking til Ritzau. ##med2## ##med3##
Í kvøld klokkan 18.30 spæla 07 Vestur og EB/Streymur dyst í 18. umfarinum í Meistaradeildini hjá monnum. Dysturin verður leiktur á Dungasandi í Sørvági. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Tá liðini hittust [...] hittust við Margáir í Streymnesi 26. apríl vann 07 Vestur 2-0 á EB/Streymi. Í fjør tryggjaði EB/Streymur sær sjey av níggju møguligum stigum móti 07 Vestur. Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata [...] lata odds upp á dystin í kvøld eru rættiliga jøvn. Tó hella oddsini eitt vet til útisigur til EB/Streym. Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 2,70 og 3,00. Oddsini upp á javnleik liggja millum
við fylgi til landið í gjár, og tey hava havt onkrar løtur at njóta føroysku náttúruna, meðan tey hava verið her. Í gjár vóru tey útferð í Tindhólmi, og Odbjerg var stórliga hugtikin av upplivingini har. [...] aldrin hava upplivað nakað líknandi. Andreas Odbjerg, sum er ættaður úr Odense, fekk stóra gjøgnumbrotið í 2022 við sanginum "Stor mand", sum hann skrivaði og framførdi saman við Tobias Rahim. Síðani hevur hann [...] for evigt", "Jeg ka' rigtig godt lide dig" og "Hjem fra fabrikken". Andreas Odbjerg spælir á Vágsbø í kvøld klokkan 22:30.
mannaður av Bárði Petersen, Beini Troest, Filipi Zachariassen og Jónasi Gaard. Sangurin kallast “Eingi orð“ og snýr seg um tey menniskjaligu sambond, sum ikki krevja so nógv, tí nærveran er nóg mikil í sær [...] veit man, at einki er broytt, tá ið man hittist aftur. Sangurin er framleiddur í Ekho Ekho og á Oyrasundskollegiinum (B613) í Keypmannahavn. “Eingi orð” er tøkur á øllum stroymingartænastum. Orð og lag:
vatnskaði í Vágshøll. Vatnið gjørdi millum annað skaða á gólvið í høllini, og neyðugt varð tí at skifta gólvið. Arbeiðið varð fyriskipað í vetur, og farið varð undir tað, tá hondbóltsárið var av, og størri [...] størri tiltøkini í høllini vóru farin afturum. Soleiðis siga tey í Vágs kommunu. - Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at ovasta lagið skjótt verður lagt á, og síðan verður gólvið strikað upp. Víst verður [...] strikað verður upp til 17 banar til ymiskar ítróttagreinar. - Gólvið er av sera høgari góðsku - eitt kombi/ elastiskt ítróttargólv av slagnum PW18 við biopads+ og Pulastic ECO 70. Lagt verður aftrat, at nýggja
íløgum í rúmdarøkið, sum væntast í Norðurhøvum og Arktis komandi árini. Heitið Spaceport Norðoyggjar verður eisini partur av umrøðuni hetta kvøldið. Tiltakið verður fyriskipað í samstarvi við Klaksvíkar kommunu [...] tiltøkum, sum kunnu økja um kunnleikan til møguleikarnar á rúmdarøkinum. Fyrsta tiltakið verður í Varpinum í Klaksvík hóskvøldið 17. september klokkan 19.30 undir heitinum »Frá áttamannafari til rúmdarfar [...] úrslitunum av fimm ára gransking á Mars við Perseverance-rovaranum hjá NASA og viðgera spurningin, um granskingin førir okkum nærri einum svari upp á, um lív er ella hevur verið aðrastaðni í alheiminum
Næmingar, sum ganga til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, kunnu frameftir fáa ferðastuðul innanoyggja. Tað er endamálið við einum uppskoti til broyting í kunngerðini um lestrarstuðul, sum Mentamálaráðið [...] landið. Fleiri av næmingunum hava langan ferðaveg til undirvísingarstaðið, og tí heldur ráðið, at tørvur er á at tryggja teimum møguleika fyri ferðastuðli. Ætlanin er at broyta tvær ásetingar í kunngerðini [...] verður víðkaður, so lógin um føroyskt sum annaðmál eisini verður fevnd av skipanini. Harumframt verður skotið upp, at nýkomnir næmingar í føroyskum sum annaðmál kunnu fáa ferðastuðul innanoyggja, hóast teir
báturin við navninum Maru, sum er bygdur í Litava og er av slagnum, Seigur. - Tað er felagið Aron, ið er skrásett á Strondum, sum eigur og skal reka bátin, verður sagt í Sjóvar kommunu. Víst verður á, at Maru [...] loysa og fara í vinnu. - Egningarmaskina, pavnur og ymisk útgerð skal riggast til, áðrenn farast kann fyrsta túrin - um ein mánað ella so. Lagt verur aftrat, at 3-4 mans verða við bátinum, og í Sjóvar kommunu [...] verður ynskt eigarunum tillukku og góða eydnu. Á heimasíðuni - www.sjovar.fo - síggjast fleiri myndir av nýggja útróðrarbátinum. ##med2## ##med3##
Talan er um bátin Maru, sum er av íslendska slagnum Seigur, men bygdur í Litava. Báturin skal fiska við línu og er útgjørdur við egningamaskinu. Enn er nakað av arbeiði eftir, áðrenn hann verður klárur [...] fer at taka tað mesta av hesum mánaðinum, áðrenn Maru fer fyrsta túrin. Maru er 12,4 metrar langur og 4,5 metrar breiður. Hann hevur ein 294 kW Scania-motor, tekur umleið 25.000 pund í lastina og er útgjørdur