so álvarsamt, at tað varð meldað til løgregluna. Hjalti Gunnarstein er nú skuldsettur. Tað váttar Michael Boolsen, fúti, sum ikki vil upplýsa, hvat hann er skuldsettur fyri, tí talan er um eitt revsimál [...] aðalráðið hevði gjørt av at senda honum ætlanarskriv um burturvísing. Nú er hann skuldsettur í einum revsimáli, sum løgreglan er um at vera liðug at viðgera. Nýtt alment innlit, sum Kringvarpið hevur fingið [...] revsimál, sum framvegis er undir viðgerð. Málið er sambært fútanum næstan liðugt fyrireikað, og fyrsta dagin verður støða tikin til, um ákæra skal reisast móti fyrrverandi landsapotekaranum. Ingun Hansen, virkandi
um støðuna hjá føroysku vaktar- og bjargingarskipunum. Eirikur í Jákupsstovu spyr beinleiðis, um tað er rætt skilt, at hvørki Brimil ella Tjaldrið eru tøk sum vaktar- og bjargingarskip í løtuni. Hann vil [...] Eirikur í Jákupsstovu vísir á, at tað í eina tíð hevur verið greitt, at Brimil ikki fór at vera tøkur partar av hesum árinum – og nú frættist, at Tjaldrið heldur ikki er tøkt. Løgtingsmaðurin spyr tí eisini [...] at skipini hava týdning í sambandi við luttøkuna hjá Føroyum í verju- og trygdarspurningum. Tjaldrið er meira enn 50 ára gamalt, og sambært løgtingsmanninum tykist semja vera um, at annað skip eigur at koma
ansingarstovnarnar. Talan er um eina broyting í lógini um dagstovnar og dagrøkt. Eftir fyrstu viðgerð verður málið beint í Mentanarnevndina til nærri viðgerð. Fyrsta málið á dagsskránni er tó triðja viðgerð av [...] Stórá, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskotið fram. Tað snýr seg um at hækka upphæddina og leingja gildistíðina í lógini um menning av skipanini. Málið er komið til seinastu viðgerð í Løgtinginum. Norður [...] samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2025 og frágreiðingina um virksemið hjá ráðnum sama ár. Tað málið verður beint í Uttanlandsnevndina.
Tað tykist kanska ikki, sum stórvegis tíðindavirði er í, men eitt sum allir útlendskir miðlar hava á breddanum í dag, eru tíðindini um, at Erling Braut Haalnd hevur klipt sær, so langa hárið nú er heilt [...] eru burtur. Og hetta er farið sum rótasúpan í útlendskum miðlum. Hárfagra norska fótbóltstjørnan, ið nú ikki er so hárføgur, skrivar í samband við myndina av stutta hárinum, at nú er nýtt kappingarár fyri
avkoyringini á Ovaravegi oman fyri skipasmiðjuna og oman gjøgnum Skála. – Har er vegurin í sera ringum standi, so leingi tað er landsvegur. Ein sera stórur partur av ferðsluni í bygdini kemur og fer hendaveg [...] , harundir á Skála. Hann spyr eisini, hvussu arbeiðini verða raðfest, nú trýstið er stórt og eitt munandi eftirsleip er á økinum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á tvey stutt [...] ferðsluna oman á vinnuøkið. Hitt strekkið er uttasti parturin av Skálavegi, frá Gjógvará beint uttan fyri bátahylin og suður úr bygdini. Eisini hetta strekkið er sambært løgtingsmanninum í sera ringum standi
Størsti parturin av undirvísingini hjá hesum holdinum er í Havn, og tað var Mona Við Reiðlið Nielsen, sum var fyrsti undirvísarin í Heilsuskúla Føroya, sum ferðaðist norður at undirvísa nýggja holdinum [...] holdinum. Undirvísingin fer fram á Sjóvinnuskúlanum. Skúlaárið er av álvara byrjað og 53 næmingar eru byrjaðir á Heilsuskúla Føroya hesa ferð, skrivar Heilsuskúli Føroya á sínum vanga á facebook. ##med2##
leiðslu, lærarum og øllum næmingunum alt tað besta við hesum nýggja kapitlinum og Guds signing við skúlanum. Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her. Kunning um BSK er tøk á bsk.fo. ##med2## ##med3## ##med4## [...] hvønn annan. Eftir hátíðarløtuna var hugnaløta fyri næmingum, lærarum og øðrum. Búgvi vísti á, at hetta er ein serligur dagur fyri øll, sum varða av skúlanum. Í fleiri enn fimm ár hevur verið arbeitt miðvíst
vitjan av FC Hoyvík, og tað var als eingin spenningur og ivi um úrslitið. HB vann 5-0, og tað ber við sær, at HB nú er á áttanda plássi við 20 stigum fyri 20 dystir, og at FC Hoyvík er á níggjunda plássi við [...] við 19 stigum fyri 20 dystir. Aftast er EB/Streymur við 7 stigum. Hálvleiksstøðan var 1-0, og málið undan steðginum skoraði Jógvan í Skála, tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir. Hetta var triðja ferðin [...] deild. Tríggjar minuttir eftir steðgin økti Silas Joensen um munin til 2-0, og næstu løtuna gekk tað skjótt við málskjótingini, tí miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Dánjal Reginsson við brotssparki
útivølli móti Lyseng, ið spælir í Danmarksseriuni sum er fimtabesta deildin í Danmark. Heimaliðið megnaði at standa ímóti í 43 minuttir áðrenn tað eydnaðist Christian Jørgensen at leggja Horsens á odda [...] odda 1-0. Í seinna hálvleiki øktu Julius Körkkö, Yamirou Ouorou og Ismaila Ceesay, so tað endaði við einum 4-0 stórsigri til Horsens. Sunnudagin klokkan 13 spælir Horsens dyst í donsku superliguni. Talan
eftirspurningurn hava verið minkandi seinastu árini. Marknaðurin tykist vera mettaður, og tí er torført at fáa tað at bera seg fíggjarliga. - Vit eru sera takksom fyri ta stóru undirtøkuna, sum kærleikskúlan [...] tær sermerktu kærleikskúlurnar. Hvør kúla hevur borið eina søgu um skapan, felagsskap og virði. - Nú er avgerð tikin um at steðga framleiðsluni eftir 17 góð og gevandi ár. Á Dugna siga tey, at sølan og [...] minst til øll tykkum, sum hava keypt kærleikskúlur og verið við til at gera hesa verkætlanina til tað, hon hevur verið. ##med2## Tilsamans eru 17 ymiskar kærleikskúlur komnar til vega. Nakrar eru útseldar