Føroya Arbeiðsgevarafelag sendi fyrradagin tíðindaskriv út, har tey slongdu um seg við tølum: Talvur, semingsuppskot og faldan av tímaløn + eftirløn upp í mánaðarløn, alt í einum ellibita. Umframt eina [...] hava verið meira enn rímilig til samráðingarnar í 2020 og 2022. Tí vinnan, sambært Vinnuhúsinum, stóð fyri hóttafalli orsaka av fyrst korona, og síðan krígnum í Ukraina. Men vinnan hevur tað gott, og har er
landsstýriskvinnan í útvarpstíðindunum 21. mai viðmerkti, snýr seg um, at Føroya løgting við ársenda 2023 samtykti lógarbroyting við sparing fyri eygað. Lógarbroytingin gjørdi, at fólk, sum orsaka av breki [...] lýkur treytirnar fyri at fáa kassabil, tí hann situr jú ikki í koyristóli, og serútbúnað til bil tørvar honum ikki. Men tørv á einum bili hevur hann so avgjørt. Síðani vanlukkuna fyri 30 árum síðani hevur [...] bili, mistu stuðulin, tey høvdu rætt til. Í tíðindunum varð landsstýriskvinnan endurgivin at siga, at fyri tey, sum hava tørv á einum bili, sum krevur nakað eyka, er skipanin óbroytt. Eisini varð sagt, at
Bjørn Kalsø, sum er fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Sambandsflokkinum, hevur meldað seg úr flokkinum. Tað váttar hann fyri in.fo í morgun. – Tað eru nakrir dagar síðani, at eg gjørdi tað
landaskil - at byrgja upp fyri, at illstøður ikki taka seg upp, og at eingin kemur í vanda í møguligum stríði, um ósemjur taka seg upp. - Ongar støður eru eins, men í støðuni, sum tók seg upp á havnalagnum hjá [...] sleppa í bussarnar. Skipið legði til bryggju stutt fyri middag, og um 13-tíðina sluppu ferðafólkini í bussarnar. Harry Benjaminsen legði aftrat, at umboðini fyri arbeiðarafeløgini frammanundan høvdu gjørt av
síðstu viku fóru í verkfall, fylgdi Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki við. Orsøkin er, at tær samráðast fyri seg og ikki saman við øllum hinum arbeiðarafeløgunum. Sum skilst er onkur ósemja millum arbeiðarafeløgini [...] standa eisini í botni, og semingsstovurin er langtsíðani boðsendur. Sum in.fo skilir, so hittast umboð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag saman við semingsstovninum í dag. So er sp
brendi og gav nógvan royk frá sær í busslummanum norðan fyri Kollafjarðartunnilin. Meðan eldur var í, gjørdist maskinan so heit, at vandi var fyri, at dekkini fóru at spreingjast, og tá er tað ikki gamansleikur [...] flutti vognin við maskinuni, náddi júst at koyra út úr tunlinum, áðrenn eldurin veruliga fór at gera um seg, og hann setti vognin við maskinuni frá sær og slapp sær úr vandanum. Løgreglan sigur, at gravmaskinan [...] verður kannað. - Støðan hevði sjálvsagt verið ein heilt onnur, um eldurin veruliga fór at gera um seg, meðan gravmaskinan enn var inni í tunlinum, leggur vaktleiðarin aftrat. ##med2## ##med3## ##med4##
Georgia vann 3-0. Eisini Montenegro vann 3-0 á Føroyum í fyrsta umfarinum, sum varð spælt í Montenegro fyri viku síðan. Men Luksemborg er ikki eins gott og hini bæði, men heldur á nøkulunda sama stigi sum føroyska [...] morgin eru júst 12 ár síðani Føroyar vunnu 3-0 (28-26, 25-21, 25-19) á Luksemborg í EM-undankapping fyri smátjóðir, og vónin er at endurtaka bragdið í dag, tá Føroyar aftur bjóða Luksemborg av. Dysturin [...] govina eisini spælt í Føroyum tá, men stutt eftir at kappingin var skipað, tók Bosnia-Hersegovina seg úraftur kappingini og hevur tí tapt allar sínar dystir 3-0, so tí hava Føroyar formliga 3 stig í kappingini
onnur lond. - Slíkir skaðar eru álvarsamir, og tað kann taka drúgva tíð, áðrenn tann skaddi kemur fyri seg so mikið væl, at hann ella hon kann íðka ítrótt og líknandi aftur, sigur Niclas H. Eysturoy. Kanningar [...] Vit síggja eisini, at lutfalsliga nógv hava trupulleikar við løttum gerandisvirksemi so sum at lata seg í hosur, sigur Niclas H. Eysturoy. Greinin um knæskeljakeiking millum ung í Føroyum kann frítt lesast
borgarstjóri, bar fram á samkomuni. Jógvan Sørin Hansen, leiðari fyri Tórshavnar Kvøldskúla, nýtti høvið at takka starvsfólkunum á Kvøldskúlanum og fyri góða samstarvið við myndugleikar og onnur, ið hava gjørt [...] gjørt útbúgvingina møguliga. Somuleiðis takkaði hann undirvísarunum fyri góða og trúgva tænastu øll árini, ið Kvøldskúlin hevur staðið fyri undirvísingini í føroyskum sum annaðmál. Tórshavnar Kvøldskúli ynskir [...] stafettina víðari, og verður tað Undirvísingarstýrið, sum fer at umsita málsøkið. Við hesum takkar Tórshavnar Kvøldskúli fyri árini við føroyskum sum annaðmál og ynskir Undirvísingarstýrinum og skúlamyndugleikunum
duga at skipa fyri og fáa øll við. Tit taka veruliga ábyrgd og standa á odda fyri virkseminum ávís fríkorter hjá yngri næmingum. - Í grundini er talan um sjálvboðið arbeiði, og tað er gott fyri eitt samfelag [...] føri tit næmingar - vilja átaka sær ymsar uppgávur, ið eru til gagns fyri onnur. - Endamálið við Spæliliðnum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á at fáa teir [...] spæliliðunum, sum skipa fyri í fríkorterunum. - Tað er at fegnast um, at tit stigtakarar, akkersfólk og næmingar í spæliliðunum átaka tykkum hesa uppgávu, sum hevur so stóran týdning fyri trivnað og heilsu hjá