at tað eru fimm stig aftur til B68, sum av álvara er í vanda fyri at flyta niður. Um tað skal eydnast B68 at sleppa undan niðurflytingini, so skulu toftamenn í sjey teimum síðstu umførunum vinna fimm stig [...] Markus Hellisdal var púra tryggur, tá ið hann sendi bóltin í málið. Hetta var aðru ferð í ár, at 23 ára gamli Markus Hellisdal var málskjútti í ár. Fyrra ferðin var, tá ið Skála ÍF á heimavølli 6. apríl [...] Tað endaði við 1-0 sigri til gestirnar, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av Skála ÍF. Hetta var annar sigur á rað hjá skálamonnum, sum hava vunnið fulla úrtøku, síðani teir skiftu venjara. Fyri einari viku
stórar partar av Mið- og Eysturevropa í summar. Sambært Copernicus hevur vatnstøðan í stórum pørtum av Donau verið metlág ella nær metlág. Í juli var vatnføringin í næstan tveimum triðingum av ánni tann lægsta [...] orkuframleiðsluna í londunum fram við ánni. Kjarnorkuverk brúka vatn úr ánni til at køla reaktorarnar. Lága vatnstøðan og høgi hitin í vatninum hava tí noytt orkuverk at minka um framleiðsluna. Í Rumenia vórðu [...] hart rakt. Tá minni vatn er í ánni, verður vatnið skjótari heitt. Samstundis gerst innihaldið av dálkandi evnum størri, og minni súrevni verður tøkt hjá fiski og øðrum djórum. Í fleiri økjum eru síðuar hjá
støði, sigur Donald Trump í samrøðu við amerikanska miðilin Axios. Útsøgnin kemur eftir, at iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, í dag avsannaði, at USA og Iran eru í veruligum samráðingum. Sambært [...] Iran í økinum Iranska kollveltingarhirðin sigur, at ætlanin er at halda Hormuzsundi+ stongt, til mótparturin hevur góðtikið allar treytirnar. Hormuzsundið er ein av týdningarmestu handilsleiðunum í heiminum [...] sigling og rakstur í Hormuzsundinum. Sambært iranska uttanríkisráðharranum snýr avtalan seg um eina nýggja farleið gjøgnum sundið. Ein fullkomin upplating av Hormuzsundinum er tó treytað av øðrum politiskum
Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann. Jóhannis Joensen hevur spurt landsstýriskvinnuna um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild. Sambært Sj [...] støðin í Vágum í umleið 16 samdøgur bert verið mannað við einum sjúkraflutningsviðgera. Harumframt hevur støðin verið heilt ómannað í umleið 30 samdøgur. Longri responstíð Sjúkraflutningstænastan í Føroyum [...] mánaðirnar og upp í eitt hálvt ár. Tríggir lærlingar byrja í ár á yrkisskúla í Danmark fyri at útbúgva seg til sjúkraflutningsviðgerar. Teir fyrstu báðir byrjaðu 1. august, og tann triði byrjar í november. S
er 64 ára gamal og hevur havt Eysturlon í 43 ár. Í hesum tíðarskeiðinum hevur fyritøkan ment seg, og fleiri av starvsfólkunum hava verið við ein stóran part av tíðini. – Tá er tað ringt at sleppa. Hetta [...] eina virkna fyritøku við góðum framtíðarútlitum upp í hendurnar á nýggju eigarunum. Sleppur framvegis at arbeiða Sum vanligt er í sambandi við sølu av einari fyritøku, hevur Jógvan Hans skrivað undir eina [...] bundið seg til at vera tøkur hjá felagnum í eitt ár eftir eigaraskiftið, um nýggju eigararnir hava tørv á hansara vitan og royndum. – Eg havi lovað at vera til taks í eitt ár, sigur hann. Tað er við blandaðum
ført fram, at Ísland hevði havt gagn av at knýtt seg tættari at Evropa í einari tíð við vaksandi geopolitiskari óvissu í Norðuratlantshavi og Arktis. Framvegis partur av evropeiska samstarvinum Úrslitið merkir [...] landafrøðiligan mun í Íslandi. Reykjavík var einasta valøkið, har meiriluti var fyri at taka samráðingarnar uppaftur. Í øllum hinum valøkjunum vann nei-síðan. Mótstøðan var serliga stór í økjum, har fiskivinna [...] legði í valstríðnum dent á, at Ísland eigur at varðveita fullan avgerðarrætt yvir fiskatilfeinginum og ikki gerast partur av felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Fiskivinnan er ein týðandi partur av íslendska
Sambært Skúlablaðnum fór talið av næmingum í serflokkum úr 68 fyri tíggju árum síðan upp í 275 í 12 serflokkum skúlaárið 2025/26. Við næmingunum á Skúlanum á Trøðni og í tveimum øðrum serligum tilboðum [...] ið bera brek, framvegis ov ofta eru treytað av olmussu. MEGD mælir staðiliga til at børn, ið bera brek, sum skjótast verða tikin við í útbúgvingarskipanina. Í tíðindunum 24. august nevndi Kringvarp Føroya [...] vegleiðaratoymi. Í kostnaðaryvirlitinum vóru umleið 450.000 krónur settar av til innbúgv og útgerð, og samlaði metti íverksetanarkostnaðurin var um 850.000 krónur, umframt ávísar dagføringar av bygninginum
vilja gerast partur av Norðurlandahúsinum. Verkætlanarleiðararnir eru við til at menna og útinna eina fjølbroytta skrá alt árið. Okkara nýggi starvsfelagi fær millum annað ábyrgd av okkara tilboðum til [...] Í summar søktu vit eftir nýggjum verkætlanarleiðara, og áhugin hevur verið ovurhonds stórur. Vit hava fingið 195 umsóknir úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finnlandi . Tað er fantastiskt [...] ung. Nú gleða vit okkum bara til at vita, hvør nýggi starvsfelagin verður, skrivar Norðurlandahúsið í Føroyum á sínum vanga á facebook.
Metingin byggir á teljingar, sum Havstovan hevur gjørt fram við landi um summarið í árunum 2018–2021 og aftur í 2026. Í nýggjastu teljingini vórðu 1.500 kópar taldir. Tá hædd verður tikin fyri kópum, sum [...] fáa upplæring í tryggari veiðu og vápnahandfaring. Kópur ber sandmaðk Kópur er høvuðsvertur hjá sandmaðki. Eggini fara við skarninum á botn, har tey verða etin av botndjórum og síðan av fiski. Toskur, [...] sum etur á botni inni við land, hevur størri títtleika av sandmaðki enn seiður og hýsa, sum í størri mun eta uppi í sjónum ella útiá. Sandmaðkur ávirkar vanliga ikki fiskin stórvegis, men fiskur við sandmaðki
Amerikanska tíðindarásin CNBC veit at siga, at kreppugoymslurnar av olju í USA eru minkaðar við 300 milliónum føtum. So smáar hava goymslurnar ikki verið síðan 1983, vísa tøl hjá amerikanska orkumálaráðnum [...] m. Orsøkin er kríggið móti Iran. Amerikanski forsetin, Donald Trump, gav nevniliga boð um at brúka av hesum goymslum fyri at tryggja, at heiminum ikki fór at vanta olju. - Bara hesa seinastu vikuna eru