8. mai. Stanislaus, deyður í 1079. Biskupur í Karkow. Hann varð tikin av døgum, tí hann hevði at konginum Boleslav. Tjóðarhalgimenni hjá póllendingum.
26. juni. Pelagius, deyður í umleið 925. Ein 10 ára gamal drongur, sum varð tikin av døgum, tá ið maurar ráddu í Spaniu.
6. juni. Norbertus, deyður í 1134. Týskur aðalsmaður, sum stovnaði eina nýggja munkaskipan í Premontre í Fraklandi og seinni gjørdist biskupur í Magdeburg.
6. juni. Norbertus, deyður í 1134. Týskur aðalsmaður, sum stovnaði eina nýggja munkaskipan í Premontre í Fraklandi og seinni gjørdist biskupur í Magdeburg.
13. mars. Macedonus, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum saman við konuni Patriciu og dóttrini Modestu. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
27. august. Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja.
27. august. Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja.
18. juli. Arnolphus, deyður í 641. Var bispur í Metz. Eftir deyða hansara hendu mong undurverk við grøv hansara, og hann varð skírdur halgimenni.
22. januar. Vincentius, deyður umleið ár 300 í Zaragoza í Spaniu. Píndur til deyða undir Diocletianus keisara. Navnið er latínskt og merkir hin sigursæli.
27. august.Gebhardus, deyður í 995. Biskupur í Konstanz í Týsklandi, liggur grivin í kleysturkirkjuni har, sum hann sjálvur sigst at hava latið byggja.