Semingsroynd hjá arbeiðskvinnum í dag

Í dag hittast partarnir í trætuni millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og semingsstovnurin

Vígdis Johannesen er forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag

Tá ið arbeiðarafeløgnini í síðstu viku fóru í verkfall, fylgdi Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki við. Orsøkin er, at tær samráðast fyri seg og ikki saman við øllum hinum arbeiðarafeløgunum. Sum skilst er onkur ósemja millum arbeiðarafeløgini sum ger, at tey ikki samráðast saman.

Tí fóru limirnir í Havnar Arbeiðskvinnufelag ikki í verkfall saman við hinum. Men tær samráðingar standa eisini í botni, og semingsstovurin er langtsíðani boðsendur.

Sum in.fo skilir, so hittast umboð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag saman við semingsstovninum í dag.

So er spurningurin, um tað kann hava ávirkan á slitnaðu samráðingar millum feløgini í verkfalli og arbeiðsgevararnar, tí eyðvitað loddar semingsstovnurin eisini dýpið í teirri ósemjuni.

 

 

Vígdis Johannesen er forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag