vóru ásettur av høvuðshandlinum, so tað var eingin kapping í so máta. Tann sum rak úthandilin fekk so ein prosentpart av umsetninginum í sín part. Av hesum skuldi hann so gjalda útreiðslur sum vóru. Lávus [...] tiltikna illveðrið, tá ið Laura og Immanuel gingu burtur við tilsamans 38 monnum. Norðfarið var tá á veg til Íslands. Teir fingu ein so stóran sjógv, at saltið var tveitt yvir í annað borðið , so skipið [...] feskt agn. Viðhvørt fingu teir so mikið av sild, at teir saltaðu uppí tunnur, sum teir kundu hava heim við sær. Maturin umborð var jú sera eintáttaður við fiski og saltkjøti, so teir nýttu eisini møguleika
til orku lá øllum stjørnum frammaliga í huga. Samstundis var mótið fyri oljuvánum flutt so langt til havs og so langt norðureftir, at tað ikki longur var óhugsandi, at olja kundi finnast á føroyskum øki [...] umsíðir fingu hendan rætt. Minni umráðandi átti at verið at komið við alskyns (ill)gitingum um, hvat fekk Schlüter til at geva eftir so ruddiliga, sum hann at enda gjørdi. Eg tími ikki at taka lut í hesum gitingum [...] fortreytunum fyri og innihaldinum í hesi loysn, sum grønlendingar lótu sær lynda, men sum føroyingar so gott sum einmæltir vístu frá sær frá fyrsta degi. Tá grønlendingar fyrst í sjeytiárunum samtyktu at
eigur ikki so nógva jørð, sum faðir tín, og mín partur verður helst lítil; vit eru so nógv systkin," segði Jóan. "Tað kann vera, at faðir eigur meira av ogn enn faðir tín, men eg eri ein genta, so tað man [...] hvør kann siga, nær ástin skal vakna? Tá hon kemur av sær sjálvari, so er tað í lagi. Ástin er ofta óstøðug hjá teimum ungu, men ikki so sjaldan gjørdist fyrsta ungdómsástin kærleiki fyri lívið, sjálvt um [...] setti hon seg ikki ímóti, um hon vildi hava Jóan, men helt, at hon var so ung enn. Hon hevði tíðina fyri sær. Ein átti ikki at binda seg so tíðliga. Men faðiri hennara dámdi tað lítið. Ja, hann var beinleiðis